Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 24 »Pengar úr kommunu­ kassanum eru hóast alt líka almennir sum pengar úr landskassanum« RÓGVI NYBO »Vit hava ein alt ov stóran yvir­ bygn­ing í mun til tey 49.000 fólkini vit eru«. Tað var einfaldi boðskapurin, tá Sosialurin farna vikuskifti tosaði við Halgir Winther Poulsen um almennu fyrisitingina í Føroyum. Støddin á almennu fyrisitingini í Føroyum, í breiðastu merking, er eitt evni, ið Palleba og Marsanna og vinnulívið í Føroyum ofta hava á munni og sum dúgliga verður kjakast um. Eisini politikarar, serliga høgru­megin politisku búskapar­ligu miðjuna, hava til gaman at finnast at støddini á al­ mennu fyrisitingini og lova skatt­ gjald­arum at nú skal skerast niður og nú skal haldast aftur. Tøk verða eisini tikin. Tað kemur fyri at stovnar verða lagdir niður, uppgávur verða miðsavnaðar og at øki verða flutt út til onnur at um­sita. Kortini minkar almenna fyri­sitingin ikki. Stendur heldur í stað ella veksur. Hvussu kann tað vera? Hvussu eru vit komin hagar, at yvir­bygningurin er við at koppa skútuni? Svarið skal helst finnast í, at ting eru ikki altíð sum tey tykjast at verða ella sum politikarar vilja hava tey at síggja út til at vera. Her eru nøkur dømi um politiskar at­gerðir, ið kundu og helst eisini skuldu geva fólki ta følsku ímynd, at tøk verða tikin fyri at gera al­ mennu fyrisitingina skynsamari, men har veruliga ætlanin ofta er ein onnur. Sparing sum gykl fyri øðrum endamáli Tann 1. apríl 2013 varð Landsbanki Føroya sum stovnur lagdur niður og øll 12 starvsfólkini søgd úr starvi. Landsbankin varð sett­ur á stovn í 1988 og hevði til høvuðs­ uppgávu millum annað at varð­ veita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum, at gera óheftar bú­skap­ ar­metingar av føroyska búskap­ inum og at umsita gjaldføri og skuld hjá landskassanum. Men sum liður í ætlanunum hjá tá­ ver­andi samgongu millum Fólka­ flokkin, Sambandsflokkin, Sjálv­ stýris­flokkin og Miðflokkin, at fáa før­oyska búskapin á føtur aftur, skuldi tað almenna ganga á odda og fremja sparingar í almennu fyri­ sitingini. Eitt av úrslitinum var, at Landsbankin skuldi niðurleggjast og uppgávurnar skuldu flytast til aðrar stovnar at umsita. Talan var tó ongantíð um nakra veruliga sparing. Tá Landsbanki Føroya varð lagdur niður, vórðu øll 12 starvsfólkini uppsøgd. Men sam­stundis vórðu uppgávurnar, hesi 12 starvsfólkini høvdu loyst, fluttar til aðrar stovnar at um­ sita, eitt nú til Gjaldstovuna, Hagstov­una og Fróðskaparsetrið. Aðal­stjórin í Fíggjarmálaráðnum, Bjarni Askham Bjarnason, váttaði tá eis­ini, at øll fólkini fingu annað starv hjá tí almenna. Man tók onga avgerð um, at hesar upp­ gáv­ur­nar ikki skuldu loysast av tí almenna. Tær skuldu bara loysast aðra­ staðni« Almenna rundkoyringin – Almenni yvirbygnaðurin kostar meira enn vit 49.000 fólk kunnu bera, og vit mugu rópa varskó, segði Halgir Winther Poulsen um føroyska krakka­ veldið farna vikuskifti. Fleiri dømi eru um, at uppsagnir ella niðurlegging av almennum stovnum, við rationalisering sum politiskari grundgeving, í veru­leikanum onga sparing gevur. Heldur er talan ofta um eina al­ menna rundkoyring uttan ábyrgdarkenslu og veruligar avgerðir ALMENNAR SPARINGAR ERU GYKL FYRI SKATT- GJALDARANUM SAMFELAG Framhald á næstu síðu