Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 157 - 20. august 2004 Nr. 157 - 20. august 2004 5 Klaksvíkar býráð virkað í heimildarloysi Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaks- vík, sigur, at komm- unan viðurkennir sítt mistak í hesum mál- inum við ikki at fylgja teimum ásettu regl- unum, sum siga, at um frávik skulu ger- ast í einum byggi- loyvi, so eigur hetta at verða lagt út til grannahoyringar BYGGILOYVI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur biðið sakføraran hyggja málið ígjøgnum, og so kemur hann við einum útspæli. – Men tað skal ikki vera nøkur loyna, at framyvir fara vit sjálvandi at halda okkum til reglarnar, sum siga, at grannahoyringar skulu til, tá talan er um frávik frá einari byggisam- tykt, sigur Steinbjørn Jac- obsen. Somuleiðis sigur hann, at tað er mikið sannlíkt, at fleiri slík mistøk eru hend frammanundan hesum ávísa málinum. – Men sum sagt so kemur frávik ikki upp á tal aftur uttan grannahoyringar, sig- ur borgarstjórin í Klaksvík. Hann leggur dent á, at hóast tað varð sagt í útvarpi Føroya mikudagin, at umtalaða økið einaferð var útlagt sum parkeringsøki, so er hetta ikki rætt. – Tað hevur ongantíð verðið samtykt, at hatta økið skuldi nýtast til nakað annað enn sethúsabygging. Men tað var gott nokk upp á tal einaferð, men ongan- tíð samtykt, sigur Stein- bjørn Jacobsen. Tað saman sigur formaðurin í teknisku nevnd, Karl Heri Joensen. Karl Heri Joensen greiðir eisini frá, at frávikið, ið talan er um, er upp á 46 fermetrar. – Loyvda ábyggingar- stigið er 152 fermetrar, og tað sum vit hava fingið um- sókn um er upp á 198 fer- metrar, greiðir hann frá. Og tað eru hesir 46 fer- metrarnar, sum Innlendis- málaráðið hevur gjørt av, at kommunan ikki hevur heimild til at veita, og tí gekk tað ikki umsóknini frá Klaksvíkar kommunu á møti. Tann 23. juli staðfesti Innlendismálaráðið, at Klaksvíkar Býráð er farið fram í heimild- arloysi, tá eitt byggi- loyvi til eini tvíhús varð givið í mars mánaði í ár. Hetta hevur ført við sær, at byggiloyvið er ógild- að. Kommunan viður- kennir mistakið, með- an ein sera vónbrotin byggiharri stendur í einari dýrari bíðutíð BYGGILOYVI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Eini tvíhús við Garðavegin hava staðið í gerð í eina tíð nú. Stórur partur av grund- ini er stoypt, men arbeiðið hevur ligið stilt síðani í mai mánaði, meðan málið hev- ur verið til viðgerðar. Í vár byrjaði útgrevsturin. Grannarnir vendu sær til býráðsumsitingina við fyri- spurningi um, hvat talan var um. Svarið staðfesti, at talan var um eini tvíhús, og at frávik var givið til størri ábygging, enn byggisam- tyktin ásetur. Grein 9 stk. 3 í byggi- samtyktini áleggur komm- ununi at senda byggimál, ið hava frávik frá byggisam- tyktini, út til grannarnar til hoyringar. Hesum noktaði býráðs- umsitingin fyri, sambært grannum, sum Sosialurin hevur tosað við og segði, at tað hevði ikki verið sið- venja, og at grannarnir bara kundu gloyma alt um at gera nakað við málið. Kærdu Hetta vildu grannarnir ikki góðtaka, og tey fóru í holt við at savna undirskriftir inn, samstundis sum ein klaga varð send til Inn- lendismálaráðið. Grund- gevingin var, at frávikið frá byggisamtyktini í hesum málinum var alt ov ógvus- ligt. Tá Innlendismálaráðið kom inn í málið, kravdi tað, at kommunan steðgaði byggingini alt fyri eitt, og at ein grannahoyring skuldi verða. Byggingin varð síðani steðgað, og tekniska nevnd kallaði so grannarnar inn til hoyringar. Grannahoyringar skulu til, tá frávik skulu gerast frá einari byggisam- tykt. Tað er tó ikki álagt kommununum at lurta eftir niðurstøðuni frá slíkari hoyring. Men hon skal verða, tá talan er um frávik. Við á fundinum vóru eisini borgarstjórin, umboð fyri býráðsumsitingina og byggiharrin. Í slíkum førum hava grannarnir rætt til at við- gera málið í 14 dagar, og hendan rættin ynsktu tey at halda fast við. Aftan á 13 dagar svaraðu grannarnir og hildu fast við, at onki skuldi byggjast á økinum, og í øðrum lagi, at frávik ikki blivu gjørd í mun til byggisamtyktina. Málið kom so fyri aftur á býráðsfundi, men býráðið valdi at síggja burtur frá áheitanunum frá grannun- um og samtykti byggiloyv- ið á øðrum sinni. Ógildað byggiloyvi Men málið var framvegis til viðgerðar í Innlendismála- ráðnum, sum sostatt tann 23. juli kom við einum úrskurði, har byggiloyvið varð ógildað. Í niðurstøðuni frá Inn- lendismálaráðnum stóð millum annað: At ráðið hevði tikið av- gerð um, at Klaksvíkar kommuna ikki hevur heim- ild til at taka avgerð um frávik í byggisamtyktini, sum varð samtykt tann 27. januar í ár, og at avgerð er tikin um, at byggiloyvið frá 10. mars 2004 við hesum verður ógildað. Eisini boð- aði Innlendismálaráðið frá, at tað ikki gekk umsóknini hjá Klaksvíkar býráð um frávikið á møti. Grannarnir hava sent skriv til býráðið, har tey heita á, at tað framyvir verða grannahoyringar, tá frávik verða gjørd frá byggisamtyktum, og at tað umrødda matrikulnummar- ið heldur verður nýtt til parkeringsøki og fríøki. Hetta halda grannarnir fer at gagna grannalagnum best, og vísa tey til tørvin á parkeringsplássum við Sjómansskúlan. Byggingin av tvíhúsunum við Garðavegin í Klaksvík hevur ligið still síðani í mai mánaði. Og nú hevur Innlendismálaráðið ógildað byggiloyvið Viðurkenna mistakið Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at kommunan viðurkennir mistakið og framyvir verða øll møgulig frávik í byggisamtyktum koyrd út til grannahoyringar sambært ásettu reglunum Hildebrand Andreas- sen, sum byggir tví- húsini við Garðaveg- in í Klaksvík, sigur, at hann fær onki gjørt so longi sum málið ikki er enda- liga avgreitt. Hann sigur, at hann er í einari dýrari bíðu- støðu, sum nú er, og hann dylir ikki fyri, at hann umhugsar møguligt endur- gjaldskrav BYGGILOYVI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: – Eg havi ikki fingið nakað endaligt at vita enn. Gott nokk havi eg fingið brævið frá Innlendismála- ráðnum, men tá tað er kommunan, sum hevur givið mær byggiloyvið, so er tað vælsaktans hon, sum eisini skal boða mær frá, at tað er burtur, sigur Hildebrand. Hildebrand er sera vón- brotin av hesum, og nokt- ar hann ikki fyri, at hann umhugsar møguligt endurgjaldskrav. – Tað kemur nú ann uppá, hvat hetta endar við. Men eg varð steðgað- ur í mínum arbeiði um hálvan mai, so tað gongur á fjórða mánaði nú, sigur Hildebrand Andreassen. Hann sigur, at um hatta ikki kemur ígjøgnum, ber ikki til hjá honum at byggja eini tvíhús. Men hann eigur grundstykki, og væntar hann, at hann kortini fer at byggja á tí. – Men eg sleppi onki, sum nú er, so longi málið ikki er endaliga avgreitt. Ikki so frægt sum at taka formarnar niður, sleppi eg, greiðir hann frá. Hann hevur miklan ampa av tí, tí at beint við økið liggur eitt spælipláss, og har spæla nógv børn. – Eg toli ikki tankan um, at onkur børn, sum spæla í grundini og klintr- ast har, møguliga detta og koma til skaða, so eg havi teknað eina trygging, sigur hann. Lægri enn ætlað Hildebrand greiðir frá, at tvíhúsini eru gjørd lægri fyri nevniliga ikki at órógva grannarnar. – Tey kundu væl verið hægri, men tað vildi eg ikki, tí tað er so keðiligt fyri grannarnar, tí eru húsini longd fýra metrar ístaðin, sigur hann. Hetta kostar honum nógvar pengar, at alt bara stendur í hálvum gekki, og hann ikki sleppur at gera nakað sum helst. Og skilir hann ikki, hví tað skal verða so trupult, tá kommunan longu hevur spælt út, at hon ikki ætlar sær at nýta økið til parker- ingspláss. Ei heldur væntar Hilde- brand, at um hann hevði roynt at selt grundøkið, at nakar áhugaður keypari hevði verið við verandi støðu. – Eg meini so við, hvør hevði tímað at keypt hetta grundøkið, sum so nógv rokilsi er av, spyr hann og leggur so afturat, at tað er løgið, tá grannar í økin- um, sum sjálvir búgva í húsum, sum møguliga hava fingið frávik, gera vrøvl um hansara. – Ofta sær ein ikki bjálkan í eygunum hjá sær sjálvum, men flísina hjá hinum beinanvegin, heldur Hildebrand Andre- assen fyri. Inn í býin at búgva Ætlaninar hjá Hildebrandi við tvíhúsunum var, at hann sjálvur skuldi búgva í aðrari helvtini, og so sonurin í hinari. – Vit búgva jú heilt utt- ast á Bumshamri, so vit sóu hetta sum ein góðan møguleika til at flyta inn í býin at búgva. Men ístaðin eru vit endað í hesu óluksáliga keðiligu støð- uni, og kenna okkum hálvavegna sum "forbryd- arar", sigur ein vónbrotin Hildebrand Andreassen í telefonini. Hann var burtur í feriu í nakrar dagar, men hann ætlar at fara at tosa við kommununa, tá hann kemur aftur til Klaksvíkar. Byggiharrin: Umhugsar endurgjald So leingi føroyingar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, kunnu teir gloyma alt um sjálvstøðuga umboð- an í altjóða felags- skapum, segði danski uttanríkisráðharrin á vitjan síni í Føroyum mikudagin VITJAN Edvard Joensen Føroyingar kunnu fáa eina fulltrú frá Danmark at luttaka á millumtjóða fund- um, har føroysk mál verða viðgjørd. Meira er ikki at heinta har. At hugsa um fullan limaskap í altjóða felagsskapum kunnu vit gloyma. So greið vóru boðini frá Peri Stig Møller, uttanrík- isráðharra, tá hann saman við Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, hevði tíðinda- fund í Tinganesi miku- dagin. Hóast føroyingar fegnir vildu sloppið upp í eitt nú altjóða hvalafelagsskapin IWC, ber tað ikki til sam- bært uttanríkisráðharran- um. Altso so leingi vit eru í ríkisfelagsskapinum. – Danmark er umboðað av kongi ella drotning. Og drotningin kann ikki býtast í trý, segði uttanríkisráð- harrin. Men veðra eitt nú verju- mál, sum hava við Føroyar at gera, viðgjørd, fáa føroy- ingar fult innlit í tað, sum tosað verður um, lovaði uttanríkisráðharrin. Løgmaður og uttanríkis- ráðharrin tosaðu undir vitjanini millum annað um føroysk viðurskifti í hvala- veiðifelagsskapinum IWC. Tosað varð um støðu Føroya í hesum saman- hangi. Komið var inn á burðardygga veiðu av havs- ins tilfeingi, segði uttanrík- isráðharrin og legði afturat, at tað er tað, kjakið eigur at snúgva seg um. Uttanríkisráðharrin metir ikki, at tað fer at ávirka før- oysk viðurskifti nakað, um Danmark tekur undir við sonevndu ES grundlógini. – Tað verður ikki soleiðis, at nakar tekur nakrar avgerðir viðvíkjandi okkum, sum vit so noyðast at ganga undir, segði hann. Danmark hevur fullan limaskap í EU, og vit verða við til at taka avgerðirnar. Eg síggi ongan vanda í, at tað fer at gera støðu Føroya mótvegis ES verri, um Danmark tekur undir við hesi lógini. Per Stig Møller vísti á, at arbeitt verður á embætis- mannastigi víðari við mál- inum um, hvørjar ávirkanir málið kann fáa fyri Føroyar og Grønland, segði hann. Bæði løgmaður og uttan- ríkisráðharrin eru sann- førdir um, at ríkisfelags- skapurin hevur tað gott. – Ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri enn tað sama, segði Per Stig Møller. Tað skilst á fundum, vit hava havt bæði við grønlendingar og føroy- ingar. Allir partar tykjast hava nógv størri virðing fyri hvørjum øðrum, enn tað hevur verið líkt til leingi. Mín fatan er, at ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri enn nú, segði danski uttanríkis- ráðharrin á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin mikudagin. – Tað er ógvuliga umráð- andi við áhaldandi samrøð- um millum teir tríggjar partarnar í ríkisfelagsskap- inum, segði Jóannes Eides- gaard, løgmaður. Tíðin stendur ikki í stað, og ting broytast alla tíðian. Eisini ríkisfelagsskapurin. Tí er neyðugt, at vit alla tíðina eru greið yvir, har vit flóta og halda farið, vit eru í, viðlíka. – Eg meti, at allir partar hava gleði av ríkisfelags- skapinum, segði Per Stig Møller, uttanríkisráðharri. Og allir partar eru eftir mínum tykki áhugaðir í, at hann heldur fram. Men tað krevur so eisini eina kenslu av, at hetta er nakað, vit eru felags um, segði hann. Fólk, sum fara at hyggja at fótbólts- landsdystinum mill- um Føroyar og Frakland, fáa sterkt øl til keyps uttan fyri gyrðingarnar kring Tórsvøll ØLSØLA Edvard Joensen Ætlanir eru um at selja sterkt øl í Gundadali, tá Føroyar og Frakland fara at spæla landsdyst á Tórs- vølli. Hóast rúsdrekkalógin ikki heimilar tí, eru ætlanir í gongd um at seta upp sølubásar, har til ber at keypa sterkt øl. Teir, sum standa aftan fyri ætlanina siga við Sosi- alin, at teimum kunnugt verður slíkt øl selt víða um, tá ymisk almenn tiltøk verða hildin, hóast tað ikki er í tráð við rúsdrekkalóg- ina. Og higartil hevur ikki verið gjørt nakað við tað frá myndugleikanna síðu. Tískil vænta teir heldur ongar trupulleikar av at hava slíka sølu í Gundadali eisini. – Hóast lógin ikki verður hildin, má hon væl verða líka løtt at bróta hjá øllum, sigur ein teirra, sum Sosi- alurin hevur tosað við. Hann roknar við, at tað kann gerast ein rímiliga góð forrætning við slíkari sølu, sigur hann. Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar frá fútan- um og løgregluni til tíðind- ini í hósdagsblaðnum um fría ølsølu á almennum til- tøkum. Eisini var ætlanin at fáa viðmerkingar til tær ætlanir, sum nú eru komnar fram um komandi ølsølu í samband við fótbóltslands- dyst í Gundadali. Tað hevur, áðrenn blaðið fór til prentingar. Ikki borið til at fingið orð á nakran á fútaskrivstovuni ella hjá løgregluni, sum vil gera viðmerkingar til tíðindini. Sandavágs Ítróttarfelag fer leygardagin at skipa fyri summartiltaki við fjølbroytari skrá SUMMAR Tíðindaskriv Sandavágs Ítróttarfelag fer at enda summarið við ein- um stórum tiltakið í Sanda- vági leygardagin. Byrjað verður klokkan um midd- agsleitið, og hildið verður á út á náttina. Tiltakið verður hildið bæði kring ítrróttarhúsið og fótbóltsvøllin og á parker- ingsøkinum uttan fyri høl- ini hjá Tryggingarfelagn- um. Heima í bygdini verður stórt laksatorg, har til ber at smakka og keypa royktan laks. Eisini fara handlarnir í Sandavági at hava sølu- torg úti hendan dagin. Tom- bola, loppumarknaður og grill verða eisini á torgin- um. Fólk, sum hava eitt- hvørt, tey vilja selja, so sum heimavirki av ymsum slag, fáa eisini møguleika at gera tað hendan dagin. Undirhald verður bæði til land og til vatns. Í ánni sleppa børnini at rógva í smáum bátum, eins og eisini fjarstýrdir bátar fara at veða a síggja í stóra hylynum. Og á landi sleppa tey at roynsa seg sum motorsúkklu koyrarar. Tað verður á Loftagrund. Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast mat- og køkutombola, hoppiborg, sumoglíming og fiski- brunnur. Sandavágs kirkja er opin fyri vitjandi, og greitt verður frá kirkjuni og tí, sum har er. Eitt nú rúnar- steininum. Ítróttur verður sum vera man eisini á skránni. Byrj- að verður við endaumfari í fótbólti hjá gentum 12-14 ár. Seinnapartin verður skemtidystur á fótbóltsvøll- inum millum fráflutt og til- flutt vágafólk. Rennikapping av serlig- um slag verður eisini, har runnið verður niðan á Húsafelli og aftur. Um kvøldið verður drekaflúgving og felags- sangur á økinum uttan fyri kirkjuna. Seinni verður so diskotek í SÍF húsinum. Ríkisfelagsskap ella hvalafelagsskap Føroyingar kunnu fáa fulltrú frá Danmark at luttaka á altjóða fundum. Men tit fáa ikki fullan limaskap, segði danski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi í Tinganesi mikudagin Mynd: Edvard Joensen Summartiltak í Sandavági Sterkt øl á Tórsvølli Ætlanir eru um almenna ølsølu í Gundadali í samband við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Frakland Sandavágur úr Sørpum C M Y K 5 4