Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 34 Óli Jacobsen 4. partur F yrst verður tó farið umborð á Ananu aftur. Vit vóru fýra ung­ matrósar og vit gingu á vakt tveir og tveir. Alexander Leo og Zacharias á Argjaboga vóru matrósar. Blindur passagerur til India Tá vit fóru frá Gdynja í Polen fóru vit gjøgnum Kielerkanalina og skuldu inn í Kiel. Beint áðrenn vit komu inn har, kom ein maður fram, sum var blindur passagerur. Tá vit so komu inn, komu menn frá landi um borð, og teir tóku forhoyr av manninum. Hann bleiv í fyrsta umfari stongdur inni í einum kamari. Men seinni gjørdist hann sum ein av manningini. Hann át saman við okkum, og hann hjálpti til at lempa kol. Maskinan á Ananu var kolfýrd. Vit royndu at fáa hann í land í Port Said, men hann vildi ikki fara. Málið hjá honum var at sleppa til India. Tá vit komu aftur til India mynstraði eg av. Eg fór í land í Calcutta, og tá vóru bert tveir føroyingar eftir. Teir fóru so við og við í land. Tá vóru eftir Andrias hjá Eiðis Pól, gamli seglmakrarin í Havn, og Ditlev Djurhuus av Tvøroyri, sum giftist við dóttir Guttorm Eysturoy. Nøkur ár seinni var Andrias aftur í Føroyum og vitjaði meg, hann var ein sera fittur og fryntligur maður. Upp á land Eftir Ananu fekk eg kjans við einum svenskum báti, sum kallaðist »Formosa«. Reiðaríið æt Svensk-Eysturasiatiska kompaníið í Gøteborg. Formosa var 10.000 t. til støddar og hevði dieselmaskinu. Tá vit komu til Svøríki fingu vit at vita, at skipið skuldi á beding á skipasmiðju í Gøteborg. Manningin var biðin um at fara til hús, vit skuldu fáa boð aftur, tá skipið var liðugt frá skipasmiðjuni. Eg fór so heim til Føroyar. Hetta var í 1938. Í desember fái eg boð um at koma niður aftur. Skipið skuldi sigla millum Kina og Japan, tá var kríggj millum londini. Tá eg skuldi fara avstað saman við Frits beiggja mínum, sum skuldi til Danmarkar, kemur pápi inn gjøgnum hurðina. Hann hevði verið burtur, so hann visti av ongum. Hann spyr, hvar eg fari. Eg fortelji honum alla søguna um, at eg hoyrdi til skipið Formosa, og at vit skuldu sigla millum Kina og Japan. Hetta dámdi pápa einki. Hann lovaði mær, at um eg ikki fór, so skuldi hann skaffa mær lærupláss. Eg fór so í læru í smiðjuni hjá Askham. Hetta gjørdist stórt sæð endin á siglingini hjá mær. Hetta dámdi mær illa, tí eg var spentur at fara avstað aftur. Men eg vildi ikki seta meg upp í móti pápa. Tað var kanska líka frægt. Smiðjan hjá Askham Í smiðjuni var Símun Askham meistari, og beiggin, Thorstein, hevði kontórið. Símun var giftur við Onnu, sum bleiv 104 ár. Í smiðjuni var nógv at gera, millum annað av øllum teimum gomlu trolarunum. Vit sóu ofta trolarar kom inn gjøgnum Nólsoyarfjørð. Vit hugdu eftir, um teir komu inn á Havnina og vóru á keiuni, tá teir løgdu at. Eg var so lærutíðina hjá Askham. Beiggj­ ar­nir hjá Símun vóru Theodor, sum fór til Klaks­víkar, Ullaba, Archibald og Arthur og Thorstein, sum var skrivstovumaður. Eg havi tískil arbeitt saman við teimum øllum uttan Theodor. Lærlingarnir vóru umframt meg sjálvan: Leivur hjá Hilbert Andreasen, í Ullvøru­ húsinum Arnold Vilhlemsen, Undir Varða Kim, seinni, Hanusarson, Leynar Johannes Kragesten, á Krákusteini. Umframt vóru einstakir sveinar. Til Vilhelm Nielsen í 1943 Arbeiðið hjá Askham minkaði og einaferð sigur Thorstein við meg, at skuldi tað staðið mær okkurt annað arbeiði í boði, so skuldi eg endiliga siga frá, so kundu vit tosað um tað, tí har var so lítið at gera. Eg hevði Vilhelm Nielsen í huganum og fór beinanvegin upp á súkkluna og út á keiina. Tað passaði akkurát soleiðis, at tá eg kom út á keiina, kom Vilhelm í land av eini skipi. Eg stillaði meg upp á síðuna av honum og heilsaði upp á hann og segði, hvør eg var. Eg spurdi so, um eg kundi fáa arbeiði hjá honum. Hann spurdi so, hvat eg hevði gjørt. Tá vit vóru lidnir at práta – hetta var fyrrapartin – sigur hann við meg: »Kom seinnapartin«. Eg takkaði fyri, men helt fyri, at eg hevði okkurt, eg skuldi orðna, um eg ikki kundi koma í morgin. Jú, tað var í lagi. Men so segði hann, at tað var eitt, sum hann ynskti og tað var, at tað ikki varð roykt í arbeiðstíðini. Tá legði eg av at roykja. Tá eg hevði arbeitt í 40 ár hjá Vilhelm Nielsen, varð okkurt av bløðunum, sum hevði eitt prát við meg. Tá kundi eg siga, at eg hevði ikki bara 40 ára jubileum, men tað vóru eisini 40 ár, síðan eg legði av at roykja! Vilhelm var ikki fanatikari. Hann var ein sera fittur maður, og hetta var bert hansara skilagóða støða til royking. Bleiv forelskaður í mynd av gentuni Hjá Vilhelm Nielsen byrjaði eg at arbeiða upp á bilar. Eg hevði jú lært til maskinarbeiðara, men seinni fór eg yvir á goymsluna. Mær dámdi sera sera væl hjá Vilhelm Nielsen. Har var gott at vera og øll vóru líka fitt. Tað var javnan, at vit vórðu boðin heim til hann og konuna til føðingardagar og tílíkt. Tað er ein stuttlig søga um, hvussu hann kom til Føroya. Vilhelm kom í 1916 at sigla saman við Wensel Petersen. Ein dagin bjóðar Wensel Vilhelm inn á kamarið hjá sær. Á vegginum er ein mynd av tveimum gentum. Vilhelm fregnast eftir, hvørjar tær eru. Jú, onnur var genta hansara, Sofía, og hin var systir hennara, Sigrid. »Hende kunde jeg godt tænke mig at stifte bekendtskab med«, svaraði Vilhelm. Okkurt hevur hann gjørt við málið, tí tað blivu tey bæði. Tær vóru døtur tann kenda ævintýraran Óla Svend Svendsen. Sonur Vilhelm, Svend, gjørdist partur av fyritøkuni. Hann dámdi mær eisini sera væl. Langt arbeiðslív Tá eg hevði 40 ára starvsdag, hevði Arni Olsen 50 ára starvsdag sum skrivstovumaður. Tá gjørdu teir nógv burtur úr, og vit vórðu bodnir til veitslu uppi á Hotel Borg, sum Thorolf Bjørklund, sum nú var stjóri, skipaði fyri. Hann var giftur við Nansy, dóttir Vilhelm. Har vóru umboð fyri General Motors í Keypmannahavn saman við nógvum øðrum gestum. Hetta var ein sera hugnalig veitsla við øllum góðum. Eg fekk gávu sum eg vil minnast aftur á við stórum takksemi. Fyritøkan hjá Vilhelm Nielsen verður seld í mai 1986 til Finnboga Arge, og kom eg at fylgja við í salginum! Sum goymslumaður kom eg at halda áfram í goymsluni uppi við Hoyvíksvegin, og dámdi mær hetta sera væl. Har var gott at vera eins og tað var gott at vera hjá Vilhelm Nielsen. Nú koma vit til næsta jubileum. Hetta var tá eg hevði verið í hesi somu fyritøku í 45 ár. Finnbogi Arge bjóðaði til móttøku. Eg havi alt gott at bera hesi fyritøku undir báðum leiðslum, sum hava verið. Tilsamans arbeiddi eg í 47 ár á hesum arbeiðsplássi. Siðsøga SVERRI MORTENSEN: FRÁ SJÓLÍVI TIL BILASØLU Pápi Sverra helt sjólívið vera ov vandafult undan heimsbardaganum. Hann fekk »lokkað« Sverra við læruplássi, um hann gavst at sigla Sverri Mortensen Sverri í rigninginum á Ananu Siðsøga