Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 33 B36 er felagið, sum øll halda eyga við hetta kappingarárið. Liðið er tvífaldur FM vinnari og tykist ikki minka í styrki til hetta kappingarárið. Tó er nakrar broytingar, men tað er óvist um vit koma at síggja nakað til onkrar av nýggju spælarunum leygarkvøldið. – Hetta er meiri enn ein venjingar­dystur, men ikki eins týdningarmikið sum ein lands­ kapping ella steypakapping. Tí velja vit eitt nú ikki at taka óráð fyri við spælarum, ið hava smásnuddir ella smáskaðar, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36. Bæði Sebastian Pingel og Jógvan Skeel Nolsøe, sum eru komnir til felagið í vetur, eru ivasamir til dystin í annaðkvøld. Jákup á Borg er burturstaddur, so tað er ivasamt hvussu álopsparturin kemur at síggja út. – Vit hava fleiri møguleikar, sum vit arbeiða við. Lukasz Cieslewicz kunnu vit flyta fram, meðan ein maður sum Gestur Bogason Dam eisini kann røkja plássið, sigur Eyðun Klakstein. Venjarin hjá B36 leggur afturat, at liðið er væl fyri, eftir at hava verið á venjingarlegu í Gran Canaria fyrr í hesum mánaðinum. Tað er smásnuddir og menn eru troyttir, men tað er ikki óvnaligt hesa tíðina á kappingarárinum. Meiri enn ein venjingardystir Stórsteypadysturin hevur við árunum fingið størri og størri týdning. Tó er talan framvegis um ein venjingardyst fyri Eyðun Klakstein, men ein vejingardyst, sum hevur størri týdning enn ein vanligur venjingardystur. – Tað er altíð stuttligt at vinna eitt steyp. Tí er hetta meiri enn ein venjingardystur í so máta, men eg síggi hetta sum seinasta venjingardystin hjá okkum undan hesum kappingarárinum. Vit ilja gjarna vinna, men taka ongi óráð fyri, sigur Eyðun Klakstein víðari. B36 tapti í fjør stórsteypadystin fyri Víkingi, eftir at tað endaði við brotssparkskapping. – Onkur helt fyri í fjør, at vit í B36 veruliga høvdu brúk fyri at vinna tann dystin, fyri at koma úr víðari frá FM heitinum árið fyri. Tað vísti seg ikki at verða ein trupulleiki, sigur Eyðun Klakstein, ið vann FM heili fýra umfør fyri tíð. – Sjálvandi kann ein lúsingur gera mun, men um tað er ein tættur dystur, ið koppar annan vegin, so tað ikki so avgerandi at vinna, sigur venjari hjá B36. Bagge aftur móti B36 Eyðun Klakstein tók í fjør yvir eftir Sámal Erik Hentze, sum venjara hjá B36. Tí er hetta ein dystur millum mannin, ið gjørdi B36 til FM vinnarar, og mannin, sum tók teir eitt stig víðari. – Tað hugsi eg slett ikki um. Eg skal viðganga, at Sámal Erik Hentze kom við AB liðnum at spæla móti okkum, tá hugsði eg, at nú mátti eg ikki tapa. Annað enn tað, so havi eg ikki hugsað um tað, sigur Eyðun Klakstein, og leggur afturat: – Vit fara at royna at halda fast í spælistílinum frá i fjør og fyrraárinum. Ynski er at spæla álopssinnaðan fótbólt, men eisini verja væl. Vit høvdu besti verjuna í fjør, vísir Eyðun Klakstein á. Liðíðindi: Tórður Thomsen – Alex Mellemgaard, Hørður Askham, Bjarni Petersen, Jónas Tór Næs – Høgni Madsen, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz – Hanus Thorleifsson, Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel(Lukasz Cieslewicz og Gestur B. Dam) Ikki við: Jákup á Borg (Burtur­ staddur) Ivasamur Jógvan Skeel Nolsøe (Knæið), Sebastian Pingel (rivja­ bein), Høgni Eysturoy (lærkrikin) trondur@sosialurin.fo ONGIN FRUMFRAMSÝNING AV B36 ÁLOPINUM