Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 157 - 20. august 2004 Nr. 157 - 20. august 2004 11 Fyri umleið 40 árum síðani var Skipafelagið Føroyar eitt tað mest vælkonsolideraða felag í Føroyum og kundi av røttum kallast eitt av flaggskipunum í føroyskum vinnulívi. Uttan at fara at kritisera leiðsluna í hesum felag á hesum stað, kunnu vit bert staðfesta, at tað er gingið aft- urá síðani Skipafelagið Føroyar var flaggskip í føroyskari vinnu, til at man nú hevur sæð seg noyddan til at selja hetta gamla føroyska partafelag til íslendingar. Er hetta nakað vit føroyingar eiga at leggja nakað í? Kann tað ikki gera tað sama, hvør eigur felagið? Um man lurtar eftir teim meira stívrendu búskap- arfrøðingunum, so kann tað gera tað sama, hvør eigur eitt felag, tí at eigarin vil altíð disponera soleiðis, at hann fær sum mest burturúr. Er hetta altíð so? Hví hava td. hetlendingar sett so nógvan pening í Smyril Line. Man tað ikki partvíst verða tí, at man ynskir ein ávísan aktivitet í hetlendska samfelagnum, altso ein máti at subsidiera hetlendska lokalsamfelagið uppá, heldur enn at grunnurin, ið hevur sett peningin í, ynskir reint avkast av íløguni? Hví hava mangir føroyingar sett pening í feløg, ið einki vinningsbýti hava útgoldið nakrantíð? Man hetta ikki verða, tí man vil hava eitt ávíst virksemi ella tí, at man av nationalum grundum vil hava td. eitt flogfelag? At nógvar íløgur verða gjørdar av øðrum orsøkum, enn slíkum, ið kunnu metast at verða tær mest fornuftigu reint búskaparliga, er ein sannroynd, ið føroyskir búskaparfrøð- ingar mugu fyrihalda seg til, tá teir analysera føroyska sam- felagið. Tað nyttar ikki at ganga út frá, at føroyingar uppføra seg sum tann økonomiski maðurin úr búskaparligum læru- bókum, tá hann td. heldur setur pengar í eitt føroyskt skipa- felag við lítlum avkasti, heldur enn at gera íløgur á Køben- havns Fondsbørs við nógv størri avkasti. Td. eru nógv dømi um fyrtøkur, ið í kreppuárunum høvdu betýðiligt lægri avkast, enn um eigarin setti peningin í statsobligatión- ir ella enntá í bankan, men hóast hetta, helt virksemið áfram. Hví tað? Man tað ikki verða tí, at tað fyri nógvar føroyskar íleggjarar ikki er líkamikið, um aktiviteturin, ið íløga verður gjørd í, er her á landi ella aðrastaðni. Føroysk feløg hava søguliga sæð víst, um ikki so forferdiliga nógv, so eitt sindur av sosialari ábyrgd yvirfyri tí samfelag, tey virka í. Hetta kann ikki í sama mun væntast frá einari út- lendskari fyritøku. So koma vit til tann áhugaverda spurningin. Kann tað hugsast at verða nakar vansi, um t.d. íslendarar settu seg á allan føroyskan skipaflutning? Svarið er ja, tí at á sama hátt sum føroyingar viðhvørt handla út frá øðrum grund- um enn teimum reint búskaparligu, so handla íslendarar eisini viðhvørt útfrá meira kenslumessigum grundum, ella kunnu hugsast at ofra partar av virðisketuni fyri at nøra um aðrar partar. Suboptimering er eitt vælkent hugtak. Ein fyritøka vil altíð royna at optimera samlaða úrslitið í einari koncern. Kann hetta gerast uppá bekostning av úrslitinum í einum útlendskum dóttirfelag, so eigur eingin at verða kløkkur av hesum. Vildi ein íslendsk fyritøka suboptimera hinveg- in, so at til dømis eitt føroyskt dóttirfelag fekk størri vinn- ing uppá bekostning av úrslitinum í einum íslendskum fel- ag? Svarið uppá hendan spurning eigur at geva okkum svarið, um tað bara vildi verið gott, um íslendarar sótu á øllum skipaflutningi til og úr Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Á útlendskar hendur og hvat so? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Leysingabørn! Hanna Lisberg Tórshavn 06.08.04 Eg fái meg illa at seta eina slíka yvirskrift, tí eingin kann hugsa sær, hvussu tað hevur sært og pínt tey, sum varaðu av. Hetta gjørdist ein ræðulig skomm – hví? Jú, tí grov diskriminering fór fram í samfelagnum. Ognarleys høvdu ongan rætt at giftast. Fylgjan av kærleikanum teirra millum førdi við sær, at børn teirra fingu heitið – leysingabørn. Ein søga, sum sigur nak- að um hetta er í bókini hjá Heðin Brú: Men lívið lær… »Heimkoman hjá Duritu var lítið lystilig, kunnu vit ætla. Tá í tíðini hjá einari dóttur at koma fyri eyguni á foreldrunum við einum leysingaunga, tað var at møta til dóms…« Ella søgan hjá Dagmar Næs Joensen um Rannvu o.s.fr. Onkur heldur, at hetta tíbetur er farið í søguna. Er tað nú tað? Tí betur hoyra vit ikki beinleiðis hetta heitið. Eg eri bangin fyri, at eitt annað niðursetandi og sárandi orð er komið inn í málburðin, um tað ikki verður steðgað straks. Tað er orðið: kynsvillingur. Tá tingmaður roynir at fáa hetta niðursetandi orðið í umferð, so er tað at saman- bera við tann skaða og ta sorg, ið áðurnevnda orð gjørdi. Guð forláti okkum! Hví skulu vit sára og niður- gera fólk? við vilja, tí ting- maðurin endurtekur orðið. Nú er vanligt hjá summ- um at taka burtur Halgubók at rættvísgera tað, tey siga, so eg loyvi mær tað sama »Ikki ein og hvør, sum sigur Harri, Harri skal koma inn í Himmiríki«. Álvaratos! Var tað skeivt av løgmanni at vísa virðing fyri einum bólki, sum heitti á hann? Hann hevur hildið nógvar røður fyri mongum ymsum bólkum sum løg- maður, sum er fyri okkum øll í samfelagnum. Hevði hann sagt nei, tí eg kann ikki tola tykkum, so var tað ein grov diskriminering. Vit eiga øll at vísa virðing og tolsemi móti okkara næsta. Løgmaður skal ikki hava fylgt Guðs boðum sigur sami tingmaður! Hvør ger tað? Vit synda øll og biðja tí: Fyrigev okkum… Skilir tingmaðurin mill- um stórar og smáar syndir? Tann, sum heldur, at hann ger Guði eina tænastu við einum slíkum fram- ferðarhátti, kann lættliga koma so fyri, at Guð sigur: »Eg kenni tykkum ikki«. Tað er tíð uppá at gevast at langa út eftir fólki, sum eru øðrvísi enn »normurin« ella sum hava aðra hugsan enn vit. Vit vita, at tað er handa lítla flísin, sum er sjónligari enn bjálkin. Virðing og tolsemi eru góðar dygdir. Starvsmannafelagið Gunnleivur Dalsgarð, formaður Spurningurin um lagnuna hjá smádronginum, sum noyddíst av landinum her- fyri og avleiðingarnar hjá hansara næstu, hevur fylt nógv í fjølmiðlum og mill- um fólk í longri tíð og ger tað enn, og er tað í sjálvum sær als ikki løgi. Vit fara ikki her at leggja okkum útí ella gera viðmerkingar til sjálvt málið í hesi lagnu- støðu, men vit fara harðliga at átala ta viðferð, sum starvsfólk, fyrst og fremst í sosialu umsitingini í Tórs- havnar kommunu, hava fingið í hesum viðkvæma málið. At hesi fólk, sum eru sett at umsita tær lógir og reglur, sum politiski myndugleikin hevur stungið út í kortið ella kannska rættari: vantandi reglur frá teirri síðuni, skulu verða úthongd og gjørd til almennar syndabukkar í teirra trupla dagliga arbeiði á hesum øki, er bæði átalu- vert og ikki minni forkasti- ligt, tá øll eru vælvitandi um, at størsti og einasti ábyrgdarin og »syndarin«, er politiski myndugleikin, sum ikki hevur verið førur fyri ella havt vilja at skapa teir neyðuga karmarnar í samfelag okkara, sum skulu til, tá slíkar støður taka seg upp. Tað er her trupuleikin liggur! At gera starvsfólki til syndabukkar, sum sita við hesum mangan tungu og torføru uppgávum at røkja og samvitskufult arbeiða eftir teimum ásetingum, sum myndugleikarnir hava lagt, er bæði eitt ófatuligt og ómennikjaligt trýst at leggja á tey. At gera tey til almennt fjølmiðlaskotmál, er undir alt lágmark, tá trupulleikin liggur á heilt øðrum stað! Hetta kann als ikki góð- takast og fara vit harðliga at mótmæla ta viðferð, hesi fólk hava fingið og fáa í hesum ólukkuliga máli. Vendið kannónina móti teimum, sum hava avgera- myndugleika í slíkum føri og latið starvsfólk, sum sett eru at røkja torførar upp- gávur fáa frið at gera sítt arbeiði! Aðra og meira virðiliga viðferð eiga hesi starvsfólkini uppiborið! Vendið kanónini rætta vegin! C M Y K 11 10 Martin Næs 12/8-2004 Í grein í Dimmalætting 10. august 2004 skrivar Kim Simonsen eina ta vánalig- astu og mest rótutu grein- ina, eg havi lisið í 51 ár. So er tað sagt. Fyri ein, sum hevur arb- eitt við føroyskum bókum, nær sagt allan vegin rundan um borðið, var yvirskriftin lokkandi, hóast grefliga villu: ’Føroyska bókaum- hvørvi riggar ikki’ . Endi- liga ein grein um okkurt áhugavert! Her man vera nógv at frætta, hugsaði eg, tí tað er sum lundi á jóla- nátt, at hetta evnið verður viðgjørt í føroysku fjøl- miðlunum. Men tað fyrsta eg tíverri spurdi meg sjálvan, tá ið eg hevði lisið greinina, sum høvundurin haraftrat hevur givið tað fína bókmentaliga undirheitið: ’Essay’, havi eg sett upp á prent sum yvirskrift. Og nú skal eg royna at grundgeva fyri, hví eg seti spurningin. Eitt, sum ger, at eg meini, at greinin er ómetaliga vánalig, er tað, at høvund- urin í hesi greinini, sam- stundis sum hann tykist vera sera álvarsamur og al- vitandi og dømandi, stríðist sjálvur við, ið hvussu so er, tveir málsligar trupulleikar: fyri tað fyrsta veit hann ikki, hvat hann skal gera við tey mongu eddini í før- oyskum, og fyri tað næsta dugir hann ikki at stava og brúka tvey so fitt og vanlig orð sum: vanta og vænta. Eg havi ongantíð hildið, at tað var skeivt at døma ella at ummæla tað, ið onn- ur alment leggja fram. Men tað skal vera skil í. Tú skalt ikki bara vera ímóti, tí at øll hini eru fyri. Og hetta tykir mær, at Kim ger eitt nú í hesi greinini. Slík skriving hevur, eftir mínum tykki, bara eitt endamál, og tað er at seta seg sjálvan í brenni- depilin ístaðin fyri at seta brennidepilin á evnið. Hetta tykir mær at vera ein stórur veikleiki við grein- ini. Í 1998 - fyri 6 árum síðan - varð enn ein hornasteinur lagdur undir føroyska bókaumhvørvið, ein av hornasteinunum, sum m.a. skuldu slóða fyri at fáa før- oyska bókaumhvørvið at rigga. Tá gav Føroya Fróð- skaparfelag út ’Føroyska orðabók’ bæði í einum bindi, í tveimum bindum og á fløgu. Í hesari orðabók ber til at sláa upp og fáa at vita, hvar eddini skulu standa, og hvussu vanta og vænta skulu stavast og brúkast. Skal føroyskt bókaum- hvørvi rigga, er fyritreyt nummar eitt: at fólk duga at stava, og tá ið tey ikki duga at stava, mugu tey læra tað við m.a. at brúka orðabøk- ur. Hvat ger Kim? Hann fresar bara víðari og ger tað klassiska: at leypa á, har garðurin er lægstur, skelda út til høgru og vinstru, geva øllum hinum alla skyldina fyri alt samalt, sum um hann ongantíð í lívinum sjálvur hevur gjørt eitt- hvørt, sum ikki var hundrað prosent eftir bókini. Hetta er stórt spell, tí í greinini er vissuliga mangt og hvat, sum hevði verið áhugavert at viðgjørt, hevði hon verið betri skrivað. Men so skal eisini sigast, at alt samalt hevur tann, sum hevur fylgt við í føroyskum bókaum- hvørvi tey seinastu árini, hoyrt áður. Tingini hava, tí- betur, verið søgd við øðrum orðum og sum heild nógv betri stavað enn í greinini hjá Kim Simonsen. Spell at hann fer so leysliga og so víða um í so stuttari grein, tí rætt skal vera rætt, hann nemur við fleiri mál, sum mangur við mær hevur havt áhuga fyri í mong ár, og sum bæði tola og treingja til at verða viðgjørd í Dimmalætting, útvarpi, sjónvarpi, Fregnum, Sosi- alinum og aðrastaðni við. Hvar er argumentatiónin, Kim? At sleingja út í leysa luft, "at Jákup í Skemmuni hevur oyðilagt manga bók", uttan at koma við nakrari nærri frágreiðing ella grundgeving, er so grovt og óseriøst, at eg haldi, at greinskrivarin lættliga kundi verið saksøktur og dømdur fyri ærumeiðing. At siga at Jostein Gaarder er ein ’popfilosoffur’ (popp!!!) uttan at koma nærri inn á hetta, er so ama- tørkent, at eg øtist. - Eg skilji ikki reiðiliga, hvat tú vilt við slíkum setningum, tí góðar bókmentir, (tað vilja vit øll jú hava), krevja sanniliga eisini góðar um- mælarar. Mitt í greinini - ja, mitt í tí heila - er ein heimspeki- lig analysa av, hvat ein góð, gomul føroysk rukka er. Eg loyvi mær at tvíhalda um, at Kim Simonsen heldur føroyska lesaran vera eina stóra rukku, tí soleiðis fer hann við honum. Um ’rukkuna’ kunnu vit tíbetur lesa nógvastaðni í føroysk- um bókmentum, t.d. hevur Jóan Pauli Joensen eitt kvalifiserað, bókmentaligt boð upp á rukkuna í ’Fær- øske sluppfiskere’ (1975), bls. 200-207. At ’vælnøgdir bókavørð- ir’ staðfesta ’at nógvar bøk- ur koma út í Føroyum’, er kanska bara tí at ’vælnøgdir bókavørðir’ gera teirra arb- eiði. Hvat skuldu teir annað gjørt? Skulu teir t.d. ikki telja (tær meiri enn 100) bøkurnar, ið Jákup í Skemmuni hevur týtt bara úr svenskum, við? Skulu teir ikki telja bøkurnar hjá Tóroddi Poulsen við, tí tær eru so vánaligar? Skulu teir ikki telja bøkurnar hjá Oddvør Johansen við, tí hon er kvinna? Ella tær hjá Jógvani Arge og Erlingi Poulsen, tí hesar ikki eru fagrar bókmentir? Ella… og eg kundi hildi á til í morginári. Skulu bara tær bøkurnar, sum tú heldur vera góðar, teljast við? Er tað tú meinar? - Nei, Kim, soleiðis arbeiða ikki ’væl- nøgdir bókavørðir’, og so- leiðis riggar føroyska bóka- umhvørvið als ikki, tíbetur. Eg sigi, sum stórskaldið Oddvør Johansen segði herfyri: Kom heim og far til arbeiðis, her er nóg mikið at tríva í. Tú sigur sjálvur, at okk- um vantar bæði ummæli, ummælarar og bókmenta- søgu, og at tað haraftrat er tørvur á tíðarritum og al- menni. Er her ikki nóg mik- ið at tríva í? Lat ikki inni- haldsleysar skáltalur óróg- va teg meira enn gott er. Brett upp um ermar, Kim! Kom og tak tøk, Kim! Í Føroyum vantar okkum fólk sum teg, tað vænti eg. Kom, Kim, áðrenn tú gert okkum øll bimmilimm! Evert Guttesen 19.08.2004 Í Skúlagøtu í Havn, búðu tveir dreingir, sum vóru góðir vinir. Tá annar av teimum flutti niður til Danmarkar at búgva, fór hin, sum var eftir í Føroyum, hvørt summar niður til Danmarkar at vitja hann. Tað sum familjan í Føroyum ikki visti, var at teir hildu til har tey homo- seksuellu samlaðust. Tað var dult sum mans- borð, til tann eini av teim- um varð smittaður við HIV. Tað gekk stutt tíð, so hevði hann fingið AIDS í útbrot og doyði í Danmark av tí. Eitt ár aftan á doyði hin drongurin av AIDS í útbroti í Føroyum. Hesin drongur- in var beiggi mín. Eg og mamma mín vóru hjá hon- um, tá hann doyði. Tá var hann vorðin blindur av sjúkuni. Eg helt í hondini hjá honum, og tað síðsta hann segði, var: »Hvør er inni hjá mær?« Eg segði við hann, at mamma og eg eru hjá tær! So fór hann frá okkum og gav andan upp kl. 15.00 tann 25.05.1991. Hann fortaldi mær, hvussu hann var vorðin smittaður. Hann hevði verið á eini av hesum barrunum, sum tey homoseksuellu halda til, og ein hevði bjóð- að honum heim við til hús og hevði givið honum so nógv at drekka, at hann datt av. Meðan hann svav hevði hesin útnyttað hann seksu- elt og hevði smittað hann við aids (hiv). Er tað hettar, sum eg havi skrivað, sum Friðarbogin og Føroya løgmaður og Bogi Dánialson Davidsen, vilja skal henda okkum, sum búgva í Føroyum? Hetta, sum tað hendi hesum dreingjunum í Skúlagøtu í Havn, sum endaði í tí skeiva umhvørvinum í Keypmannahavn, sum kostaði teimum lívið?«. VIÐMERKINGAR Er Kim Bimmilimm? Friðarbogin, Bogi Davidsen, løgmaður og um at doyggja av HIV/AIDS TÍÐINDASKRIV Kveiki, ein tiltaksbólkur undir Arkitektafelag Før- oya, skipar fyri workshop í Nólsoy komandi vikuskifti. Í stuttum kann sigast, at endamálið við workshopp- ini er at greina og arbeiða við teimum sporum, fylgj- um og tídningum tíðin hev- ur á landslag, bygningar, brúkslutir og menninskjur. Arbeiðsgrundarlagið fyri workshoppini verður: Stað- ið og endurtøkan. Tíðarinnar dyljandi og / ella fremjandi frásøgn í staðarinar tilfari, bæði tí bygda og í landslagnum. Nólsoy er karmur um workshoppina. Hetta er av- gjørt út frá tí avmarkaða skalanum bygdin hevur, og at bygdin er ein fløkt heild av náttúrufyribrygdum og mentunarligum rytmum, sum spenna frá sjónvarps- skránni og umleið til heim- sins upphav. Hesar umstøð- ur gera tað møguligt, at arbeiða á einum ítøkiligum stað, sum var tað í einum "laboratorii". Í samband við work- shoppina, er Anders Abra- ham boðin til Føroyar at halda ein fyrilestur, og at vera við í orðaskiftinum undir arbeiðinum við upp- gávuni. Ander Abraham er út- búgvin arkitektur á Cooper Union School of Architec- ture í New York, undir lær- arum sum John Hejduk, Peter Eisenman, Bernard Tschumi, Raimund Abra- ham. Av næmingum frá hesum skúla kunna nevnast Daniel Liebeskind, Dan Hoffman, Elizabeth Diller, Antonio Scofidio, Stan All- an. Ander Abraham hevur eina Masters in Architec- ture fra Cranbrook Acade- mi of Art. Hann hevur eina Phd frá Kunstakademiets Arkitekt- skole København. Í løtuni arbeiðir hann ma. við einum projekti sum kallast Opløsning - Studier af form som tilstand i Byar- kitektonisk sammenhæng. Anders Abraham gransk- ar og undirvísir á Kunst- akademiets Arkitektskole og á Cooper Union School of Architecture. Luttakararnir møta við Rituna, ið fer til Nólsoyar fríggjadagin 20. kl. 15:20. Arbeitt verður seinrapart- in og út á kvøldið. Byrjað verður tíðliga leygardagin og hildið verður á til An- ders Abraham heldur ein fyrilestur seinrapartin. Síð- an verður aftur arbeitt og dagurin endar við einum betri bita umborð á Norð- lýsinum, sum siglir luttak- ararnar inn til Havnar seint leygarkvøldið. Sunnudagin fyrrapart, í Havn, verður arbeiðið gjøgnumgingið. Arbeitt og gist verður í Nólsoyar skúla. Tekningar, myndir og model verða ætlandi sýnd fram í sambandi við stóra framsýning í Norðurlanda- húsinum í september. Workshoppin vendir sær til arkitektar, arkitektles- andi, designarar o.l. Enn er pláss fyri nøkrum luttakar- um afturat. Meiri fæst at vita við at venda sær til Kveika, Eyðun Eliasen tlf: 26 90 32, í seinasta lagi hósdagin 19. august. Workshop í Nólsoy