hósdagur 25. februar 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
17
– Sjálvandi skulu fólk vera væl egnað til tað tey gera, men vit
finna uttan iva eins nógvar væl egnaðar kvinnur í landinum, til at
taka sær av mest umfatandi størvunum, sigur Lisbeth L. Petersen
Orsaka av, at kvinnur vóru illa
umboðaðar í politiska landslagnum
í 80’unum og 90’unum, tóku Lisbeth
L. Petersen og aðrar kvinnur seg
saman til at skipa fyri Kvinnutingi.
Tær skaptu politiskar karmar hjá
kvinnum at virka undir, hóast tær
ikki vóru politikarar. Endamálið
var, at skapa størri áhuga millum
kvinnur fyri politikki. Og tað
var eitt tvørpolitisk tiltak, sum
fekk breiða undirtøku. Men tá ið
Kvinnutingið ynskti at nýta ting
salin, var svarið korta nei.
– Vit fingu svar aftur frá ting
formanninum, sum segði okkum,
at tingsalurin var eitt tignarligt
stað, sum ikki skuldi nýtast til
slíkt fjant og fjas, sigur Lisbeth L.
Petsen.
– Tað var óhugsandi hjá monn
um tá, at nakað sum bert var fyri
kvinnur, kundi vera annað enn
fjant og fjas, sigur hon.
Hetta vóru tær ógvuliga firtnar
um og ógvuliga óngødar við.
– Vit gjørdu vart við hetta aftur
svarið fleiri ferðir og at enda fingu
vit atgongd til tingsalin, tá ið tingið
var farið til hús, greiðir Lisbeth L.
Petersen frá.
Kvinnustríðið er ikki liðugt
Nú eru níggju ár síðani, at Lisbeth
L. Petersen takkaði fyri seg í polit
iska umhvørvinum, og hon er fegin
um at síggja broytingina.
– Í dag er støðan heilt ein onnur.
Vit síggja kvinnur bjóða seg fram á
jøvnum føti við menn, og vit hava
umsíðir prógvað, at kvinnur ikki
bara hugsa um tey bleytu virðini,
sigur Lisbeth L. Petersen.
Men tað merkir als ikki, at stríð
ið um javnstøðu er liðugt.
– Vit mugu hava fleiri kvinnur í
leiðandi størv í Føroyum. Sjálvandi
skulu fólk vera væl egnað til tað
tey gera, men vit finna uttan iva
eins nógvar væl egnaðar kvinnur
í landinum, til at taka sær av
mest umfatandi størvunum, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Hon er tó errin av teimum kvinn
um, sum í dag umboða hennara
kyn í politiska umhvørvinum.
– Eg verið ferð eftir ferð impo
nerað av at síggja, hvussu væl okk
ara kvinnuligu politikarar klára
seg. Tær standa ikki petti aftan fyri
mennirnar. Kanska tvørturímóti,
sigur stríðskvinnan, sum slóðaði
fyri.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Í dag er støðan heilt ein onnur.
Vit síggja kvinnur bjóða seg fram
á jøvnum føti við menn, og vit hava
umsíðir prógvað, at kvinnur ikki
bara hugsað um tey bleytu virðini«
Lisbeth L. Petersen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Lisbeth L. Petersen, tá borgar
stjóri í Havn og Marita Petersen,
løgmaður, skuldu báðar til ein
almennan døgurða eftir ein
langan arbeiðsdag. Hvørgan
teirra høvdu havt stundir til
at fara heim ímillum, og tískil
hittist tær inni á einum vesi
á staðnum, har tær ætlaðu at
fríska seg upp.
Lisbeth varnast, at ein
knappur var farin úr skjúrtuni,
og Marita varnast, at sokka
buksurnar vóru skræddar.
Tá sigur Marita Petersen við
Lisbeth L. Petersen, at kvinnu
ligir politikarar áttu at havt
hvør sín butlara, so tær kundu
síggja hampiligar út, hóast tær
ongantíð høvdu stundir til at
gera seg til reiðar og síggja
hampiligar út til slíkar døgurð
ar. Í øllum førum ikki í kreppu
árunum í 90’unum.
So flentu tær báðar so hjarta
liga og fóru út aftur til døgurðan
við holutum sokkabuksur og
knappleysari skjúrtu.
– Hart sært tú munin millum
menn og kvinnur. Ein maður
hevði sikkurt ikki lagt í, um ein
knappur manglaði, tí tað áttu
konan at taka sær av, sigur
Lisbeth L. Petersen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Lisbeth L. Petersen minnist eina serstaka
hending í kreppuárunum, har munurin
millum menn og kvinnur gjørdist sjónligur
Tá oddakvinnurnar
hittist á vesinum
Lisbeth og Marita
Marita Petersen