hósdagur 25. februar 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
32
ÍTRÓTTUR
T
að hevur gingið illa,
at fáa menn at vant
fótbólt í nógva kavanum
í Sarpugerði. Víkingarnir
eru, eins og B36, nakað skerdir til
stórsteypadystin, men tað merkir
ikki, at Víkingur ikki fer á vøllin fyri
at vinna dystin.
– Tað er altíð stuttligt at spæla
um eitt steyp. Vit fara so ikki á
vøllin bara fyri at ganga, men fyri
at vinna dystin. Tá tað er sagt,
so er tað týdningarmesta at fáa
spælistílin at rigga. At vit gera tað
rætta. Tapa vit so dystin, so verður
tað bara harvið, sigur Sorin Anghel,
hjálparvenjari hjá Víkingi.
Fleiri spælarar hjá Víkingi eru
ivasamir til dystin. Hans Pauli
Samuelsen, Andreas Lava Olsen
og Hans Jørgen Djurhuus eru
ivasamir, meðan Bárður J. Hansen
og Jón Krosslá Poulsen eru skaddir.
– Tað eru fleiri skaðar, og tað er
ein trupulleiki hjá okkum. Vit eru
á rættari kós, men tað er torført,
tá vit ikki kunnu venja úti orsaka
av kavanum. Vit sóu framskritt
í teimum báðum dystunum í
Klaksvíkskappingini, sigur Sorin
Anghel, ið rósar spælarunum
fyri at tillaga seg broytingunum,
sum venjaraparið hevur gjørt við
spælistílin. Ein spælistílur, sum
minnur nógv um spælistílin hjá B36
og AB undir Sámal Eriki Hentze.
– Vit skulu spæla meiri fótbólt,
og tora at spæla álopsfótbólt. Vit
skulu eisini leggja trýst á langt
frammi á vøllinum, sigur Sorin
Anghel.
Ivasamt við liðnum
Í skrivandi løtu er óvist um Hans
Pauli Samuelsen og Andreas Lava
Olsen eru við til stórsteypadystin.
Spæla teir, so verða teir á
vengrunum, men spæla teir ikki, so
eru tað Magnus Janskor og Gunnar
Vatnhamar, sum helst koma at taka
plássini hjá teimum.
Tað tykist eisini sum ein
møguleiki, at Jobin Drangastein
verður fluttur aftur á høgra bakkin.
Hetta hevur Sámal Erik Hentze
gjørt onkuntíð fyrr, tá hann var
venjari hjá honum í AB. Í løtuni
spælir Víkingur við Filip Djordjevic
sum fremsta manni.
– Vit skulu vísa, at vit eru til
reiðar til komandi kappingarár,
sigur Sorin Anghel, og leggur
afturat;
– B36 er eitt gott lið, sum spælir
góðan fótbólt. Teir hava havt áleið
tað sama liðið í tvey ella trý ár, men
vit skulu trúgva upp á, at vit vunnu
vinna dystin, sigur Sorin Anghel at
enda.
Bagge hugsar ikki um B36
Sámal Erik Hentze, eisini nevndur
Bagge, sigur at tað er einki serligt
við at møta B36, ið hann gjørdi til
FM vinnarar í 2014.
- Tað hugsi eg als ikki um. Eg
hugsi bara um uppgávuna, sum eg
havi fingið nú. Nú er at vinna við
Víkingi, sigur Sámal Erik Hentze,
venjari hjá Víkingi.
Liðið:
Geza Turi – Jobin Drangastein,
Atli Gregersen, Erling Jacobsen,
Hanus Jacobsen – Gert Hansen,
Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen
– Hans Pauli Samuelsen, Andreas
Lava Olsen, Filip Djordjevic
Liðtíðindi:
Ikki
við:
Jón
Krosslá
Poulsen(skallabrot), Bárður J.
Hansen(rivjabein),
Ivasamur:
Hans
Jørgen
Djurhuus(sjúka), Hans Pauli
Samuelsen, (lærkrikin), Andreas
Lava Olsen (lærkrikin)
trondur@sosialurin.fo
KAVI DARVAR VÍKINGUNUM
Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldigu
inntøku sína, áðrenn niðanfyrinevndu freistir eru úti.
Øll, sum fáa sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, skulu
lata hesar inn aftur.
Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðug vinnurekandi við roknska-
parskyldu
Skattgjaldarar, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu lata inn sjálvup-
pgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2015 í seinasta lagi 2.
mai 2016.
Somuleiðis skulu sjálvstøðug vinnurekandi og skattgjaldarar við
roknskaparskyldu lata inn sjálvuppgávu, roknskap, kapitalvinnings-
sjálvuppgávu og ognaruppgerð fyri 2015 í seinasta lagi 2. mai
2016.
Allur roknskapur skal latast inn saman við sjálvuppgávuni í talgil-
dum pdf- ella excel-formati á www.borgaragluggin.fo.
Feløg, felagsskapir o.tíl.
Feløg, felagsskapir o.tíl., hvørs roknskaparskeið endar í ella fellur
saman við álmanakkaárinum 2015, skulu lata inn sjálvuppgávu,
roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli 2016.
Sjálvuppgáva, roknskapur og kapitalvinningssjálvuppgáva hjá felø-
gum, felagsskapum o.tíl. skulu latast inn í talgildum pdf-formati á
www.vinnugluggin.fo.
Deyðsbúgv
Sjálvuppgáva, kapitalvinningssjálvuppgáva og ognaruppgerð hjá
deyðsbúgvum skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2016.
Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata inn ognaruppgerð, um broytingar eru í
ogn og skuld í mun til 31. desember 2014. Tó skulu øll tey, sum fáa
ognaruppgerð frá TAKS, lata hana inn aftur. Ognaruppgerðin fæst
við at venda sær til TAKS á telefon 35 26 00.
Umsókn um longda freist at lata inn sjálvuppgávu
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig
umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð
í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2016.
Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn
persón og hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at:
- umsóknin er innlatin áðrenn 2. mai hjá vanligum skattgjaldarum
og sjálvstøðugt vinnurekandi og 1. juli 2016 hjá feløgum, felagsska-
pum o.tíl.
- sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru
innlatin.
Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og roknskapir eru rættstundis
innlatin, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingar-
dagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti innlatingardagur
á leygardag, sunnudag ella halgidag, er seinasti innlatingardagur
fyrstkomandi gerandisdag.
Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki rættstundis innlatin, hevur TAKS hei-
mild til at seta inntøkuna til eina metta upphædd og til at áleggja
sekt.
Toll- og skattaráðið
18. februar 2016
Serlig kunngerð um skattskyldiga inntøku fyri 2015
www.taks.fo
Postrúm 2151
Skálatrøð 20
110 Tórshavn
Tlf.: 35 26 00
T-postur: taks@taks.fo
Grafix 504251