Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 30 SAMFELAG HALLUR AV RANA T ey, ið ikki minnast for­ tíð­ina, eru dømd at endur­taka hana. Orðini eigur spanski heimspek­ ingurin George Santayana, og eru tey ein áminning til manna­ættina, um ikki at gloyma gamlar feilir, men heldur læra av teimum. Tann áminningin er relevant í Suðuroynni í dag, nú eitt nýtt skúla­stríð hevur tikið seg upp í oynni. Frammanundan er Skúladepilin í Suðuroy kanska eitt tað grovasta dømi um hvussu ósemjur millum kommunur kann enda við eini staðseting av einum skúla, ið ikki tænir nøkrum parti, men tað hevur ikki steðga suðuroyingum í aftur at trætast um staðsetingina av einum skúla. Hesaferð um staðsetingina av eftirskúla í oynni. 80 næmingar í Hvalba Tað var stutt aftaná aldarskiftið, at gongd varð sett á ætlanirnar um at byggja ein nýggjan eftirskúla í Suðuroynni. Rættiliga skjótt vórðu kommunurnar á oynni samdur um, at eftirskúli við pláss fyri 80 næmingum skuldi liggja í Hvalba. Tað gekk tó nøkur ár, áðrenn næsta stig varð tikið í verkætlanini, men í oktober 2006 kundu komm­ un­urnar í oynni leggja eitt álit fram, har mælt varð til at byggja skúlan í Hvalba. Ivamál vórðu tó reist um verk­ætlanina tá Helena Dam á Neystabø, táverandi lands­stýris­ kvinna í mentamálum, í 2008 stað­ festi, at landið ikki var sinna til at fíggja táverandi verkætlan. Í staðin mælti landsstýriskvinnan til, at keypa ein brúktan skúlabygning, heldur enn at byggja ein nýggjan skúlan. Tað sum síðani fylgdi var ein togtogan um staðsetingina av eftir­ skúlanum, ið er at líkna við ósemj­ una við Skúladepilin í Suðuroynni. Togtogan um skúlan Í brævi til kommunurnar í Suður­ oynni, dagfest 28. mai 2009, skriv­ aði Helena Dam á Neystabø, at hon, eftir at hava verið á vitjan í oynni, metti at skúlin í Sumba var væl egn­aður til eftirskúla, og mælti kommun­unum at keypa skúlan. Tað er tó greitt, at kommunurnar ikki tóku undir við tilmælinum frá landsstýriskvinnuni, tí 20. august 2009 samtykti Tvøroyrar komm­ una at selja skúlan í Trongisvági til eftirskúlavirksemi. Tann loysnin bar heldur ikki á mál, og nú lá málið stilt í nøkur ár. 18. mars í fjør kom ferð á málið aftur, tá Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður í mentamálum, fekk handað eitt álit frá eftirskúlanevndini um skipan av eftirskúla í Føroyum. Nú vórðu nýggir tónar at hóma. Skúlin skuldi ikki longur liggja í Hvalba, Sumba ella Trongisvági, men skuldi nú liggja á Drelnesi. – Nevndin hevur staðsett skúlan á Drelnesi vestanfyri SALT, har mongu kreativu til­boð­ ini til ungdómin á ein serstakan hátt koma til sín rætt, og har yvir­ skipaðu karmarnir eru í heims­ klassa, skrivaði nevndin. Uppskotið vakti ans í Suður­ oynni, og verri enn so allar komm­ unur ella borgarar tóku undir við tilmælinum, ið Heðin Mortensen fyri kommunufelagið, Trúgvi Gudmundarson fyri Kommunu­ felagið, Herálvur Jacobsen fyri Lærarafelagið, Magna Thomassen fyri skúlaleiðarafelagið og Ólavur Rasmussen fyri stigtakararnar høvdu undirskrivað. Úrslitið er eisini hareftir, tí hóast samgongan hevur játtað 200.000 krónur til nýggjan eftirskúla í Suður­oynni, so mátti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, á fundi í Hovi í síðstu viku, ávara suður­oyingar um, at um tað ikki ber til at finna eina semju um hvar skúlin skal liggja, so stúrir hon fyri, at verkætlanin dettur niðurfyri. Harvið tykist nógv at benda á, at suðuroyingar ikki hava lært av fortíðini, men lata enn einaferð klandur spenna bein fyri eina skúla­verkætlan. HALLUR@SOSIALURIN.FO EIN EFTIRSKÚLI TENGDUR AT KLANDRI Hóast kommunurnar í Suðuroynni longu í 2006 vóru samdur um, hvar ein nýggjur eftirskúli skuldi byggjast, so er nú veruligi vandi fyri, at verkætlanin dettur niðurfyri vegna ósemju um staðsetingina. Vikuskiftis-Sosialurin hevur gjørt eina gjøgnumgongd av verkætlanini. Her er skjalið, ið borgarstjórarnir í Suðuroynni eru ósamdir um. Borgarstjórarnir í norðara helvt av oynni siga, at tað gevur eftirskúlanevndini heimild at staðseta ein nýggjan skúlan, meðan teir í sunnaru helvt siga, at heimildin er avmarkað til at finna verandi bygningar. »Í Sosialinum 17. februar varð lýst við, at ein grein skuldi vera í Vikuskiftis-Sosialinum síðsta vikuskiftið um eftirskúlan í Suðuroynni. Greinin kom aldrin í blaðið, tí trupult hevur verið at finna fólk, ið ynsktu at tosa alment um evnið. Nógvar meiningar eru um hvat er hent, tá skúlin varð staðsettur í Drelnesi, men fá vilja endurgevast fyri tað, og var tað orsøkin til, at greinin ikki var við blaðnum síðstu viku. Neyðugt var við meiri tíð at tosa við keldur. Rithøvundurin hevur roynt at fingið fatur á Ólavi Rasmussen, formann í Eftirskúlanevndini, men eydnaðist tað ikki áðrenn blaðið fór til prentingar.« Limir í eftirskúlanevndini: Heðin Mortensen, borgarstóri í Havn og formaður í Kommunufelagnum, Trúgvi Gudmundarson, borgar­stjóri í Hvalba og umboð fyri Kommunu­ felagið, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Magna Thomassen, umboð fyri Skúla­ leiðara­felagið og Ólavur Rasmussen, um­boð fyri stig­takarar­nar og for­ maður í nevndini.