Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 22. JANUAR 2016 Ikki síðani skipaðar hitamátingar byrjaðu í 1880, hevur miðalhitin á jørðini verið so høgur, sum hann var í fjør. Fleiri mátingar hava givið ábendingar um hetta, og nýggj tøl frá amerikanska granskingarstovninum NOAA staðfesta enn einaferð, at 2015 var óvanliga heitt ár. Metið frammanundan átti 2014, men 2015 tók metið við 0,1 hitastigum. Tað verður mett sum stór øking, tá ið málið er, at miðalhitin á jørðini ikki skal hækka meira enn 2 stig samanborið við hitan í 1880. Í fjør var miðalhitin 1 stig meira enn í 1880. Ein viðvirkandi orsøk til heita 2015 var veðurfyribrigdið El Nino, sum var serliga sterkt í fjør. Granskararnir rokna við, at høgi miðalhitin á jørðini fer at halda fram í 2016, og møguleikar eru fyri nýggjum hitameti, tí El Nino er framvegis sterkt ársins fyrstu mánaðir. Áhugaverdi spurningurin er nú, um hitin fer at fella aftur í 2017, ella hann verður á høgum stigi hóast viknandi El Nino. Bara í Føroyum! Soleiðis kanst tú freistast at siga, nú stjórin á Landssjúkrahúsinum skal vera nevndarformaður fyri bólkin, ið skal arbeiða við nýskipan av fiskivinnuni. Johnny í Grótinum hevur nógvar førleikar, sum gera hann væl egnaðan til starvið. Hann er búskaparfrøðingur, hann hevur havt leiðandi størv, og hann hevur áður myndað Búskaparráðið. Um tað í hesum sambandi er ein fyrimunur at verða ættður úr Grótinum í Klaksvík, so kann tað eisini teljast við. Onkursvegna skurrar tað tó í oyrunum, at stjórin á landsins størsta sjúkrahúsi, sum mangan hevur upplivað ósemjur og avbjóðingar í umsiting og rakstri, skal taka stóru uppgávuna á seg, men soleiðis eru Føroyar – bæði upp á tann ivasama og tann góða mátan. 2015 var heitasta árið Sjúkrahússtjóri fer í fisk Visti tú? Útflutningurin av uppsjóvarfiski var fyrstu 11 mánaðirnar í fjør 1,4 milliard krónur Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les eisini blaðið á telefonini Nú skal Helgi spyrja fyri Norðlýsið Samrøða síða 24-25 Vit mugu tala at standinum Gunvør Balle síða 16-18 Politikararnir kunnu tileinkisgera fórdómarnar ímóti teimum Um dagarnar heldur Ráðið fyri Ferðslu­trygd 40 ára dagin fyri stovnan ráðsins. Og stað­fest­ast kann, at ómetaliga nógv er hent á ferðslu­trygd­ ar­øki­num hesi 40 árini – og luturin hjá ráð­num hevur ikki ligið eftir, tó at nátúrliga sam­felags­ menn­ing­ini hevur borið nógvar trygd­ar­til­taks­ skip­an­ir í ferðsluni við sær. Síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, sum kravdi manna­lív, tann 2. september í 1928, so eru 282 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Av teim­um eru um 200 deyð, eftir at Ráðið fyri Ferðslu­trygd varð stovnað – sum nátúrligt var, tí ráð­ið er stovnað sum sama mundið, sum priv­at­bila­ferðslu í Føroyum rættiliga tók dik á seg í sjeyt­i­árunum. Ferðslutrygd fegnast um, at vit hava rokkið máli­num í ferðslu­trygdarætlanini frá 2006 um, at talið á ferðslu­óhappum við fólkaskaða skal vera 30 pro­sent minni í 2015 enn í 2006. Men sam­stundis verður staðfest, at so væl hev­ur tað ikki gingið við talinum av deyðum í ferðsl­uni. Skuldi talið á deyðum minkað 30 prosent, hevði mið­al­talið í 2015 verið 2,6. Tað var 3,1. – Í heilt stuttum hava vit ikki lagt nóg stóra orku í at forða ferðsluvanlukkum. Tí her kemur einki av sær sjálvum, staðfestir Ferðslutrygd, sum eisini staðfestir: – Samanbera vit við Norðurlond, doyggja flest í Før­oy­um í mun til fólkatalið. Ár eftir ár síggja vit í Noregi, Svøríki og Danmark, at tey bróta síni egnu met í fáum deyðum í ferðsluni. Hjá teim­um doyggja knapt 3 fyri hvørji 100.000. Okkara miðal liggur uppi á gott 6. Men enn sum áður eftirlýsir Ferðslutrygd skaða­nevnd­ina – eina havarínevnd, sum vit kenna tað frá flog­vanlukkum – sum nágreinar all­ar álv­ar­sam­ar fersðlu­vanlukkur, so greinast kann út í æsir, hvat hendi – fyri á tann hátt at læra av teim­um og betur at kunna fyribyrgja. Men poli­tiskur vilji hevur ikki verið til tess. Ei heldur til eina hálkubreyt og koyr­i­tekn­ iskt annlegg, sum er so nátúrligt og grund­ leggj­andi í ferðslufrálæru, koyrifrálæru og koyrieftirútbúgving. Nú siga politikararnir, at hesi viðurskifti koma upp á pláss í ár ella næsta ár. Hetta minn­ir um okkurt, vit hava hoyrt fyrr. Men politikarar kunnu nú í verka vísa, at for­dóm­ar­ nir um teirra atgerðarloysi eru ógrundaðir – og seta hesi ferðslutrygdartiltøk í dag heldur enn í morgin! Hálkubreyt og skaðanevnd á skrá Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri FISKIVINNA VEÐURLAG