Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 21 KLUMMAN Eirikur í Jákupsstovu Bussurin fór til helvitis, áðrenn eg slapp við Einaferð, tá eg kom upp í seinasta bussin á degnum av Oyrarbakka til Eiðis, segði bussførarin, at eg var einasti kundin hann hevði havt í dag, og at dagin fyri høvdu verið trý fólk tilsamans. Eg fór so at hugsa um, at tað mundi kosta eitt sindur at koyra við tómum bussum. Tað er heldur ikki bara eg, sum havi hugsað um hesar bussarnar, tí nú er ein suðuroyingur í Havn, sum heldur, at ein bussleið í Norðoyggjum skal leggjast niður. Tað er sikkurt rætt, at 50 kundar í eitt ár ikki er so øgiliga nógv, men vit hava til dømis ikki fingið at vita, hvussu nógv tað kostar at hava hesa leiðina, hvat hon merkir fyri brúkararnar ella hvussu ofta bussurin koyrir. Taka vit hinvegin ferjuna til Suðuroyar, so hevur hon eisini undirskot hvørt ár – helst størri enn bussurin í Norðoyggjum – men har eru tey flestu av okkum samd um, at tann tænastan skal gerast enn betri. Hví er tað, at vit halda, at tænasta skal vera betri, hóast tað kostar pengar? Helst er tað grundleggjandi tí, at vit eru samd um at hava eitt samfelag. Tað eru sostatt nøkur ting, sum vit velja at gera saman í felag. Vit hava nøkur grundleggjandi virðir, sum ikki bara snúgva seg um at skapa pengar. Eg rokni til dømis ikki við, at nakar hevði havt eina privata bussleið til Kunoyar, og eg rokni heldur ikki við, at Smyril hevði verið Smyril, sum vit kenna hann, um privat tóku sær av leiðini uttan nakað eykagjald frá landinum. Vit hava eisini eitt samfelag fyri at tryggja ein góðan infrastruktur í landinum. Bæði tá vit tosa um grundleggjandi møguleikan hjá fólki at trívast, men ikki minst tá talan er um at flyta fólk frá partinum av landinum, har tað almenna ikki hevur valt at leggja sitt virksemi til tann partin, har tað almenna hevur lagt sítt virksemi. Um Taks endiliga skal vera í Havn er ein onnur diskussión, so lat okkum bara halda okkum til kjakið um at flyta fólkini. Men ein munur er á buss­ unum til Eiðis og Kunoyar og so á leiðini til Suður­oyar. Tað er ikki so lætt at koyra úr Suðuroynni til megin­landið. Hetta er tó grund­ leggjandi irrelevant fyri diskussiónina, tí orsøkin til, at fólk ofta ikki velja bussin er tí, at hann koyrir so sjáldan. Tað fer í Føroyum ofta øgiliga nógv bíðitíð til, um tú skalt brúka bussarnar hjá Strandferðsluni. Og so tekur mann bara bilin, hóast mann veit, at tað grundleggjandi bæði er dýrari fyri seg sjálvan og samfelagið. Tí er mín pástandur, at tú kanst bæði fáa eitt betri og meira lønandi samfelag, um tú setir fleiri bussar inn heldur enn at avtaka bussleiðirnar. Í Havn tóku tey stigið heilt út, og tóku brúkaragjaldið av bussunum, og teir hava neyvan verið brúktir meira enn tað sama. Nakrar dagar aftaná handan dagin, tá eg var einasti kundin í bussinum til Eiðis gjørdi Strandferðslan av, at ongir bussar skuldu koyra millum Oyrarbakka og Eiði um vikuskiftini. Eg fann útav tí, tá eg skuldi til Eiðis ein sunnudag, men so var bussurin líkasum farin til helvitis, áðrenn eg slapp við nøkrum bussi. Og nú er í hvussu so er púra vist, at fólk heldur taka bilin enn bussin, tá tey skulu til Eiðis. Bussar missa kundar, tá teir ikki koyra. Ikki tá teir koyra. BARBARA@SOSIALURIN.FO Cristiano Ronaldo dos Santos Aveiro (føddur 5. februar 1985) er en portugis­ iskur fótbóltsleikari, sum spælir fyri spanska La Liga felagið Real Madrid og fyri A-landsliðið hjá Portugal. Ronaldo byrjaði sína fótbóltslívsleið sum ungdómsleikari í Nacional, og hansara framgongd hjá Nacional, førdi til eitt skifti til høvuðsstaðarfelagið Sporting CP tvær fótbóltssesongir seinni. Stóra talentið hjá Ronaldo gjørdi, at venjarin hjá Manchester United Alex Ferguson legði merki til hann og skrivaði undir kontrakt við tann tá 18-ára gamla portugisan fyri 12,24 milliónir £ summarið 2003. Komandi fótbóltsárið vann Ronaldo sítt fyrsta meistaraheiti í FA Cup og kláraði eisini at koma til EM 2004-finaluna við Portugal. Tað var eisini í sama EM endaspælinum, at hann skor­ aði sítt fyrsta landsliðsmál, tað var móti Grikkalandi í tí fyrsta dystinum í enda­ umfarinum, sum Portugal tó tapti 1-2. Í 2008 vann Ronaldo og restin av United- liðinum UEFA Champions League. Ronaldo varð kosin man of the match í finaluni. Seinni varð hann kosin sum FIFPro World Player of the Year og FIFA World Player of the Year, samstundis við at hann gjørdist fyrsti Manchester United leikari í 40 ár, ið vann Ballon d'Or. Í 2014 vann hann aftur Ballon d'Or. Sum kanska flest vita, so fer Portugal at leika ímóti Føroyum á Tórsvølli 10.10.16. Tað verður spennandi at vita um Cristiano Ronaldo verður við til dystin í Føroyum. Tað verða nokk nógv børn og ung, ið ynskja at síggja og heilsa uppá hendan heimskenda fót­bólts­leikaran, so er bara at vóna hann gevur sær stundir at skriva auto­grafar til allar fjepparnar. Sara Samson Lamhauge Verður Ronaldo á Tórsvølli? Klumma frá okkara praktikanti