Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 31 POLITIKKUR Heldur enn fast um stýrisvølin Hóast hann er leiðari fyri einari minnilutastjórn, so er tað forsætisráðharrin sum avger hvat hendir á politiska pallinum ÁRNI GREGERSEN T að kom óvart á øll, at ein stjórnarkreppa skuldi taka seg upp í Danmark í hesi vikuni. Ikki tí, talan er um eina minnilutastjórn, sum hvønn dag kann fáa ein meirluta í Fólkatinginum ímóti sær og harvið noyðist at leggja frá sær, men onki var sum bendi á, at ein slík støða fór at taka seg upp nú. Men týsdagin slepti minsti borgarligi flokkurin, Konservativi Fólkaflokkurin, einari bumbu. Flokkurin boðaði frá, at hann ikki longu hevur álit á landbúnaðar- og umhvørvisráðharranum, Eva Kjer Hansen. Álitið fór, tí flokkurin segði, at tøl, sum ráðharrin hevði lagt fram í sambandi við broytingarnar í einari landbúnaðarlóg, ikki eru eftirfarandi. At flokkurin ikki longur hevur álit á ráðharranum vil ikki siga tað sama sum, at flokkurin ikki hevur álit á sitandi stjórn, men flokkurin leggur trýst á forsætisráðharran um at sleppa sær av við landbúnaðarráðharran. Hósmorgunin segði formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum, Søren Pape Poulsen, at flokkur hansara framvegis hevur álit á stjórnini og politisku verkætlanini hjá Lars Løkke, men hann helt fast við, at flokkurin ikki hevur álit á Eva Kjer Hansen. Undarligur politikkur Stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, er ein minnilutastjórn. Stjórnin fekk bert 19,5 prosent av atkvøðunum við seinasta fólkatingsval, men tað eydnaðist kortini Lars Løkke Rasmussen at tryggja sær lykilin til forsætisráðið. Í Danmark er vanligt at hava minnilutastjórnir. Ein minnilutastjórn kann virka, um tað er so, at hon ikki hevur ein meirluta ímóti sær í fólkatingssalinum. Í hesum førinum hava Dansk Folkeparti, Liberal Alliance og Konservativi flokkurin tryggjað, at stjórnin ikki hevur ein meirluta ímóti sær. Tað ber væl til at reka politikk uppá tann mátan og tað ger eisini, at avtalur og semjur ofta verða gjørdar við ymiskar flokkar í tinginum. Ein minniluitastjórn noyðist altíð at samráða seg til avtalur, so uppskotini hjá stjórnini kunnu fáa neyðuga meirluitan í Fólkatinginum. Ráðharrin trupulleikin Støðan í Danmark er framvegis spent. Ikki tí at ósemja er um politikkin, men tí at Søren Pape Poulsen og Konservativi Fólkaflokkurin halda fast um, at tey ikki hava álit á Eva Kjer Hansen. Hendan støðan ger, at forsætisráðharrin má finna eina loysn, sum kanska ikki er so politisk, men meira má gerast fyri at bøta um persónliga samstarvslagið millum stjórnina og flokkarnar sum stuðla stjórnini. Í vikuni hevur forsætisráðharrin sagt, at hann hvørki heldur tað vera eina góða loysn at loysa ein ráðharra, sum hann hevur álit á, úr starvið ella at úrskriva val. Val er ógvuliga ósannlíkt av fleiri orsøkum. Vinstra stendur til at fáa minni undirtøku nú enn við valið. Flokkurin stendur til at missa fýra tinglimir. Danski Javnaðarflokkurin missir eisini einar tveir sessir og tann eiansti av stóru flokkunum, sum stendur til framgongd er Dansk Folkeparti. Og er tað nakað aðrir flokkar í tinginum kunnu semjast um, so er tað at forða fyri, at Dansk Folkeparti gerst enn størri. Flóttafólkastøðan leggur stórt trýst á danska samfelagið og ger eisini, at undirtøklan hjá Dansk Folkeparti er stór. Danir taka meira og meira undir við politikkinum hjá Dansk Folkeparti á hesum øki, so val er ikki sannlíkt. Løkke stýrir Hóast Lars Løkke bert stendur á odda fyri einari minnilutastjórn, so hevur hann hesa vikuna ikki latið nakran iva vera um, at tað er hann, sum situr við stýrisvølin. Tað var hann sum fyrst sendi eitt tweet út, har hann segði at hann hevði kallað borgarligu floksformennirnar saman fyri at vita, um stjórnin framvegis hevur undirtøku. Hann segði eisini á tíðindafundi mikudagin, at hann sjálvandi kundi sent Eva Kjer Hansen heim, men tá ið hon nú er ein góður og arbeiðssamur ráðharri, sum fylgir politisku kósini hjá stjórnini – og sum hann sjálvur hevur persónligt álit á – so helt hann ikki at tað er nakað gott hugskot. Val var heldur ikki nakað gott hugskot eftir hansara meting, tí so skulu onnur taka avgerðir. -So skulu Radikalu taka sær av spurninginum um flóttafólk og skattabroytingar avgreiðast av Sosialistisk Folkeparti. Tað haldi eg heldur ikki er nakað gott hugskot, segði Lars Løkke. Tað eydnaðist honum eisini at fáa flokkarnar at semjast um at samtykkja broytingarnar í landbúnaðarlógunum og so vinna tíð til at loysa spurningin við ráðharranum. Neyvan sendir hann hana til hús, sjálvt um tey konservativu halda fast um teirra krav. Ein møguligur endi á stríðnum og kreppuni kann verða, at Eva Kjer Hansen sjálv velir at leggja frá sær sum ráðharri fyri at hjálpa stjórnini úr einari kreppu. Lars Løkke Rasmussen, Vinstra, hevur víst í vikuni, at tað er hann, sum heldur um stýrisvølin. Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa Fólkaflokkinum, vil ikki bakkka. Hann krevur at Eva Kjer Hansen fer úr ráðharrastarvinum Eva Kjer Hansen, landbúnaðar-, matvøru- og umhvørvisráðharrin, hevur mist álit hjá teimum koinservativu Løkke kroystur