fríggjadagur 20. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 157 - 20. august 2004
Nr. 157 - 20. august 2004
9
Gongur sum ætlað,
verður gamla sluppin
Westward Ho aftur á
Havnini í oktober
mánaði. Seinastu tvey
árini hevur hon ligið í
Fraserborough, har
ógvuliga umfatandi
umvælingar hava
verið framdar. Nú
sæst tó ein endi á
arbeiðnum, og
ætlanin er, at sluppin
sjálv skal sigla heim í
seinnu helvt av
oktober
WESTWARD HO
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Tað er Grunnurin Sluppin,
ið var stovnaður í 1962, til
tess at vísa nú- og eftirtíðini
hvørjum korum fiskimenn-
inir livdu og arbeiddu
undir, ið hevur tikið stig til
at umvæla Westward Ho.
Í 1966 keypti Grunnurin
Sluppin Westward Ho frá
táverandi
eigaranum
á
Tvøroyri. Sluppin lá síðani
á Havnini og silgdi mest
leigutúrar. Tað eru m.a. frá
hesum leigutúrunum, at
fíggingin til umvælingina
er komin. Eisini er góður
stuðul fingin bæði frá
privatum og almennum.
Síðani
1997
hevur
Grunnurin arbeitt ítøkiliga
við umvælingar verkætlan-
ini, og fyri uml. tveimum
árum síðani, fór gamla
sluppin til Fraserborough,
har umvælingin er farin
fram.
Tað hevur gingið seint
við umvælingini, tí alt er
goldið so hvørt. Fyrsti part-
ur av arbeiðnum var at
skifta dekkið og bondini í
skrokkinum og at kalfatra.
Síðani lá arbeiðið leingi
stilt, tí fígging skuldi útveg-
ast til næsta byggistig. So-
statt hevur sluppin onga
skuld, hóast hon nú at kalla
er gjørd av nýggjum.
Tórshavnar býráð í
myndina
Í Nevndini í Grunninum
Sluppin eru Egil Simonsen,
formaður, Leo Clothier,
Jónsvein Lamhauge, og
Christian
Christiansen.
Nevndin hevur fyriskipað
alt arbeiðið við at umvæla
Westward Ho, tó við góðari
hjálp frá fólki, ið hava verið
fús at rætt eina hjálpandi
hond. Nógv sjálvboðið ar-
beiði er gjørt umborð, og
tað hevur uttan iva spart
Grunninum nógvar krónur.
Tórshavnar
Skipasmiðja
mátaði og teknaði sluppina
upp til endaliga umvæling-
ararbeiðið, sum varð framt í
Skotlandi.
Ein annar av dyggu stuðl-
unum hevur verið Tórs-
havnar býráð, sum kom
uppí verkætlanina eftir at
fyrsta byggistig var liðugt.
Býráðið fer eisini at eiga
sluppina, tá hon kemur til
Havnar aftur og Grunnurin
Sluppin fellur somuleiðis
undir býráðið. Býráðið fer
harvið at hava fullan av-
gerðarrætt
til,
hvussu
sluppin skal nýtast.
Bygd av nýggjum
Jónsvein
Lamhauge,
havnameistari, hevur verið
umboð fyri Tórshavnar
Kommunu
í
nevndini.
Hann fegnast um, at endi
nú sæst á arbeiðnum, sum
hevur gingið nakað seinni
enn væntað. Á heimasíðuni
hjá Westward Ho sæst
nevniliga, at ætlanin upp-
runaliga var, at fáa sluppina
klára til tá Norðuratlants-
bryggjan lat upp í 2003.
Hetta eydnaðist tó ikki.
–Arbeiðið hevur gingið so
striltið, tí vit máttu finna
fígging
ímillum
hvørt
byggistig. Nú vóna og
vænta vit bara, at írestandi
arbeiðið gongur sum tað
skal, soleiðis at sluppin
kann koma heim síðst í
oktober, sigur hann.
Jónsvein sigur, at sluppin
faktiskt er gjørd av nýggj-
um. – Bæði dekkið, skrokk-
urin,
seglið,
rigningur,
lugarið og allar tekniskar
innleggingar eru nýggjar.
Alt er tó bygt sum tað var á
gomlu sluppini. Hon skuldi
sostatt sæð út sum hon
gjørdi, tá hon fór til umvæl-
ingar. Har lastin var, hava
vit tó fingið eina salong nú,
men vit hava roynt at havt
alt í sama stílið, greiðir
Jónsvein Lamhauge frá.
Hann sigur, at ætlanin er,
at skúlar skulu kunna gera
brúk av Westward Ho, so-
leiðis,
at
næmingarnir
kunnu fáa eina mynd av,
hvussu sjólívið var. Eisini
fer hon at gera útferðir og
styttri túrar. – Tað verður
býraði, ið fer at hava av-
gerðarrættin, men hetta er
ætlanin, sigur Jónsvein.
Hann sigur, at arbeiðið um-
borð á sluppini fer at verða
sjálvboðið.
– Áðrenn sluppin fór til
umvælingar, høvdu vit ein
stóran skara av fólki, ið
vóru áhugað í sluppini, og
sum gjørdu eitt stórt sjálv-
boðið arbeiði. Vit vóna at
fáa fatur í tey fólkini, nú tá
sluppin kemur heimaftur,
sigur Jónsvein. Hann sigur
tað ongan iva verða um, at
áhugin framvegis er stórur.
– Tað eru heilt víst ógvuliga
nógv fólk, ið hava áhuga í
sluppini, sigur hann. – So
vit vóna, at tey fara at taka
ímóti sluppini sum eitt
frítíðarítriv.
Westward Ho fer at sigla
um summarið, og um vetur-
in verður høvi at nýta hana
til ymisk mentanarlig til-
tøk. Ætlanin er, at hon skal
fáa sítt gamla pláss á Havn-
ini aftur, nevniliga undir
Müllers Pakkhúsið.
Fólk til jomfrútúrin
À heimasíðuni hjá West-
ward Ho, er ein lýsing eftir
áhugaðum fólki, at sigla
sluppina aftur til Havnar. –
Vit hava ikki sett nøkur
førleikakrøv sum so, men
ætlanin er, at tey, ið fara
niður eftir skipinum, skulu
rigga tað síðsta til, t.d. at
sláa seglið undir hana. So
tað er sjálvsagt ein fyri-
munur, um tað koma fólk,
ið vita hvat tað snýr seg
um. Ætlanin, við at søkja
eftir fólki, er eisini at knýta
fólk til sluppina, sigur Jón-
svein. Hann sigur, at eftir-
sum størsti parturin av ar-
beiðnum framyvir fer at
verða sjálvboðin, er gott at
hava nøkur fólk knýtt at
skipinum.
Í vikuni verður motorurin
settur í, og mastrar og rund-
holt fara niður í komandi
viku.
Tey, ið hava hug at
mynstra fyrsta túrin skulu
seta sær eina viku av, tí
seglini sum sagt skulu
riggast til, áðrenn lagt verð-
ur frá landi.
Áhugað kunnu venda sær
til Poul Clementsen á
vit5@post.olivant.fo. Enn
er endaligi fráfaringardag-
urin ikki fastlagdur.
Westward Ho aftur á Havnina
Umvælingarnar bæði innan og uttan eru nú komnar so langt áleiðis, at sluppin væntandi verður aftur í Havn síðst í oktober. Sluppin er at kalla bygd av nýggjum
Myndirnar eru tiknar av heimasíðuni hjá Westward Ho www.westwardho.fo
Soleiðis sá sluppin út í 2002 beint áðrenn hon varð send til umvælingar
Mynd: Savnsmynd
Sluppin var ógvuliga
illa farin og skuldi hon
framhaldandi kunna
sigla, var alneyðugt
við eini stórari
umvæling
Mynd: Savnsmynd
Rigga Eystnes til í Runavík
Línubáturin, Eystnes,
sum P/F Linefish á
Strondum hevur
keypt úr Noregi, verð-
ur nú riggaður til í
Runavík. Skipið verð-
ur klárt at fara til
fiskiskap um einar
tveir mánaðir og fær
loyvini hjá Tummasi
Nygaard og Morning
Star
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið, P/F Linefisk, sum
hevur
keypt
línubátin,
Husøy úr Molde í Noregi,
gjørdi ikki nógv burtur úr,
tá ið skipið fyrstu ferð kom
til landið hósdagin í sein-
astu viku.
Skipið er heimahoyrandi
á Strondum, men legði
beinleiðis at í Runavík, har
Mekanik er farið í holt við
at yvirhála høvuðsmotor og
ljósmotorar. Ymiskt skal
gerast við skipið, áðrenn
tað um einar tveir mánaðir
verður klárt at fara til
fiskiskap.
Mekanik og FJM
Reiðarin, Dánjal Jákup
Vilhelm, sigur, at skipið í
fyrsta lagi verður klassað.
– Hetta er eitt frystiskip,
og tí skal lastin avriggast og
byggjast til ísfiskalast.
Hetta verður ein kassalast
eins og umborð á Tummasi
Nygaard og Fugltúgvuni,
har hvør kassi verður 90
litrar.
Hann sigur, at arbeiðs-
dekkið skal eisini broytast,
og
pavnaskipanin
skal
broytast.
– Tað verða fyrst og
fremst Mekanik og FJM,
sum koma at taka sær av tí,
sum gerast skal við skipið.
Dánjal Jákup sigur, at
Eystnes kemur í flotan fyri
Tummas
Nygaard
og
Morning Star, sum er
søktur.
– Tummas Nygaard verð-
ur í vinnu, til Eystnes er
klárur. Síðan verður hann
lagdur og væntandi seldur.
Reiðarin sigur, at áhugi
er fyri Tummasi Nygaard,
sum er bygdur á Vestmanna
Skipasmiðju í 1972.
Størri skip
Eystnes er eitt størri skip
enn Tummas
Nygaard.
Hann er nevniliga sjey
metrar longri.
Skrokkurin á skipinum,
sum P/F Linefish hevur
keypt, er bygdur í 1975,
men skipið fekk nýggja ap-
etering í 1997 og nýggjan
høvuðsmotor, skrúvu og
drívaksil í 1998.
Dánjal Jákup metir, at
hetta verður eitt gott skip
við góðum manningarum-
støðum, tá ið klárt er at fara
til fiskiskap. Øll kømrini
umborð eru tvey-mans-
kømur.
Við Eystnesi verða 14
mans, og skipari verður
Jákup Eli Ejdesgaard av
Eiði, sum annars er skipari á
Tummasi Nygaard. Avloys-
arin hjá honum er Jón
Matras, sum er gjáarmaður,
ið býr á Eiði. Hann er skip-
ari við Tummasi Nygaard
hendan túrin, teir nú eru úti.
Dánjal Jákup Vilhelm, er
eisini reiðari á Fugltúgvuni,
sum P/F Torvanes eigur.
– Hetta eru tvey ymisk
skip og tvey ymisk feløg,
sum eru púra leys av hvørj-
um øðrum, sigur hann.
Gott mót
Reiðarin hevur gott mót
um, at tað fer at bera til at
fáa raksturin hjá Eystnesi at
hanga saman.
– Tað hevur gingið væl
hjá línubátunum seinastu
árini, og árið í fjør var eis-
ini eitt gott ár. Árið í ár er
slakari, men brúkiligt kort-
ini, sigur hann.
Dánjal Jákup Vilhelm
sigur, at lítil toskur er at fáa
í løtuni, men hýsan er við at
taka seg upp, sum hann
tekur til.
– Sum er, er tó ein ov
stórur partur av veiðini
brosma og longa, og hesi
fiskasløgini hava ikki so
góðan prís, leggur hann
aftrat.
Skipið er bygt í 1975, men hevur fingið nýggja epetering og nýggjan høvuðsmotor. Væntandi verður klárt at loysa um einar tveir
mánaðir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýtt toskaævintýr
Grønland: Grønlendskir granskarar droyma í hesum
døgum heitar dreymar um eitt nýtt toskaævintýr í
Grønlandi. Orsøkin til bjartskygni er, at granskarar
hava staðfest, at havið rundan um Grønland verður
heitari. Mett verður, at heitari sjógvur kann fara at geva
grønlendingum tað, sum teir leingi hava bíðað eftir,
nevniliga eitt nýtt toskaævintýr.
Granskararnir siga, at havið rundan um Grønland er
vorðið 2-3 stig heitari seinastu árini. Sjógvurin er við
øðrum orðum líka so heitur, sum hann var í 1960-
árunum, sum vóru gullárini fyri toskafiskiskapi í Grøn-
landi. Men eftir nøkur ógvuliga góð ár, rýmdi toskurin
aftur.
Ymiskar meiningar eru um orsøkina til, at toskurin
rýmdi, men ein verður hildin at vera, at havstreymarnir
broyttust og harvið eisini hitin í sjónum.
Sagt verður, at um toskurin er á veg aftur í grøn-
lendskan sjógv, kemur tað helst at taka eini 5-10 ár,
áðrenn stórar nøgdir av toski aftur kunnu fiskast undir
Grønlandi.
-v.
Høgir tunfiskaprísir
Equador: Lítil tunfiskaídnaður er í Equador í hesum
tíðum, tí so lítil fiskur kemur uppá land. Men einki er
so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Slaki
fiskiskapurin hevur trýst prísirnar rættiliga langt upp.
Tunfiskaprísirnir í heyst hava nevniliga verið teir
hægstu í mong ár.
Óvanliga støðan í tunfiskaídnaðinum hevur nú elvt
til, at tunfiskur fer fyri 1500 us-dollarar fyri tonsið.
Hetta er 110% meira, enn prísurin var í byrjanini av
hesum árinum.
Talan er í hesum sambandi um fisk, sum vigar meira
enn 20 pund.
Vánaligi tunfiskiskapurin hevur samstundis ført til,
at tað gongur striltið hjá framleiðarum í Equador at
nøkta eftirspurningin eftir tunfiski.
-v.
Nýtt eitur í Noregi
Noreg: Fyri fyrstu ferð er eiturið, perfluoroktyl
sulfonat (PFOS), staðfest í Noregi. Eiturið, sum er
funnið í Mjøsa, verður hildið at vera krabbameins-
elvandi. Eisini verður hildið, at eiturið kann elva til
fosturskaðar og gera immunverjuna veikari.
Tað er norska Hamar Arbeiderblad, sum ber hesi
tíðindi.
At PFOS-eiturið er funnið júst í Mjøsa, halda ser-
frøðingar ikki vera so løgið, tá ið onnur eiturevni, eitt
nú kiksilvur, PCB og eisini dioxsin, áður eru funnin í
økinum.
-v.
Vánaligur tunfiskiskapur hevur ført til, at prísurin á
tunfiski er øktur 110% í ár
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósmorgunin landaði línu-
báturin,
Fugltúgvan,
á
Toftum.
Veiðan hendan túrin var
65.000 pund, harav 16.000
pund var hýsa, 8.000 pund
toskur, meðan restin var
longa og brosma.
Reiðarin, Dánjal Jákup
Vilhelm, sigur, at skipið
ætlandi fer avstað aftur
leygardagin.
– Helst verður farið undir
Føroyar, men tað hevur
eisini verið upp á tal at fara
til Ísland, har skipið eigur
kvotu eftir.
Skipari á Fugltúgvini
hendan túrin hevur verið
Suni Dam á Norðskála,
sum er sonur fasta skipar-
an, Andrias Dam.
Tað er P/F Torvanes, ið
eigur Fugltúgvuna, sum er
skrásett á Eiði.
Dánjal Jákup Vilhelm er
reiðari á Fugltúgvuni og
Tummasi Nygaard, sum
skjótt verður avloystur av
línubátinum, Eystnesi, sum
P/F Linefish hevur keypt úr
Noregi.
Fugltúgvan landar á Toftum
C
M
Y
K
9
8