Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 35 Komandi partur Komandi partur verður um flóttafólk, sum komu úr Noregi í 1940. Teirra millum vóru eisini onkur, sum gjørdist vinur við Sverra. Túr niður undir krígnum. Her skal skoytast upp í, at Anana gjørdist ikki heilt endin á mínum sjólívi. Eg fór ein túr niður til Bretlands við fiski við »Nýggjaberg« í 1941. Eg skuldi halda vakt frammi á bakkanum, serliga at hyggja eftir minum. Vit skuldu altíð vera í klæðum og verða fyrireikaðir uppá, hvat ið kundi henda. Eg standi ein dagin har frammi á bakkanum og hyggi, um nøkur mina var at síggja. Alt kundi vera yvirstaðið eftir eini løtu, um nakað hendi. Pápi, sum var skipari, stóð afturi í stýrhúsinum. So rópar hann fram til mín, um eg sá nakað. Eg hugdi væl og sigi, at eg sá einki. So gekk ein løta aftur, og so rópar hann aftur, um eg einki sá enn. Nei, eg síggi einki. So gekk aftur ein góð løtu, og so rópar hann eitt sindur meira mælskur, um eg einki sá. Eg varð so illa við. So svaraði eg aftur í nakað sama tóna, at eg sá einki. Um eg ikki sá ljósini á landi? Tað hugsaði eg als ikki um. Tað vóru bert minurnar, sum vóru í mínum høvdi. Pápi fórst við Nýggjaberg í 1942. Familjan Eg giftist tann 27. november í 1943. Tá var eg 21 ára gamal. Kona mín, Tomina, var úr Nesinum í Vestmanna. Vit kláraðu akkurát ikki at hava gullbrúdleyp, tí hon doyði 1. oktober, sum vit høvdu havt gullbrúdleyp 27. november 1993. Vit fingu tvey børn – ein son og eina dóttir. Sonurin Tummas Pauli giftist við Onnu Thomsen. Tey fingu tveir dreingir, sum báðir eru familjumenn. Tann eldri eitur Sverri Johan. Hann hevur lært til kokk. Tey eiga tvær døtur. Hin sonurin er Nikal, uppkallaðður eftir hinum abbanum, Nikal. Hann eigur tvey børn. Tummas Pauli doyði í 2005. Dóttirin, Marita, gift við Jóannes Blástein. Tey fingu eina dóttir, Turid Súna, sum er gift, tey eiga fýra gentur. Umbygdi sjálvur motorar Eg havi fingist nógv við veteranbilar og eisini motorar. Í 1948 vóru vit tveir vinmenn, sum funnu upp á at gera hvør sín motor. Vinmaðurin var Sverri Jørgensen, ið var í Frelsunarherinum. Vit komu nógv saman og konurnar arbeiddu saman á restauratiónini hjá Palla bager undir krígnum. Vit fingu tveir motorar frá Júst Sivertsen. Men vit kundu bara fáa eitt toppstykki. Vit kappaðu tískil toppstykkið í helvt og settu teir á hvønn sín motor. Hetta riggaði fínt. Eg minnist, at tá eg hevði gjørt mín motor, setti eg hann í eitt stativ uttanfyri her. Millum onnur vóru beiggi mín, Niels Holm, og ein rúgva av børnum vóru til staðar. Øll vóru so spent uppá, um hann mundi fara í gongd. Vit skiftust so um at vinda, og hann fór í gongd. Vit fingu so hvør sín bát. Eg fekk ein bát úr Nólsoy, og Sverri Jørgensen fekk ein gamlan skipsbát. Í 1950 setti eg ein einsylindraðan Ford T motor, sum var úr einum av teimum fyrstu bilunum, sum komu til Føroyar, í bátin hjá mær. Eg hevði hann í bátinum í gott 20 ár. Eg var einaferð í grind í Gøtu við hesum báti. Hann fleyt eftir stokkunum fullur av grind aftur til hús, men væl gekk. Aftaná kríggið gjørdi eg mær egið elverk. Tað fyrsta var eitt vatnverk uttan fyri húsini. Hetta gav nóg mikið av streymi til alt húsið. Tað var tó treytað av, at nóg mikið var av vatni. Seinni fekk eg motor í kjallaranum, tað hevði eg til SEV kom. Eisini havi eg verið bitin av gomlum motorsúkklum. Men eg eru givin at koyra fyri nøkrum árum síðani. Men enn koyri eg kortini bil. Gjørdist sangari á gamalsaldrinum Sverri var kendur sum ein av »teimum fýra«, sum plagdi at syngja og vitna á møtum og samkomum. Eg havi ikki altíð sungið, men varð umvendur 73 ára gamal. Og tá kom tað til mín, hetta at syngja boðskapin út. »Vit fýra« komu at tosa um tað á eini missiónsviku á Argjum, at vit áttu at farið og sungið, og tað varð tikið undir við tí. Umframt meg vóru Enok Dam, Tummas Thomassen og Kristoffur Joensen. Vit komu nokkso víða um alt landið. Tað er gott at kunna lyfta Jesu navnið høgt. Ein fløga kom eisini út við okkum. Nú eri bara eg eftir á lívi. Eg syngi nú í kórinum í missiónshúsinum á Argjum. Svimur enn Sverri verður 94 ár tann 19. mars. Hann hevur svomið í mong ár, tað ger hann við sama lag. Helst er hann ellisforseti í svimjihylinum í Gundadali. Fyri kortum var eitt lið haðani í Suðuroy, har teir fingu roynt Pálshøll. Sverri var sjálvandi við. Tá fekk hann eisini høvi til at heilsa uppá ættina hjá beiggja sínum, Argja Palla, sum búsettist í Vági. Hetta var so søgan um tey 12 Mortensen systkini á Argjum. Tann altíð jaligi Sverri skal hava stóra tøkk fyri hansara íkast. Sverri sæst her við Ford T bilmotorinum, hann setti í bátin. Uttast h.m. er seinnna elverkið, hann fekk sær, áðrenn streymur fekst frá SEV »Teir fýra« í føðingardegi hjá Jonu Henriksen í 2004, V.f. eru Sverri, Enok Dam, Thomas Thomassen og Kristoffur Joensen Henda motorsúklan er frá 1939. Sverri hevur átt hana síðan 1945 Í einum gomlum húsum kann mangt løgið finnast. Ein dagin fann Sverri hesa gomlu klokkuna undir vaðingini. Hetta sigst at vera eitt »amerikansk vækkeur«, sum stavar frá seint í 1800 talinum. Sverri hevur hugt eftir klokkuni, sum nú gongur »sum klokkan«