Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 16 TEMA Kvinnustríð BARBARA HOLM H on er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórs­ havnar Kommunu og fyrr­verandi for­kvinna og atkvøðuslúkur hjá Sambands­ flokk­inum. Lisbeth L. Petersen er í dag 77 ára gomul, men tá hon byrjaði at hava áhuga fyri polit­ isk­um viðurskiftum var hon í 30’unum. Og tað var als ikki lætt hjá kvinnum at sleppa framat tá í tíðini. – Eg var vælkomin, men tað var eingin ivi um, at eg var til pynt og eingin væntaði meg at hava nakra meining, sigur Lisbeth L. Petersen. Lisbeth L. Petersen gjørdist virk­in í Sambandsflokkinum í 1980, tá ið hon gjørdist limur í nevnd floksins, og í 1984 varð hon vald til kommunuvalið og gjørdist vara­borgar­stjóri í Tórshavnar Komm­unu. Hon varð biðin um at stilla upp fyri flokkin, men tað var eina­mest tí, at hon varð mett sum gott valagn. – Eg skuldi hjálpa flokkinum at fáa atkvøður. Eingin maður vænt­ aði, at eg fór at vera ein hóttan ímóti honum, sigur Lisbeth L. Petersen. Men tá gjørdist greitt, at Lisbeth L. Petersen hevði størri áhuga enn so millum veljararnar. Og í 1992 gjørd­ist hon fyrsti kvinnuligi borgar­stjórin í Havn. Nakað sum hon í dag er sera errin av. – Tað er eingin ivi um, at tað var torført at vera kvinna í politikki tá. Vit vóru eisini uppaldar við tí fatan, at kvinnur skuldu ikki føra seg fram, sigur Lisbeth L. Petersen. Og tí er tað áhugavert, at í ring­ astu kreppuárum var tað Føroya fyrstu kvinnuligi borgarstjóri í høvuðs­staðarkommununi og Før­ oya fyrstu kvinnuligi løgmaður, sum vardu borg. Tingsalurin skal ikki brúkast til fjas hjá kvinnum Lisbeth L. Petersen hevur møtt mót­støðu – serstakliga frá monn­ um, sum ikki ynsktu kapping frá henni. Hon hevði fáar kvinnuligar kollegar at sparra við, tí veruleikin tá var, at fáar kvinnur bjóðaðu seg fram á politiska leikvøllinum. Orsøkin er einføld, heldur Lisbeth L. Petersen. – Kvinnur eru meira sjálv­ kritiskar enn menn, sigur hon og leggur aftrat, at tær kvinnur, sum í dag manna toppstørv í landinum, hava prógvað seg sum sera dugna­ ligar. – Eg haldi ikki vit hava nakað dømi um, at kvinnur í leiðandi strøv­um ikki eru egnaðar til tað tær gera. Har eru tó dømi um tað hjá hin­um kyninum, sigur Lisbeth L. Petersen. Eg var vælkomin, men tað var eingin ivi um, at eg var til pynt og eingin væntaði meg at hava nakra meining« Lisbeth L. Petersen VÆNTAÐU IKKI EG HEVÐI EINA MEINING – Tá eg upprunaliga byrjaði at taka lut í orðaskiftum innanhýsis minnist eg, at menninir vóru bilsnir av, at eg hevði eina hugsan. Kvinnur vórðu ikki spurdar eftir tí tá í tíðini, sigur Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum Lisbeth L. Petersen Lisbeth L. Petersen ■ Løgtingskvinna 1990-2008 ■ Býráðslimur í Havn 1984 - 2000 ■ Borgarstjóri í Havn 1993 - 1997