hósdagur 25. februar 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
29
góðtaka í málinum, er at formað
urin í eftirskúlanevndini, Ólavur
Rasmussen, hevur verið á lønar
listanum hjá Hvalbiar kommunu
í fleiri ár, har hann millum annað
skuldi arbeiða fyri eftirskúlanum.
– Ólavur Rasmussen fekk 20.000
krónur um mánaðin í eitt ár fyri
at arbeiða við SALT verkætlanini.
Samstundis fekk hann 20.000
krónur um mánaðin í eitt ár fyri
at arbeiða við eftirskúlanum. Tað
hevur sostatt kostað Hvalbiar
kommunu 480.000 krónur í lønum,
umframt ferðastuðul og annað til
Ólav Rasmussen, men nú er skúlin
fluttur
úr bygdini,
upplýsir Martin
í Nesi.
Trúgvi Gudmundarson váttar,
at Ólavur Rasmussen hevur fingið
pening frá kommununi fyri at
virka fyri m.a. eftirskúlanum, men
vil ikki upplýsa upphæddina fyri
blaðnum.
– Vit hava stuðla verkætlan
unum við SALT og eftirskúlanum
við einari starvsløn, men tað er
einki nýtt, at Hvalbiar kommuna
stuðlar slíkum. Vit hava altíð
stuðla verkætlanum kring oynna,
m.a. hava vit veitt fleiri hundrað
túsund krónur í stuðli til langhylin
í Vági, sigur Trúgvi Gudmundarson
um lønina hjá Ólavi Rasmussen.
HALLUR AV RANA
Í nógv ár hava suðuroyingar
stríðst fyri at fáa ein eftirskúla
til oynna. Tað eru tey flestu
enn samd um, men síðani er tað
ikki nógv annað í málinum, har
suðuroyingar draga somu linju.
Nýggja ætlanin um at byggja
eftirskúla á Drelnesi hevur nevn
iliga kloyvt suðuroyingar í tvey,
og líkt er til, at tað kann gerast
endin á dreyminum um ein eftir
skúla í oynni.
Ávaring frá lands
stýriskvinnuni
– Eg sakni eina greiða fráboðan
frá kommununum úr Suðuroy,
bæði um staðsetingina og um
fíggingina.
Tað var boðskapurin, ið
Rigmor Dam, landsstýriskvinna
í mentamálum, kundi bera
fundarfólkunum á fundi hjá
Javnaðarflokkinum í Suður
oynni.
Landsstýriskvinnan
svaraði einum spurningi
frá einum fundarluttakara,
ið fregnaðist um ætlanina um
ein eftirskúla í oynni, aftaná at
løgtingið hevði játtað 200.000
krónur til skúlan.
Óvissan støðan fekk eisini
landsstýriskvinnuna at ávara
fundarfólki um, at um semja ikki
fekst á málinum, so er vandi fyri,
at øll verkætlanin kann detta
niðurfyri.
Suður móti norður
Við Vikuskiftis-Sosialin siga
bæði Trúgvi Gudmundarson,
borgarstjóri í Hvalba, og Kristin
Michelsen,
borgarstjóri
á
Tvøroyri, at teir ikki vita hvat
landsstýriskvinnan sipar til.
Men eitt skjótt spurnarumfar
millum borgarstjórarnar í oynni
staðfestir, at Rigmor Dam hevur
grein í sínum máli.
Í norðara helvt av oynni, tað
eru borgarstjórarnir í Hvalba,
Tvøroyri, og Fámjin, er full
semja um, at álitið frá eftirskúla
nevndini skal fylgjast.
– Nevndin hevur fingið
heimild at staðseta hvar skúlin
skal liggja. Vit fylgja tí, sigur
Trúgvi Gudmundarson, borgar
stjóri í Hvalba.
– Kommunurnar í oynni
góvu nevndini heimild at stað
seta skúlan, tá tað ikki lat seg
gera at byggja í Hvalba. Vit
fylgja tí tilmælinum, sigur
Kristin Michelsen, borgarstjóri
á Tvøroyri.
– Hann skal byggjast á
Drelnesi. Kommunurnar hava
givið nevndini fyri eftirskúla
num loyvi til at staðseta hvar
skúlin skal vera, og tað verur
mælt til, at hann skal vera har,
svarar Eyðdis Ellendersen, borg
arstjóri í Fámjin.
Á sunnari helvt á oynni eru
borgarstjórarnir ørkymlaðir, tí
tey vita ikki betri enn, at um ein
nýggjur skúli skal byggjast, so er
tað í Hvalba.
– Hetta bygdaráðið hevur
ikki kjakast um hvar skúlin skal
leggjast, men vit hava gingið út
frá, at hann skal liggja í Hvalba,
sigur Eyðbjørn Thomsen, borgar
stjóri í Sumba.
– Vágs býráð hevur samtykt,
at vit stuðla byggingini í Hvalba,
sigur Dennis Holm, borgarstjóri
í Vági.
– Seinasta vit vistu, var upp
skotið, at eftirskúlin skuldi vera
í Hvalba, sigur Mikkjal Sørensen,
borgarstjóri í Porkeri.
– Vit samtyktu, at hann skuldi
vera í Hvalba. Tað varð lagt á
hillina einaferð, og síðani havi
eg ikki hoyrt nakað aftur um
skúlan, fyrr enn eg hoyrdi okkurt
í fjølmiðlunum, sigur Delmar
Tausen, borgarstjóri í Hovi.
Ósamd um heimild
Ein grundleggjandi partur av
ósemjuni millum kommunurnar
botnar í eini heimild, ið eftir
skúlanevndin fekk frá kommun
unum, tá Helena Dam á Neystabø
vrakaði uppskotið um at byggja
í Hvalba, og heitti á kommun
urnar um at finna onkran annan
bygning at brúka til eftirskúla.
Borgarstjórarnir í Hvalba,
Fámjin og Tvøroyri meta øll,
at heimildin loyvir nevndini at
arbeiða víðari við málinum, og
finna eitt nýtt stað til skúlan.
Hvørs talan var um at byggja á
nýggjum stað ella keypa nýtt var
líkamikið.
Tann tulkingin eru serliga
borgarstjórarnir í Porkeri og Vági
ósamdir í.
– Eg haldi ikki, at skjalið gevur
heimild til at byggja aðrastaðni.
Vit vóru samdir um at leita eftir
verandi bygningum, men skúlin
skuldi helst byggjast í Hvalba,
sigur Delmar Tausen, ið tó leggur
afturat, at hann ikki hevur nakað
móti einum skúla í Drelnesi.
– Tað er kanska líka gott at
byggja har sum aðrastaðni, men
eingin hevur spurt okkum um
tað er í lagi.
Dennis Holm heldur eisini
fast um, at Vágs kommuna ikki
hevur latið nakra slíka heimild.
– Um tað ikki lat seg gera at
byggja í Hvalba, so fekk nevnd
in heimild at finna ein verandi
bygning, ið kann húsa skúl
anum. Hon hevur aldrin fingið
heimild at byggja aðrastaðni,
sigur borgarstjórin í Vági.
18. mars 2015 handaði ein nevnd landsstýrismanninum í mentamálum
eitt álit, ið staðsetti ein eftirskúla í Drelnesi. At síggja til tóktist,
at semja var um málið, men tá skava verður í yvirflatanum gerst
skjótt greitt, at nýggja álitið elvir til ósemju í oynni. Vikuskiftis-
Sosialurin hevur tosað við borgarstjórarnar á oynni, og tað
einasta, ið er greitt, er at eingin semja finst um skúlan
Trúgvi Gudmundarson
Eftirskúlin kloyvir Suðuroynna
Framhald á næstu síðu
SAVNSMYNDIR
Martin í Nesi