hósdagur 25. februar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
23
Til umleið 9 knekkbreyð
skalt tú brúka:
2 súpiskeiðir av súrdeggi
150 gram speltmjøl
150 gram rugmjøl
150 gram av vatni (hetta eru 1,5 dl)
1 teskeið av salti
Tá ið kvøldið kemur, og børnini eru
løgst og/ella Dagur og vika er farin
framvið (ella hvussu tú nú deilir
kvøldið upp í fyrru og seinni helvt),
er súrdeiggið klárt at brúka. Blanda
saman 2 súpiskeiðir av súrdeiggi
við 1,5 dl av vatni, 150 gram av
rugmjøli og 1 teskeið av salti. Elt
síðani 150 gram av speltmjøli uppí.
Lat standa yvir nátt. Um morgunin,
ella fyrrapartin, er klárt at baka.
Set ovnin á 200 hitastig. Tak ein
bita av deiggi, á stødd við eina lime,
og rulla út til rundingar, so tunt
sum gjørligt. Syrg fyri at hava nokk
av mjøli á borðinum, soleiðis at
deiggið ikki festir seg í borðið. Um
tú vilt, kanst tú koyra hol í miðjuna,
og prika deiggið við einum gaffli.
Tað sær vakurt út. Tað ber eisini til
at krydda knekkbreyðið eittsindur.
T.d. við rósmarin - minst bara til at
rulla nakrar ferðir eftir deigginum
við køkurulluni, soleiðis at kryddið
setur seg fast.
Baka í ovninum í 8-10 minuttir.
Fylg við, tey fara skjótt frá ov bleyt
til brend. Lat kólna á eini rist. Goym
á eini stong uppi undir loftinum -
sum svenskararnir (nei, eg trúgvi
ikki at nógvir svenskarar gera
hetta longur, men tað er stuttligt at
ímynda sær knekkbreyð hangandi
uppi undir loftunum í øllum
studentakømurunum). Ella goym
tað í eini dós.
Tú kanst prika knekkbreyðið við einum gaffli. Eg veit ikki hví summi gera hetta. Kanska fyri
at ikki ov nógvar bløðrur skulu koma í? Eg geri tað mest fyri útsjóndina
Tað er lítið effektivt at baka rund knekkbreyð - bert trý passa inn í mín ovn í senn. Men ikki alt skal vera effektivt. Um tú
ikki hevur tolið til at baka rund knekkbreyð, so ber saktans til at rulla deiggið úr til ein stóran fýrakant, ella tveir.
Flatbreyð eru gjørd av næstan sama deiggi, sum hesi knekkbreyðini. Um tú bakar eitt av knekkbreyðunum
í 5 minuttir, heldur enn 9 minuttir, so er tað enn bleytt og boyggiligt. Við eini hálvari avokado og eittsindur
av døgurðarestum frá í gjár hevur tú eina heila máltíð. Eittsindur sum ein norðurlendsk tortilla
Í seinastu viku hevði eg grein í
Vikuskiftissosialinum um at gera
súrdeiggj. Møguliga hevur tú longu
gjør t títt egna súrdeiggj, møguliga
ikki. Um ikki, er bara at fara í gongd.
Her er vegleiðingin enn eina ferð:
Soleiðis gert tú súrdeiggj:
Blanda 1 súpiskeið av rugmjøli við
tvær súpiskeiðir av vatni - gjarna
lunkað. Lat standa í tveir dagar á
køksborðinum - uttan lok. Ella onkra
aðrastaðni. Okkurt stað, har tað er
eittsindur heitt. Ikki á vesinum. Okkurt
stað, har bakteriufloran í luftini er
eittsindur lættari at hugsa um, enn hon
á vesinum. Eftir tveir dagar koyrir tú
eina súpiskeið av rugmjøli í blandingina
og rørir runt. Nú kanst tú koyra lok á.
Lat standa yvir nátt. Morgunin eftir
eigur tú at síggja smáar bløðrur í
súrdeigginum, og tað luktar (møguliga)
søtt, eittsindur av edikki og eittsindur
av øl. Tað er ymiskt, hvussu tað
luktar, alt eftir júst hvat fyri bakteriur
og soppasporar ráða í júst tínum
súrdeggi. Um tær ikki dámar luktin,
byrja so av nýggjum, og vóna at okkurt
annað búsetur seg í súrdeigginum
næstuferð. Dámar tær luktin, so
hevur tú fingið eitt nýtt kelidjór. Gev
tí mat og drekka hvørt kvøld - tvær
súpiskeiðir av rugmjøli, og tvær av
vatni. Fimta dagin stoytir tú næstan
alt súrdeggið burtur - lat umleið 1-2
cm upp eftir ílatinum vera eftir. Gev tí
nú mat og drekka, og lat tað standa
til um kvøldið. Nú er klárt at brúka.
Orsøkin til at tú stoytir so nógv
burtur, er fyri at fáa javnvág millum
hvussu stórt súrdeiggið er, og
hvussu nógvan mat tað fær.
Súrdeiggið kann goymast á
køksborðinum, og hetta er best, um
tú bakar ofta. Tá skal tað hava mat
og drekka hvønn ella annan hvønn
dag. Hin møguleikin er at goyma tað í
kuldaskápinum. Tá kann tað standa í
minst tvær vikur uttan mat og drekka.
Minst tó til at taka tað fram nakað væl
áðrenn tú bakar, so tað nær at koma í
gongd aftur úr kuldaskápsdvalanum.