Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 19 TILTAK – Tónleikur er livandi, tað er FMA eisini. Tí skal tiltakið broytast eitt sindur hvørt ár, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av Føroysku tónlistavirðislønunum BARBARA HOLM T riðja árið á rað ganga Mið­la­húsið, Kring­varp Føroya og Norður­landa­ húsið hond í hond, tá tey seta føroyskan tón­leik á breddan. Eins og undan­farin ár verður tiltakið í Norður­ landa­húsinum, tað verður sent í Útvarpinum og á Rás2, men triðja útgávan av FMA er broytt nakað samanborið við í fjør. FMA í sjónvarpið – Høvuðsbroytingin í ár er, at vit eisini senda tiltakið bein­ leiðis í sjónvarpinum. Tiltakið í Norðurlandahúsinum verður sum vit kenna tað. Vit borð­ reiða við tí besta, sum breiddin av føroyskum tónleiki hevur at bjóða. Og hetta fer nú út í hvørt sjónvarp í landinum, ikki bara í Rás2, Útvarpið ella stroymað í telduni, men beint í sjónvarpskassan heima við hús, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA. Hann leggur samstundis dent á, at hetta ikki kemur at merkja tiltakið øðrvísi enn tað hevur gjørt undanfarin ár. – Tvørtur í móti verður tað upp aftur hugaligari at vera í salinum nú, tí vit í ár hava fingið Brand Patursson at gera pallmyndina. Hetta er ein onnur broyting, vit hava gjørt í ár, at vit gera eina betri pallmynd. Og broytingar skulu til. Tónleikur er livandi, tað má eisini endurspegla FMA. Tí skal tiltakið broytast. Tað skal tað, tí tað skal verða betri fyri hvørt ár, sum gongur, sigur Rólant. Brandur ger umframt pall­ myndina eisini virðislønina aftur í ár. Kjakast og njóta Í fjør fingu vit umleið hálvt­ hundrað føroyskar út­gáv­ur. Tað er eitt vet meir enn í 2014. Talan er um ógvuliga ymiskar útgávur, tó ikki øðrvísi enn so, at Arbeiðsbólkurin hevur valt at endurnýta sama flokkingarhátt, sum tey brúktu í fjør. – Hetta var ein leistur, vit komu fram til í samráð við tón­leika­umhvørvið og dómararnar eftir FMA 2014. Vit gjørdu nakrar broytingar frá 2014 til 2015. Aftur­ meldingarnar vóru góðar til tann partin í fjør, tí royna vit hann einaferð aftrat, vísir Rólant á. – Flokkingin er tó altíð eitt øki, sum tað ber til at kjakast um. Og vit skulu kjakast um tað. Vit skulu sum heild kjakast um tónleik. Mest umráðandi er tó, at vit njóta tón­leikin. Her er FMA eitt gott høvið til bæði, heldur Rólant. Tónleikarara forkela okkum FMA er eitt stórt tiltak. Tað eru tríggir stovnar, sum vanliga ikki arbeiða saman, sum taka eitt felags tak til frama fyri tónleikin. Og so eru tað øll hini eisini. – Tað er virðiligt og klæðiligt fyri hesar stovnarnar, at teir ganga saman um FMA. Gjørdu teir ikki tað, var einki FMA. Samstundis mugu vit minnast til tónleikararnar, sum hvønn dag forkela okkum við fantastiskum tónleiki. Uttan teir var einki FMA. Og so eru tað tey mongu, sum geva sítt íkast til tiltakið. Dómsnevndir, stuðlar og fólk, ið á annan hátt hjálpa til. FMA stendur og fellur við teimum. Tað eru nógvar góðar kreftir, sum geva sítt íkast. Alt fólk, sum vilja føroyskum tónleiki tað besta. Tað kemur til sjóndar beint nú, meðan fyrireikingarnar eru í hæddini, og tað ger tað so sera hugaligt at fáa FMA-kabalina at ganga upp, sigur Rólant. barbara@sosialurin.fo FMA 2016 FMA verður í Norður­landa­húsinum leygardagin 12. mars klokkan 20.00. Fyriskiparar: Miðlahúsið, Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið. Vertir: Barbara Holm og Eyðfinn Jensen Arbeiðsbólkurin handan FMA: Sunleif Rasmussen (valdur av tón­leika­um­ hvørvin­um), Eyðfinn Jen­sen (Kringvarp Føroya), Fróði Vestergaard (Norður­landa­húsið) og Barbara Holm (Miðlahúsið) Samskipari: Rólant Waag Dam. Flokkar: Popp/rokk Ársins sangari Ársins songkvinna Ársins fløga Ársins sangur Ársins bólkur/einstaklingur Folk, country og blus Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari Ársins bólkur/einstaklingur Ársins útgáva Ársins sangur Opin flokkur Ársins sangari/einleikari Ársins bólkur/kór Ársins útgáva ella konsert Ársins kompositión Ársins nýggi bólkur/einstaklingur Ársins live bólkur/einstaklingur Ársins videolag Ársins húsi Ársins tekstur Ársins framleiðari Ársins átak Ársins tónleikaheiður Seks dómsnevndir tilnevna og kjósa vinnar­ar í ymsu flokkunum, um­framt at Arbeiðs­bólk­ur­ in velur Ársins nýggja bólk/einstakling, Ársins framleiðara, Ársins átak og Ársins tónleikaheiður. Ársins live bólkur/einstaklingur er ein sms-prísur burturav. Tiltakið verður víst beinleiðis í Sjónvarpinum, umframt at tað verður sent beinleiðis á Rás2 og í Útvarpinum. Aftrat hesum verður tað dekkað á in.fo og í Sosialinum. Til ber at keypa atgongumerki til FMA á nlh.fo.