Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 20 Terji Skibenæs hevur latið sína fyrstu solo-útgávu úr hondum, har gittarin sleppur til orðanna. Tónleikurin ber brá av, at hann ikki er bangin fyri at ganga egnar leiðir SIGURJÓN EINARSON T ú hugsað verður um málms­tón­leik, ber nokk ikki til at koma uttanum gittaran. Gittarin við teimum ymisku og sermerktu ljóð­ un­um, ið persónurin handan hetta magnandi ljóðføri nú einaferð dugir og er førur fyri at fáa fram úr tí. Tað er gittarhetjan, sum er umboðandi fyri myndina av, hvussu málmstónleikaheimurin sær út. Gittarguðurin – við sínum fallos-leingjandi ljóðføri – gerst miðblettur á pallinum, har hann tekur okkum undir sínar veingir og flytur okkum í annan heim. Vit hava øll meira ella minni droymt um at vera hesin gittar­ guðurin. Summi halda seg vera hann, meðan onnur kenna sínar av­mark­ing­ar og lata onnur sleppa fram­at. Men so eru tað teir per­ sónar, ið eru settir á hesa fold bara fyri at spæla gittar. Tað er eins og teirra leiklutur er at undirhalda okkum við teirra gittarspæli. Vit hava nakrar av hasum slagnum í Føroyum, og ein av teimum, ið passar inn í hatta moralska sereyðkenni, er Terji Skibenæs. Terji og gittari eru eitt Terji byrjaði at spæla gittar sum 13-ára gamal. Hann fekk nakað av gittarfrálæru frá einum eldri beiggja, men er fyri tað mesta sjálvlærdur. Gittarin bleiv skjótt ein partur av hansara tilveru, har kroppur og gittar næstan vóru eitt. Føroyska fjøldin slapp fyri fyrstu ferð at hoyra Terja og hansara gittarspæl til Prix Føroyar í 1999, tá hann sum 17-18- ára gamal vísti okkum, at her var ein evnaríkur gittarleikari, hóast gittarspælið kanska enn var á grulvustigi, ið meinti tað 100 %! Vit kenna nokk best dygdirnar hjá Terja Skibenæs sum limur í kvæða- og málmsbólkinum, Týr. Men nú hevur gittarsnillingurin av Skipanesi útgivið sína fyrstu solo- útgávu út. Tað er Terji sjálvur, ið hevur spælt alt inn á fløguni, men hevur fingið eina hjálpandi hond frá Mikkjal Hvannastein í »Secrets of War«, sum spælir eina solo har. Skipanesarin hevur sjálvur miksað tónleikin, umframt at hann eisini hevur gjørt húsan. Alt er tikið upp í heimastudio uttan trummur­ nar. Tær eru for­ritaði við einum teldu­forriti, ið nevn­ist »Superior Drummer«, men tað er tíbetur somikið væl úr hondum greitt, at tað ikki hoyrist aftur á útgávuni – at tað er eitt telduforrit, ið spælir trummurnar. Leingi er tað, ið væl skal vera Terji Skibenæs hevur nógv um hendi í hesum døgum, men honum hevur í fleiri ár ynskt og ætlað sær at koma út við eini solo-útgávu, har el-gittarin veruliga sleppur til orðanna. Men so í fjør var ein lítil glotti í álmanakkanum, har tíð kundi setast av til sjálvan og gittaran. Úrslitið er fløga við 10 løgum, har el-gittarin veruliga er í hásæti. Fløgan byrjar róliga, men byggir seg spakuliga upp. Í triðja lagnum verður ferðin eisini sett upp, og ein verður eitt sindur bangin fyri, at nú verður ferðin ov nógv, soleiðis at tónleika ferðsluløgreglan noyðist upp í leikin, men tíbetur er fløgan bæði fjølbroytt og varierað, so hon ongantíð kennist ov einstáttað. Ferðin verður bæði sett upp og niður, og so við og við sníkja seg nakrar balladur inn, umframt eina ella tvær »power ballads« eisini. Og júst hetta er styrkjandi fyri útgávuna – at hon so gjøgnumgangandi er somikið fjølbroytt í ljóðmyndini. Tað er eitt sindur Yngwie Malmsteen yvir nøkrum av løgunum og tekniska gittar­ spælinum hjá Terja. Angelo Batio og Steve Vai renna mær eisini til hugs. Eitt sindur Dream Theater, eitt sindur Metallica, men tó ikki so nógv Týr ella gittarfres, sum ein var bangin fyri, at hon skuldi ljóða sum. Terji vísir við hesi útgávuni, at hann eisini hevur eina “bleyta” síðu, har ljóði í nøkrum av løgunum meira eru í nýklassiska horninum, tá tað kemur til málm- og tungmálmstónleik. Tó minnir hann okkum – í seinasta lagnum »Apocalypse« – á, at hann er og verður ein rokkari, tá alt kemur til alt. Gongur egnar leiðir Herfyri tók eitt sindur av kjaki seg upp um manglandi kvinnuligar rokkarar í Føroyum – at kvinnur í Føroyum vóru ov bundnar av teimum leiklutum, ið (mannliga) samfelagið hevur kroyst oman yvir tær. Hvussu er og ikki, so vísir Terji Skibenæs okkum á, at hann er sinnaður at ganga egnar leiðir, har hann ikki letur seg binda niður av nøkrum føstum leikluti. Hann er ein frí sál, sum ikki letur seg ávirka av umheiminum – hvat hann má ella ikki, men heldur ger tað, honum lystir. Hann er uppreistrarhugaður, og hetta ger hann til ein veruligan rokkara. Eina gittarahetju! Terji fær fýra út av fimm. POST@SOSIALURIN.FO EIN GITTARHETJA ★★★★★ TÓNLEIKUR Ummæli