hósdagur 21. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
4
Vit hava pláss fyri 150 tøttum ella
løttum vinarløgum á Facebook,
heldur granskari
Sosialu miðlarnir hava givið fólki nýggjar
møguleikar at fáa og dyrka vinarløg við
fólk nær og fjar. Men sum í veruligu verðini
megna vit í mesta lagi at hava 150 vinir. Het
Tað skrivar bretski granskarin Robin
Dunbar í nýggjari frágreiðing, sum er
kunngjørd í Royal Society Open Science.
Viðurkendi professarin hevur áður
kannað, hvussu nógvar vinir fólk kunnu
hava í okkara livi. Hansara gransking vísti,
at vit kunnu rúma fimm ”bestu vinum”,
síðani kunnu vit hava 15 tættar vinir, 50
góðar vinir, 150 vinir , 500 kenningar og
1.500 fólk, sum vit kenna aftur.
Sambært Dunbar broytir tøknin ikki
nakað um hetta. Hóast vit hava møguleikar
at uppbyggja okkum stór netverk umvegis
Facebook og líknandi sosialar miðlar,
megna vit í grundini bert at hava 150 vinir.
Sonevnda Dunbar-talið verður harvið ikki
broytt av nýggju tøknini.
– Hvør av okkum hevur avmarkaðan
sosialan kapital, og vit kunnu velja, hvussu
vit investera okkara kapital. Um tað skal
verða eitt sindur í nógv fólk ella nógv í
nøkur fólk. Men vit megna ikki meira enn
eina avmarkaða nøgd, sigur Robin Dunbar.
– Fólk kunnu hava 500 ella 1000 vinir
á Facebook, men tað einasta, sum fólk tá
gera, er at hava felagsskap við fólk, sum tey
vanliga bert vildu kallað kenningar ella fólk,
tey kenna aftur, sigur professarin.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av
landsynningi og seinni suðri, 10 til 15 m/s.
Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 6
og 9 stig. Um náttina øtlar hann vindin up
í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13
til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin
millum 4 og 7 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðri, 10 til 15 m/s. Mest
skýggjað og stundum regn og hitin
um 8 stig. Um náttina millum 4 og
7 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri
og útsynningi, 8 til 13 m/, sum út á
dagin makar eitt vet. Samdrigið og
okkurt æli, men eitt bil skýggjað og
møguliga regn. Hitin millum 4 og 7
stig. Um náttina øtlar hann vindin
og verður andøvsgul upp í ein strúk
av vestri og útsynningi, 8 til 13
m/s. Yvirhøvur turt og hitin millum
1 og 5 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til
15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av vestri
og suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um náttina
verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum
út á náttina øtlar upp í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað og
møguliga regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
13-18 m/s
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Ráðið fyri
Ferðslutrygd fyllir 40
ár. Er stjórin nakrantíð
koyrdur hesi 40 árini?«
Sæð á Facebook:
»Eina tíð helt Buzz aldrin
hann fór at sleppa upp á
mánan«
– viðurskifti ið snúgva seg um teir eldru
borgararnar í samfelagnum, leggja eldraøkið út
til kommunurnar
Seinastu vikuna hevur Sosialurin sett sjóneykuna á eldraøkið
og serliga eldrarøkt. Avvarðandi hava greitt frá, hvussu tey
uppliva støðuna á røktarheimum, har starvsfólkini hava alt
ov nógv at gera og ikki hava stundir at strimbra tey eldru.
Nógvastaðni sita eldri fólki í einsemi stóran part av degnum,
og avvarðandi siga, at tey eru fegin, um tey eldru bara eru
heit, mett og rein. Starvsfólk greiða frá, at teirra umstøður
eru truplar, tí tey skulu renna skjótt fyri at náa bara tað mest
avgerandi í gerandisdegnum
Føroyska kirkjuliðið
í Keypmannahavn
skal hava nýggjan
prest, eftir at Bergur
Jacobsen er givin
í starvinum.
Johnny í Grótinum er
settur sum formaður í
nevndini, ið skal gera
uppskot um nýskipan
av fiskivinnuni.
BankNordik sigur fólk
úr starvi á deildum í
Danmark og setur 15
nýggj fólk í Føroyum
Ein 72 ára gamal
maður verður í
Føroya rætti dømdur
fyri manndráp av
ósektni, tá ið hann
í juni 2014 rendi á
ein súkklumann í
Kollfjarðartunlinum.
Oljuprísurin er nú tann
lægsti síðani 2003.
Løgreglan leggur hald
á fimm luksusbilar
og skuldsetur mann
fyri svik ímóti
landskassanum.
»Eldraøkið«
Tú megnar bert at hava 150 vinir
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir krónur var
føroyski útflutningurin
fyrstu 11 mánaðirnar í fjør
6.182
MANGT OG HVAT
Visti tú?
at frá 1. desember 2014
og eitt ár fram vaks
fólkatalið í Føroyum við
548 fólkum
Føroysk
ferðslutrygd
fjøruti!
Í hesum døgum eru 40 ár liðin síðani Ráðið fyri ferðslutrygd
varð stovnað. Takk fyri tykkara stóra arbeiði øll hesi árini. Í
okkara lítla samfelag er tað serliga týdningarmikið at vit ansa
væl eftir hvørjum øðrum.
FACEBOOK: