Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 3 SØKT VERÐUR EFTIR GÓÐSKULEIÐARA TIL KRYVJIVIRKIÐ HJÁ HIDDENFJORD Av tí at góðskuleiðarin fer í barnsburðarfarloyvi, søkja vit eftir øðrum góðskuleiðara at røkja starvið. Vit vænta, at viðkomandi sum verður settur, hevur góð samstarvsevnið og er íðin. Eisini ynskja vit at viðkomandi hevur góðan enskan málførleika. Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um: • Ábyrgd av at innaneftirlitisskipanin er virkin og regluliga dagførd • Samskifti við mynduleikar og keyparar • At gera innanhýsis góðskuroyndir • Upplæring/undirvísing av starvsfólkum í røttum mannagongdum og reinføri Tann sum verður settur skal kunna byrja skjótast gjørligt. Starvstíðin endar 31/12-2016. Arbeiðsstaður er í Sørvági. Meiri fæst at vita við at venda sær til Óla Hansen á oli.hansen@hiddenfjord.com ella tlf 662100. Umsóknarfreistin er 6/2-2016 Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði. P/F Luna, P.O. Box 29, FO-510 Gøta, Faroe Islands • Tel +298 66 21 00 • www.HiddenFjord.com Rigsombudsmanden på Færøerne Eitt vikarstarv sum barnaserkønur hjá Ríkisumboðnum verður hervið lýst leyst at søkja við starvsbyrjan 1. mars 2016 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Starvið verður sett fram til 1. mars 2017 og er eitt fulltíðarstarv. Lýsing av Ríkisumboðnum Ríkisumboðið viðger sum myndugleiki eina røð av málum á familjurættarliga økinum. Millum annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnað og ættleiðing. Harumframt skal Ríkisumboðið veita foreldrum og børnum barnaserkøna ráðgeving í ávísum førum. Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Ríkisumboðnum á heimasíðuni www.rigsombudsmanden.fo. Arbeiðsuppgávur Tú skalt serliga: • Ráðgeva foreldrum og børnum í sambandi við samstarvstrupulleikar og ósemju um samveru og foreldramyndugleika v.m. • Hava samrøður við børn við atliti til at lýsa hvat gagnar barninum best í sambandi við samverumál, har tað er ósemja. • Hava uppgávur viðvíkjandi eygleiddari samveru. • Hava samrøður við børn við atliti til at lýsa hvat gagnar barninum best í sambandi við ættleiðingarmál. • Hava samrøður við umsøkjarar, sum søkja um góðkenning til fremmanda ættleiðing, við atliti til at lýsa um umsøkjarar eru egnaðir at ættleiða. • Gera uppfylgingarlýsing av trivnaðinum hjá børnum, ið eru fremmanda ættleidd. • Samstarva tætt tvørfakliga við løgfrøðiligu málsviðgerarnar á Ríkisumboðnum um samverumál og ættleiðingarmál. Allar uppgávur verða framdar við barnsins besta í huga. Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Monicu Hjelm Rasmussen, løgfrøðing, á telefon 731217. Førleikar Tú skalt hava útbúgving sum sálarfrøðingur ella sosialráðgevi og hava hug og áhuga at arbeiða við nevndu uppgávum. Tú skalt megna at arbeiða í tøttum samstarvi við løgfrøðingar og onnur starvsfólk – og samstundis megna at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur at kenna til fyrisitingarligar mannagongdir. Tú skalt persónliga vera treystur og jaligur í støðum, ið eru merktar av kenslum, kreppu og til tíðir av nógvum stríði. Fyrrverandi royndir við starvsøkinum er ein fyrimunur, men eingin treyt. Ríkisumboðið kann bjóða Eitt spennandi og fjølbroyt starv í einum spennandi fakligum umhvørvi. Lønar- og starvstreytir Sum ásett í viðkomandi sáttmálum fyri sálarfrøðingar ella sosialráðgevarar. Umsókn Um tú hevur áhugað í starvinum kannst tú senda eina umsókn við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til: Rigsombudsmanden på Færøerne Amtmansbrekkan 6 Postboks 12 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til: ro@fo.stm.dk Umsóknin skal vera Ríkisumboðnum í hendi í seinasta lagi 7. februar 2016. Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 7. BARNASERKØNUR TIL FAMILJURÆTTARLIG MÁL Á RÍKISUMBOÐINUM Skrivstovubygningur í Havn til sølu Við hesum verður skrivstovubygningur, ið liggur sera væl fyri mitt í Havnini, lýstur til sølu. Bygningurin liggur við Hoyvíksvegin. Talan er um skrivstovubygning í trimum hæddum, umleið 300 m2, hvør hæddin, sum allar eru innrættaðar til skrivstovur, fundarrúm, kantinu og goymslurúm. Nærri fæst at vita við at venda sær til Advokatskrivstovuna, att.: Niels Winther Poulsen, adv. nwp@jura.fo ADVOKATSKRIVSTOVAN Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita S. Samuelsen, adv. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo