hósdagur 25. februar 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
36
KJAK
Hví ólukkan fór tú í kríggj?
Føroyski hugburðurin mótvegis veteranum bendir á, at vit kanska eru í so forkelað
Sjúrður Skaale
Farnu vikurnar hevur verið
tiltrongt fokus á støðuna hjá
føroyskum krígsveteranum.
Tað er eyðsýnt, at veteranar
í Føroyum ikki fáa somu
tænastur og tilboð, sum teirra
felagar í Danmark. Og vit skulu
sjálvsagt seta krøv til teir donsku
myndugleikar,
sum
senda
sjálvbodnar føroyingar í kríggj.
Hetta er nú tikið upp politiskt,
og væntandi verða nakrar skipanir
broyttar.
Men ofta eru vit skjótari at
spyrja hvat Danmark kann gera,
enn um vit sjálv hava nakra ábyrgd.
Og í hesum føri hava vit tað.
Lítil virðing
Tá fólk hava verið fyri ógvusligum
upplivingum, er hjá nógvum tørvur
á at at tosa um tær við onkran,
sum skilir tey. Men tá føroyskir
veteranar greiða frá tí teir hava
verið fyri, er viðmerkingin ofta:
"Hví ólukkan fórt tú í kríggj?"
Hvør skal siga: Hatta ert tú sjálvur
úti um - og tað var skítbýtt av tær!
Hetta leggur stein oman á eina
byrðu, sum hjá mongum longu er
tung - og tað er uttan iva við til at
gera, at summir av hesum monnum
isolera seg, og kanska taka til
alkohol ella hash. Og tí blívur alt
jú bara verri av.
Hesum hevur Danmark onga
ábyrgd av, og hetta kann Danmark
einki gera við. Ábyrgdin og
uppgávan liggur bara hjá okkum
sjálvum.
Eisini okkara stríð
Tær hálvgum fordømandi við
merkingar, veteranar stundum
hoyra, spretta helst úr einum
grundleggjandi hugburði um, at
altjóða stríð ikki viðkemur okkum.
Tí mugu onnur taka sær av.
Men tað viðkemur okkum.
Vit liva í tí mest priviligeraða
partinum av heiminum - men tað
er eingin sjálvfylgja, at tað er so.
Heimsins demokrati mugu verjast
við hermegi, tíverri. Var hon ikki,
hevði vesturheimurin ikki verið so
frælsur, sum hann er. Heldur ikki
føroyingar.
Hermegi krevur hermenn. Og
Føroyar hava ikki og fara aldrin
at hava egnan her. Vit hava heldur
ikki herskyldu. Vit hava heldur
ongar hernaðarútreiðslur. Vit liva
okkara priviligeraða lív, og njóta
gott av, at onnur taka ábyrgd.
Tí skulu vit virða og vera stolt
av, at tað eisini eru føroyingar,
sum sjálvbodnir lata seg í
hermannabúna og heingja byrsu
um herðarnar. At teir gera tað
gjøgnum danska herin tekur einki
frá tí. Tí tað er einasti møguleiki.
Tí havi eg luftað tann tanka, at
føroyskir myndugleikar áttu at
gingið á odda við at sýna teimum
viðurkenning, sum hava verið
í kríggi. Tað hevði uttan iva økt
tilvitanina um, at heimurin eisini
er okkara ábyrgd - og ávirkað
hugburðin mótvegis veteranum
rætta vegin.
Medaljur
Veteranar í øllum frælsum londum
fáa ymisk sløg av heiðursmerkjum,
sum verða latin á tignarligan hátt
á serligum hátíðarhaldum.
Tað gera myndugleikarnir fyri
at lyfta hesi fólk upp, og sýna
teimum virðing. Tað er eisini ein
áminning til aðrar borgarar um, at
tað eru altso nøkur, sum gera meira
enn onnur fyri at verja bæði okkara
egna frælsi og frælsi hjá øðrum.
Í dag fáa føroyskir veteranar
hesar medaljur við postinum. Tað
er einki minni enn skammiligt.
Eitt av fleiri hugskotum kundi
tí verið, at føroyskir myndugleikar
handaðu veteranunum teirra
medaljur. Tí tað er her teir búgva,
tað er her teir hoyra heima, og tað
er her teir skulu kenna seg virdar.
Irak
Oftast er eingin ivi um, at føroyskir
soldatar gera tað rætta á røttu
síðuni, tá teir eru í kríggi. Men ikki
altíð. Taka vit Irak-kríggið, so var
tað jú eitt stórt mistak. Skal nakar
hava viðurkenning fyri at hava
verið við til tað? spyr onkur.
Víst var tað eitt fatalt kríggj.
Men hermenninir fara hagar, teir
verða sendir. Tað byrja einki kríggj.
Hinvegin hava teir í Irak rindað
høgan prís fyri skeivar avgerðir hjá
politikarum. Teir skulu ikki rinda
ein prís afturat, tá teir koma heim.
Føroya Løgting var eisini ímóti
álopinum á Irak, sigur onkur annar.
Hvussu kunnu vit so heiðra tey,
sum vóru við?
Tað kunnu vit tí so leingi vit -
sjálvboðin - eru í ríkisfelagsskapi,
er verjupolitikkurin danskur. Júst
sum hægsti rættur er danskur.
Tað er okkara egna val. Skulu
føroyingar gera hertænastu undir
verandi skipan, má tað verða
gjøgnum danska herin. Antin
undir NATO-leiðslu, amerikanskari
leiðslu, ella ST-leiðslu.
Í Irak var leiðslan amerikonsk.
Og tað var skeivt av Danmark at
vera við.
Men tað var eitt undandak.
Tað er sera, sera sjáldsamt, at
danskir myndugleikar senda
fólk á vandamiklar missiónir, har
spurnartekin av álvara kann setast
við, um tað er rætt.
Í so forkelað
Føroyar skuldu havt størri innlit
í og ávirkan á ríkisins verjumál.
Men so skuldu vit eisini rindað
okkara part. Og tað er tað eingin,
sum vil. Tí er heldur ikki tað nakað
argument fyri ikki at virða okkara
egnu soldatar.
Vit kunnu samanbera við
Skotland.
Skotland er partur av bretsku
verjuskipanini. Og skotar rinda
sín part fyri hana. Teir rindaðu
eisini fyri Irak-kríggið, hóast stórur
skotskur meiriluti var ímóti. Men
fyri tað verða skotskir veteranar
bæði høgt virdir og heiðraðir í
Skotlandi.
Tí eitthvørt demokratiskt land
virðir, at summi taka á seg at vera
demokratisins vápnaði armur - og
við tí seta seg sjálvan í vanda fyri
at fáa bæði likamligan og sálarligan
skaða. At armurin kann verða
brúktur á skeivan hátt, er ikki
teirra ábyrgd.
At nógvir føroyingar ikki virða
okkara egnu veteranar bendir á, at
vit kanska eru í so forkelað…