hósdagur 25. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
T
á ið svenskarar ferðast,
leingjast teir eftir
knekkbreyði og Kalles
Kaviar – um teir væl
at merkja ikki hava proviant við
í kuffertinum. Kalles Kaviar fer
mær nokk ongantíð at dáma. Nei,
lat meg heldur rætta hatta: Kalles
Kaviar fari eg nokk ongantíð at
royna. Kalles Kaviar er forlorðin
kaviar á tubu – litað og smakksett
fiskaslógv. Møguliga ein góður
máti at gagnnýta fiskaslógv og
minka um matspillið? »Man má
royna alt, annars veit man ikki
um man dámar tað!«, soleiðis
sigur lítlabarnið Ýr onkuntíð við
meg, tá ið eg haldi meg aftur frá
at royna okkurt nýtt – guðviti
hvør hevur lært hana at siga so?…
Ja, tað sær út til, at eg noyðist at
fara at royna Kalles Kaviar. Tað
verður (møguliga) eina aðruferð.
Knekkbreyð, harafturímóti, havi
eg roynt nógvar ferðir. Bæði at
eta og baka. Og hóast eg havi etið
rættiliga nógv knekkbreyð, so tók
tað rættiliga langa tíð, áðrenn eg
heilt visti um mær dámdi tað.
Og jú, eg skilji svenskarar nú.
Knekkbreyð er gott.
Eg haldi, at svenskarar hava
eitt heilt øðrvísið tilknýti til
knekkbreyð enn flestu føroyingar.
Knekkbreyð hevur altíð mint meg
um:
•
Millummála í barnagarðinum
– ein av teimum keðiligaru.
•
Fólk uppá »kost« – altso
sovorðin, ið eta kost heldur
enn mat - fyri at gerast lættari
og lekkrari.
•
Og tað vit eta, tá ið »ordiliga«
breyðið er uppi.
Men hetta er við tíðini broytt.
Eg veit ikki nær tað hendi, ella
hví. Møguliga tí at svenskarar
eta knekkbreyð so nógv øðrvísi
enn vit. Herfyri var eg úti og át,
og matstovan serveraði breyð og
KNEKKBREYÐ afturvið matinum.
Løgið! Svenskarar kunnu eta
knekkbreyð afturvið næstan
øllum. Møguliga tí at knekkbreyðið
ofta er betur enn breyðið?
Eg havi havt nógvar upptúrar
og nógvar niðurtúrar, tá ið eg
havi roynt at baka við súrdeiggi
– so um onkur tykkara liggur
inni við góðum ráðum, so eru tey
vælkomin. Okkurt havi eg tó
lært, bæði ígjøgnum tað, ið
eydnaðist,
og ígjøgnum tað, ið misseydnaðist.
Ikki nógv, men okkurt. Annað er,
at onkuntíð, so riggar tað bara
ikki, og onkuntíð, so ber ikki til
at finna nakra frágreiðing. Tá er
bara at byrja umaftur. Hitt er, at
knekkbreyð er tað allar lættasta
at baka. Í øllum førum merkist
tað ikki so týðiliga aftur, um tað
misseydnast. Tey eru etandi
allíkavæl. So lat okkum byrja við
knekkbreyðunum og venda aftur
til breyðið næstuferð.
Tá ið vit hava eittsindur
meira venjing.
Svensk
rugknekkbreyð
Um morgunin tekur tú
súrdeiggið úr kuldaskápin
um. Stoytir alt uttan umleið
1 dl burtur, og gevur tí síðani
at eta – einar 2 súpiskeiðir av
vatni, og einar 2 súpiskeiðir
av rugmjøli. Lat standa á
køksborðinum til um kvøldið.
Svensk knekkbreyð eru stór og rund, og hava eitt hol í miðuni. Eg brúkti eitt ílat til eitt fýrfatsljós at gera hol í míni
Syrg fyri at hava nokk av mjøli á borðinum, tá ið tú rullar knekkbreyðini út. Rulla tey so tunt sum gjørligt
tat ikki ov nógvar bløðrur
skulu koma í? Eg geri tað
mest fyri útsjóndina
KNEKKBREYÐ