hósdagur 25. februar 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
28
– Eg sat í nevndini fram til 1. januar 2014, og tað varð ikki arbeitt við øðrum
møguleikum enn Hvalba. Vit vóru komin á mál, so tað at skúlin varð fluttur,
má vera avtalað spæl millum Trúgva Gudmundarson og Kristin Michelsen,
sigur Ásbjørn Djurhuus, fyrrverandi limur í eftirskúlanevndini
HALLUR AV RANA
T
að var eftirskúlanevndin,
ið Trúgvi Gudmundar
son er limur í, sum hand
aði landsstýrismann
inum í mentamálum eitt álit um
at byggja í Drelnes. Spurdur um
hví hann var við til at flyta skúlan
úr bygdini, afturvísir borgarstjórin
í Hvalba, at hann átti nakran lut í tí.
– Eg varð valdur í nevndina
aftaná, at tað varð avgjørt at byggj
ast skuldi í Drelnes. Eg eri sjálvandi
keddur um, at hann ikki endar í
Hvalba, men um vit fara pilka við
tað nú, so eri bangin fyri, at hann
ikki verður veruleiki.
Tað er tó ein grundgeving, ið
undanmaðurin hjá Trúgva Gud
mundarson í eftirskúlanevndini,
Ásbjørn Djurhuus, slett ikki kenn
ist við.
– Tað var ikki upp á tal, tá eg sat í
nevndini. Tað passar ikki, um hann
sigur, at avgerðin varð tikin áðrenn.
Drelnes var aldrin ein møguleiki,
sigur fyrrverandi limurin í eftir
skúlanevndini, Ásbjørn Djurhuus,
og leggur afturat.
– Eg sat í nevndini fram til 1.
januar 2014, og tað varð ikki ar
beitt við øðrum møguleikum
enn Hvalba. Vit vóru komin á
mál, so tað at skúlin varð fluttur,
má vera avtalað spæl millum
Trúgva Gudmundarson og Kristin
Michelsen.
Borgarstjórin í Hvalba fær
tó óbeinleiðis stuðul frá Herálvi
Jacobsen, formanni í Føroya Lær
arafelag, ið varð valdur í nevndina
í 2012, tá hann verður spurdur um
verkætlanina.
– Eg havi onga viðmerking
til málið, tí avgerðin at byggja á
Drelnesi varð tikin áðrenn eg kom í
nevndina, sigur Herálvur Jacobsen.
Vikuskiftis-Sosialurin hevur
roynt at fingið eina viðmerking
frá Ólavur Rasmussen, formanni
í eftirskúlanevndini, fyri at stað
festa nær avgjørt varð at flyta
skúlan, men hevur tað tíverri ikki
eydnast at fingið fatur á honum.
Mist alla vón um at
hann endar í Hvalba
Ein av teimum, ið hevur arbeitt fyri,
at nýggi eftirskúlin verður bygdur í
Drelnesi, er borgarstjórin í Hvalba,
Trúgvi Gudmundarson. Umframt
at stuðla nýggju verkætlanini sum
borgarstjóri, so er borgarstjórin
eisini limur í eftirskúlanevndini,
ið hevur mælt til, at nýggjur skúli
verður bygdur í Drelnesi.
Tað kann tykjast undrunarsamt,
at tað er júst borgarstjórin í Hvalba,
bygdin har eftirskúlin skuldi byggj
ast upprunaliga, ið gongur á odda
at flyta skúlan.
Hann er tó ikki einsamallur, tí
umframt borgarstjóran, so hevur
Vikuskiftis-Sosialurin tosað við
fimm út av seks bygdaráðslimum
um skúlan, harav fýra limir siga seg
stuðla borgarstjóranum. Orsøkin
er einføld. Hvalbingar eru bangnir
fyri, at um rok verður um skúlan
nú, so verður hann fluttur av oynni.
– Eg veit ikki, hvussu málið er
komi so langt, at skúlin verður
fluttur úr Hvalba. Men tað er
betri, enn at hann verður fluttur
av oynni, sigur ein bygdaráðslimur
við blaðið.
Júst tað er sera sannlíkt, metir
borgarstjórin.
– Um hetta ikki ber til, so er tað
eitt fakta, at skúlin ikki verður á
oynni. Eg eri sannførdur um, at
hetta er síðsta útkall. Eg havi mist
alla vón um, at hann endar í Hvalba,
sigur Trúgvi Gudmundarson.
Borgarstjórin greiðir frá, at
talan er um eitt mál, ið strekkir seg
langt aftur í tíðina, men at tað var
tá Helena Dam á Neystabø sat sum
landsstýriskvinna, at dreymurin
um ein eftirskúla í Hvalba brast.
– Kommunurnar tosaðu tá við
Helenu Dam á Neystabø, ið ikki
vildi hoyra talan um at byggja í
Hvalba. Har varð alt sabotera, og
Helena Dam á Neystabø eigur
stóran part av skyldini
Bygdaráðslimur gongur
móti streyminum
Á Nesi í Hvalba situr ein maður, ið
saknar veruligar grundgevingar
um flytingina av eftirskúlanum.
Martin í Nesi er einasti býráðslimur
í norðara helvt á Suðuroynni, ið við
blaðið talar at ætlanini hjá eftir
skúlanevndini. Hann metir tó, at
hann hevur fleiri av hinum bygda
ráðslimunum við sær.
– Á seinasta fundinum hjá
bygdaráðnum varð samtykt, at
neyðugt var við fundi við eftir
skúlanevndina, so vit kunnu fáa
greiðu á hví skúlin er fluttur úr
Hvalba. Vit vita alt ov lítið um
hetta málið, og satt at siga, vistu
vit ikki av, at borgarstjórin var
limur í nevndini, fyrr enn tað var
í fjølmiðlunum, sigur bygdaráðs
limurin.
Martin í Nesi ivast eisini í
heimildini hjá eftirskúlanevndin
at staðseta skúlan eina aðrastaðni
á oynni.
– Fyri tveimum vikum síðani
vóru vit á fundi við Tvøroyrar og
Fámjin kommunu, har vit millum
annað umrøddu hetta málið. Tá
kom Trúgvi Gudmundarson við
einum skjali, ið skuldi prógva, at
vit hava givið nevndini heimild at
staðseta skúla aðrastaðni.
– Ta tulkingina tók bygdaráðið í
Fámjin undir við, men bygdaráðið
í Hvalba tók ikki undir við tí. Vit
ynsktu nevniliga fund við eftir
skúlanevndina fyrst.
Formaðurin í nevndini
løntur av hvalbingum
Tað sum kanska hevur verið tor
førast hjá nógvum hvalbingum at
Eg eri sannførdur
um, at hetta er
síðsta útkall. Eg
havi mist alla
vón um, at hann
endar í Hvalba«
Trúgvi Gudmundarson
SAMFELAG
MÁ VERA
AVTALAÐ
SPÆL
Ásbjørn Djurhuus