fríggjadagur 20. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 157 - 20. august 2004
Nr. 157 - 20. august 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Fleiri koyra við kenning
Í fjør tók danska løgreglan 15.883 fólk, sum koyrdu við
kenning, og tað var næstan 25 prosent fleiri enn fyri
sjey árum síðani.
Men nógv bendir á, at tað er uppaftur verri í ár.
Nordjyske Stiftstidende skrivar, at verður gongdin tann
sama teir næstu mánaðarnar sum somu mánaðir í fjør,
fer talið upp um 16.000 í ár. Tað merkir samstundis, at
árið í ár verður tað ringasta síðani 1992.
Asger Lund Kristensen, sum er varaleiðari hjá
ferðsluløgregluni, sigur, at løgreglan hevur lagt størri
dent á at taka fólk, sum koyra við kenning, men hann
sigur, at tað er kortini ikki tann einasta orsøkin til, at
fleiri verða tikin. Hann vísir á, at síðani promillumark-
ið bleiv lækkað úr 0,8 í 0,5 fyri seks árum síðani, er
talið á ávirkaðum bilførarum vaksið á hvørjum ári.
Danska Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at rúsadrekka er
orsøkin til fjórðingin av ferðsluvanlukkunum á teimum
donsku vegunum.
Bretar í verkfall
Ósemja um lønina hjá teimum, sum arbeiða á
innanríkisrutunum hjá bretska flogfelagnum British
Airways, hevur fingið starvsfólkini at boða frá
verkfallið um vikuskiftið.
Fakfeløgini og leiðslan í British Airways hava leingið
tingast um sáttmálaviðurskiftini, uttan at nakað er
komið burturúr. Mánadagin boðaðu starvsfólkini frá, at
tey fara at leggja arbeiðið niður í 24 tímar tann 27.
august. Tað fekk leiðsluna í flogfelagnum at koma við
einum nýggjum tilboði um at bøta um sáttmálan, men
starvsfólkini eru als ikki nøgd.
Í gjár boðaðu fakfeløgini frá, at tey, sum taka ímóti
ferðafólki, fara í verkfall um vikuskiftið, og tað sama
verður við teimum, sum taka sær av viðførinum hjá
ferðafólkunum. Tað fer at raka allar tær stóru flog-
havnirnar, og bretsku loftferðslumyndugleikarnir stúra
fyri rættiligum ruðuleika í loftferðsluni um vikuskiftið.
Arbeiðsloysiðfer at minka
Danska ídnaðarfelagið væntar, at arbeiðsloysið í Dan-
mark fer at minka tey bæði næstu árini.
Framrokningar hjá felagnum siga, at minkingin verður
ikki stór í ár, men at so fer ferð at koma á. Ídnaðarfelagið
væntar, at 30.000 nýggj arbeiðspláss koma afturat næsta
ár, og at nógv tey flestu vera í teirri privatu vinnuni. Tað
verða yvirhøvur arbeiðsleys, sum fara at manna tey
nýggju arbeiðsplássini, og tí væntar ídnaðarfelagið, at
arbeiðsloysið fer at minka. Felagið væntar, at 17.000
arbeiðsleys fáa arbeiði næsta ár, og at 13.000 afturat fáa
arbeiði í 2006. Heldur hetta, verða umleið 145.000 danir
arbeiðsleysir við árslok í 2006, og so lítið hevur
arbeiðsloysið ikki verið síðani tíðliga í 2002.
Orsøkin til bjartskygnið hjá ídnaðarfelagnum er, at tað
gongur tann rætta vegin í danska búskapinum. Tann
privata nýtslan veksur, og harafturat veksur út-
flutningurin eisini.
Taka undir viðpíning
Meiri enn 40 prosent av amerikanarunum halda, at tað
er í lagi at nýta píning, tá yvirgangsmenn verða av-
hoyrdir.
Tað kemur fram í einari kanning, sum stovnurin Pew
Research Center hevur gjørt. Har siga 48 prosent av
teimum spurdu monnunum og 36 prosent av kvinnun-
um, at tað er rætt at nýta píning, tá fólk, sum eru undir
illgruna fyri at hava samband við yvirgang, verða
avhoyrd. 53 prosent av teimum spurdu siga, at verulig-
ur harðskapur skal bara brúkast, um tað er heilt neyð-
ugt, men 43 prosent siga, at tað er ongantíð rætt at nýta
veruligan harðskap undir avhoyringum.
Sambært Pew Research Center vísir kanningin eisini,
at tað eru serliga fólk, sum ætla sær at velja George W.
Bush á valinum í heyst, sum halda tað vera í lagi at nýta
píning. Tey, sum ætla sær at velja John Kerry, eru
yvirhøvur ímóti.
Tann veksandi hitin á
Jørðini kann hava við
sær, at um eini 70 ár
verður eingin vetur á
okkara leiðum, tí hit-
in veksur skjótast í
Evropa
VEÐRIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hava veðurgranskararnir
hjá evropeiska umhvørvis-
stovninum EEA rætt, fer
veðrið á okkara leiðum at
broytast nógv hesa øldina.
Í einari frágreiðing, sum
granskararnir løgdu fram í
gjár, stendur millim annað,
at hitabylgjur og vatnflóð
verða munandi meiri van-
ligar enn í dag, og at um 50
ár verður bara ein fjórðing-
ur eftir av kavanum í teim-
um sveitsisku Alpunum.
– Tann kaldi veturin fer at
hvørva innan 2080. Sam-
stundis verður summarið
heitari og turrari, men vit
kunnu eisini vænta meiri
regn aðrar tíðir á árinum
enn nú, siga granskararnir.
Jaqueline
McGlade,
stjóri í EEA, segði á tíð-
indafundi í Amsterdam, at
veðurlagsbroytingarnar
fara at hava stórar avleið-
ingar, bæði búskaparligar,
menniskjaligar
og
um-
hvørvisligar.
Í
frágreiðingini
vísa
granskararnir á, at síðani
1990 hava vanlukkurnar,
sum hava staðist av veðrin-
um, verið tvær ferðir so
nógvar í tali sum í árunum
frá 1980 til 1990. Tær hava
eisini verið dýrar. Sambært
granskarunum hava veður-
vanlukkurnar kostað einar
ellivu milliardir dollarar
um árið síðani 1990. Teir
siga, at vit mugu venja okk-
um við bæði vatnflóð og
turk, soleiðis sum vit eisini
hava sæð í Evropa tey
seinastu árini.
Í fjør doyðu umleið 80
fólk av vatnflóð í ellivu
evropeiskum londum, og
hitabylgjan, sum herjaði
stórar partar av Evropa í
fjør, kravdi meiri enn
20.000 mannalív.
Teir vápnaðu arab-
isku álopsmenninir í
sudanska landspart-
inum Darfur eru eir-
indaleysir, og teir fáa
góða hjálp frá sud-
ansku stjórnini.
DARFUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Altjóða samfelagið gav
herfyri sudansku stjórnini
boð um at steðga ágangin-
um ímóti fólkinum í lands-
partinum Darfur innan 30
dagar. Men sambært tveim-
um blaðmonnum hjá Wash-
ington Post, sum júst hava
verið har, heldur ágangurin
fram.
Teir báðir blaðmenninir
siga, at ágangurin er væl
skipaður, og at endamálið
tykist vera at trælbinda
fólkið, at fáa tað at gloyma
sína fortíð og sína tilveru
og at oyðileggja tess polit-
isku orku.
Sum lið í átakinum hava
álopsmenninir sett eld á at
kalla allar skúlarnar, so-
leiðis at nógvastaðni hava
børnini ikki havt nakran
skúla í næstan tvey ár. Tey
hava heldur onmgar bøkur,
tí tær hava álopsmenninir
skrætt ella brent. Lærarar-
nir sleppa heldur ikki und-
an áganginum. Tvørtur-
ímóti noyðast teir at taka til
rýmingar, tí álopsmenninir
tykjast hava ta uppfatan, at
øll, sum duga at lesa og
skriva, eru uppreistrarmenn
og ein hóttan ímóti sud-
anska samfelagnum. Teir
lærararnir, sum eru so sein-
ir at flýggja, verða myrdir.
Mannarættindafelags-
skapurin Human Rights
Watch váttar tað, sum teir
báðir amerikonsku blað-
menninir siga. Felagsskap-
urin sigur seg eisini hava
fleiri dømi um, at teir sud-
ansku
myndugleikarnir
stuðla áganginum hjá teim-
um arabisku álopsmonn-
unum.
– Afrikanararnir hava
sagt mær, at um teir biðja
løgregluna um hjálp, tí
arabarar gera seg inn á teir,
letur løgreglan ikki við seg
koma. Men soleiðis er tað í
øllum viðurskiftum her,
sigur Olivier Bercault hjá
Human Rights Watch.
ST metir, at umleið
ágangurin í Darfur hevur
kostað
umleið
50.000
mannalív, og at umleið hálv
onnur millión fólk eru
flýdd frá húsi og heimi
undan álopsmonnunum.
Eingin vetur um 70 ár
Skúlarnir verða brendir
og lærararnir dripnir
Hava veðurlagsgranskararnir rætt, sleppa vit frá at grava kava um eini 70 ár
Børnini í Darfur sleppa ikki í skúla, tí teir arabisku álopsmenninir hava brent skúlarnar og
bøkurnar. Teir lærararnir, sum ikki fingu stundir at flýggja, eru myrdir
Hermann Oskarsson ávarar landsstýrið:
Latið rækjuskipini fara
Formaðurin í Bú-
skaparráðnum,
Hermann Oskarsson,
mælir harðliga lands-
stýrinum frá at seta
skipanina við aftur-
bering av skatti til
rækjuvinnuna í verk.
Hann heldur, at skip-
ini sum ikki bera seg,
eiga at fara úr flotan-
um
STUÐUL TIL
RÆKJUVINNUNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Eg haldi snøgt sagt tað er
burturvið, at konkurslógin
ikki er galdandi í fiskivinn-
uni, tá flest allir aðrir
vinnubólkar eru fevndir av
lógini. Flestu rækjuskipini
fingu hjálp frá tí almenna,
tá tey vórðu sanerað í 1999,
men uttan úrslit. At tveita
enn fleiri pengar í skip,
sum ikki bera seg, er satt
pengaoyðsl.
Formaðurin í Búskapar-
ráðnum, Hermann Osk-
arsson, heldur lítið um ætl-
anina hjá landsstýrinum at
seta eina skipan í verk við
afturbering av skatti til
kreppurakta rækjuflotan.
Í Degi og viku týskvøldið
segði landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Bárður Niel-
sen, at hann í løtuni ar-
beiðir við einum uppskoti
um eina skipan við aftur-
bering av skatti í tvey ár til
rækjuflotan. Sum skilst eru
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin sinnaðir at
seta hesa skipan í verk,
meðan Javnaðarflokkurin
er í bíðistøðu.
Søgulig rættindi
Ein
av
afturvendandi
grundgevingunum hjá sit-
andi samgongu fyri at veita
rækjuvinnuni eina hjálp-
andi hond er, at verður bert
latið staðið til, er stórur
vandi fyri, at søguligi
veiðurættindi gleppa før-
oyingum av hondum.
– Tað avgerandi er, um
vinnuligt virksemi ber seg
ella ikki. Hvørt vit hava
søgulig rættindi ella onnur
rættindi til vinnu, kann ikki
vera avgerandi, tí vit hava
ikki ráð at lata skattaborg-
aran gjalda fyri, at einstak-
ir partaeigarar varðveita
serrættindi í fremmandum
sjógvi. Ber ein vinna seg
ikki, so fer eingin at leggja
egnar pengar í váða fyri
miss. Hví skuldi landskass-
in farið at oyðsla skatta-
borgarans pening til slíkt
virksemi?, spyr Hermann
Oskarsson.
Formaðurin í Búskapar-
ráðnum er av teirri greiðu
áskoðan, at tað sum ikki
kann standa eigur at falla,
sum hann tekur til.
– Royndirnar vísa greitt,
at tað er skeivt at varðveita
vinnur við almennari hjálp,
sum ikki klára seg. Tá
vinnan so endaliga fellur, er
fallið ofta enn størri, enn
um hon upprunaliga slapp
at tillaga seg uttan almenna
hjálp, vísir Hermann á.
Lat fara
Ráðini hjá Hermanni Osk-
arsson til landsstýrið er at
lata rækjuvinnuna tillaga
seg sjálva uttan almenna
hjálp. Hann er sannførdur
um, at skilabesta loysnin er
at lata tey skipini, sum
framvegis bera seg, býta
rækjukvoturnar millum sín.
Skipini, ið ikki standa seg í
kappingini, eiga hinvegin at
fara av knóranum.
– Seinastu árini hava
nógvar atfinningar verið
um, at fleiri skip hava verið
noydd at býta rækjukvotur-
nar. Varðveita vit tey fræg-
astu skipini í flotanum og
lata hini fara, verður meira
í part. Við størri kvotum
verður betri møguleiki hjá
rækjuskipunum at klára
seg, sigur formaðurin í
Búskaparráðnum.
Ringar royndir
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, Bárður Nielsen
slerdi staðiliga fast í Degi
og viku, at skipanin við aft-
urbering
av
skatti
til
rækjuvinnuna bert verður
galdandi í eitt tvey-ára
tíðarskeið.
Hermann Oskarsson sig-
ur seg hava ilt við at trúgva,
at ætlanin hjá landsstýrin-
um bert verður í tvey ár, tí
søguligu royndirnar siga
nakað annað.
– Slíkar áramáls skipanir
vísa seg ofta at gerast
endaligar. Eg kann nevna
skipanina við fiskiloyvum,
sum upprunaliga skuldi
ganga út í ár, men kortini er
søla og keyp av fiskiloyv-
um framvegis í hæddini.
Verður ætlanin hjá lands-
stýrinum veruleiki, beri eg
stórliga ótta fyri, at skipan-
in ikki verður avtikin aftur,
vísir formaðurin í Búskap-
arráðnum á.
Keðilig fráboðan
Síðan álvarsamu kreppuna
fyrst í nítiárunum hevur
politiski myndugleikin ver-
ið ógvuliga varin við at
veita føroyska vinnulívin-
um stuðul. Hermann Osk-
arsson og fleiri við honum
hava áður gjørt vart við at
verða dyrnar fyri stuðuli til
vinnulívinum latnar upp
aftur er stórur vandi fyri, at
stuðulsmyllan aftur fer á
rull.
– Eg haldi framvegis ikki
tað ber til at staðfesta,
hvønn vinnupolitikk sitandi
samgonga fer at skjóta út í
kortið. Skal eg kortini tulka
ætlanirnar við rækjuvinn-
uni, so eru tekini ikki góð.
Eg haldi tað er ein ómeta-
liga keðilig fráboðan frá
landsstýrinum til føroyska
vinnulívið, at teir aftur ætla
at veita ávísum vinnum
stuðul, heldur Hermann
Oskarsson.
Bjørn Lomborg komin til Føroya
Navnframi samfel-
agsfrøðingurin, Bjørn
Lomborg, fer í dag,
fríggjadagin, klokkan
14 at halda
áhugaverdan fyri-
lestur um orku og
umhvørvið í Norður-
landahúsinum
FYRILESTUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Umstríddi danin, Bjørn
Lomborg,
fer
í
dag,
fríggjadagin, klokkan 14 at
halda
fyrilestur
í
Norðurlandahúsinum um
orku- og umhvørvisspurn-
ingar. Landsstýrismaðurin í
orkumálum
Bjarni
Djurholm
hevur
boðið
navnframa dananum til
Føroya í samband við, at
landsstýrið arbeiðir við at
orða
ein
yvirskipaðan
orkupolitikk fyri Føroyar.
Eitt panel við fýra før-
oyskum luttakarum, sum
umboða áhugamál innan
umhvørvi, orku, samfelags-
og búskaparfrøði fara at
seta
Bjørn
Lomborg
spurningar eftir fyrilest-
urin.
Fyrilesturin
í
Norðurlandahúsinum
er
ókeypis og opin fyri al-
menninginum.
Rækjuflotin
varðveitast
Framsøgumaður
Javnaðarfloksins í
vinnumálum, Henrik
Old, skilir, at semja er
innanhýsis í flokkin-
um um, at rækjuflot-
in skal varðveitast.
Hann vil kortini ikki
greiða nærri frá,
hvussu rækjuflotin
skal bjargast, tí flokk-
urin skal fyrst um-
røða spurningin
STUÐUL TIL
RÆKJUVINNUNA
Páll Holm Johannesen
Framsøgumaður Javnað-
arfloksins í vinnumálum
og formaður í vinnu-
nevndini, Henrik Old,
sigur, at flokkurin í næst-
um fer at viðgera spurn-
ingin um afturbering av
skatti til rækjuvinnuna.
– Upprunaliga høvdu vit
eitt uppskot í samgonguni
um at býta eykakvoturnar
í
Barentshavinum
til
rækjuskipini at fiska ella
selja, men flokkarnir í
samgonguni kundu ikki
semjast um uppskotið.
Spurningurin um rækju-
vinnuna er eitt ógvuliga
trupult mál at meta um,
og í næstum fara vit at
taka støðu til uppskotið
hjá Bárði Nielsen, sigur
Henrik Old.
Ikki avgjørdir
Spurdur, hvørja støðu
Javnaðarflokkurin hevur
til at veita vinnulívinum
stuðul, svarar framsøgu-
maðurin í vinnumálum, at
flokkurin hevur ikki eina
avgjørda støðu í mál-
inum.
– Vit skulu sjálvsagt meta
um vit yvirhøvur skulu
hava ein rækjuflota í fram-
tíðini. Innanhýsis í flokkin-
um skilji eg at semja er
um, at vit eiga at leggja
nógv fyri at varðveita flot-
an, sigur Henrik Old
Formaðurin í vinnu-
nevndini vil kortini ikki
greiða nærri frá, hvussu
rækjuflotin skal bjargast,
tí flokkurin skal fyrst um-
røða spurningin.
Er ikki stórur ótti fyri, at
skipanin við afturbering
av skatti gerst endalig, hó-
ast samgongan setur eitt
tvey ára áramál á hana?
– Tað ber ongantíð til at
útihýsa møguleikanum
fyri at hon verður enda-
lig, tí tað er løgtingið, ið
eigur
endaliga
orðið.
Heldur løgtingið at tað er
skilagott at halda á við
somu skipan um tvey ár,
ja so heldur skipanin
fram, sigur framsøgu-
rmaður Javnaðarfloksins.
– Seinastu árini hava nógvar atfinningar verið um, at fleiri skip hava verið noydd at býta rækjukvoturnar.Varðveita vit tey
frægastu skipini í flotanum og lata hini fara, verður meira í part. Við størri kvotum verður betri møguleiki hjá rækjuskipunum at
klára seg, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
3
2