fríggjadagur 20. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 157 - 20. august 2004
Nr. 157 - 20. august 2004
13
Landssjúkrahúsið tekur nýggja bygningin í nýtslu
Fyrsta stóra útbygg-
ingin av Landssjúkra-
húsinum síðan seksti-
árini er nú um at
koma á mál. Í kom-
andi viku verður
fyrsti sjúklingurin
skurðviðgjørdur á
nýggju skurðgongini
SJÚKRAHÚS
Tíðindaskriv
Landssjúkrahúsið fer í næst-
um at taka nýggja sjúkra-
húsbygningin
í
nýtslu.
Bygningurin fer at hýsa
fimm deildum, og sum tann
fyrsta verður nýggja skurð-
gongin tikin í nýtslu í kom-
andi viku, tá tann fyrsti
sjúklingurin verður lagdur
undir skurð í einari av teim-
um seks nýggju skurðstov-
unum á 2. hædd í nýggja
bygninginum.
Nýggj
seingjardeild,
rannsóknarstova og med-
isinsk kanningar- og við-
gerðardeild verða allar
tiknar í nýtslu komandi
mánaðin, og sum tann sein-
asta av teimum fimm deild-
unum
verður
intensiva
deild við nýggjari bráð-
feingis móttøku og skaða-
stovu tikin í nýtslu 4. okto-
ber.
Betri tænasta
Umstøðurnar
á
Lands-
sjúkrahúsinum hava leingi
verið ov trongar til at hýsa
einum nútímans megin-
sjúkrahúsi, og hetta hava
sjúklingar og avvarðandi
teirra stundum merkt.
Við nýggju umstøðunum
fær sjúkrahúsið veitt sjúk-
lingum eina munandi betri
tænastu enn higartil hevur
verið gjørligt. Greitt er tó,
at enn er langt eftir á mál í
arbeiðinum at nútímans-
gera umstøðurnar í gomlu
bygningunum. Ein ætlan er
løgd fyri hetta arbeiði, ið
væntandi fer at taka 10-15
ár.
Fyrsti spakin fyri útbygg-
ingini av Landssjúkrahús-
inum varð settur í 15. sep-
tember í 1998. Upprunaliga
var ætlanin at taka nýbygn-
ingin í nýtslu tíðliga í ár,
men farna løgtingsvalið í
úrtíð seinkaði játtanini til
keyp av útbúnaði nakrar
mánaðir, og tískil mátti
tíðarætlanin broytast.
Nýhugsan og endur-
skoðan
Landssjúkrahúsið
er
sjúkrahúsið hjá øllum før-
oyingum og landsins størsta
arbeiðspláss við yvir 600
ársverkum. Hóast hetta er
Landssjúkrahúsið óvanliga
lítið samanborið við megin-
sjúkrahús aðrastaðni, ið
aloftast eru nógv størri og
hava eitt nógv størri sjúk-
lingagrundarlag.
Tí
er
neyðugt at hugsa nýtt og
skipa arbeiðið á Lands-
sjúkrahúsinum hareftir, um
ein skynsamur rakstur skal
vera gjørligur.
Hetta avspeglast í nýggja
bygninginum, ið er inn-
rættaður soleiðis at til ber at
samantvinna virksemi, sum
fyrr hevur ligið spjatt.
Hetta seinasta árið hevur
verið arbeitt við at leggja
flytingina í nýggja bygn-
ingin til rættis, og í tí sam-
bandi eru mannagongdir og
arbeiðshættir endurskoðað.
Málið við endurskoðanini
hevur verið at skipa ar-
beiðið betur og harvið betra
um tænastustøðið.
Bóklingur um
Landssjúkrahúsið
Í sambandi við at Lands-
sjúkrahúsið fyllir 80 ár,
samstundis nýbygningurin
verður tikin í nýtslu, hevur
sjúkrahúsið latið gera ein
lítlan bókling. Í bóklingin-
um, sum telur 40 síður,
verður ein partur av umfat-
andi søguni hjá Lands-
sjúkrahúsinum søgd, eins
og litið verður frameftir við
greinum, har greitt verður
frá um Landssjúkrahúsið
sum er - og sum kemur.
Bóklingurin er ætlaður
starvsfólki,
sjúklingum,
viðskiftafólki og almenn-
inginum sum kunning um
Landssjúkrahúsið.
Opið hús
Leygardagin 2. oktober,
áðrenn hurðarnar í nýggju
bráðfeingis móttøkuni og
skaðastovuni lata upp fyri
almennari
nýtslu
tveir
dagar seinni, verður høvi
hjá
almenninginum
at
síggja nýggju umstøðurnar.
Tá skipar Landssjúkrahúsið
fyri opnum húsi við rund-
vísing í nýggja bygningin-
um, har starvsfólk fara at
greiða frá virkseminum á
ymsu deildunum.
Almenn móttøka verður í
nýggja
bygninginum
fríggjadagin 1. oktober.
Ein harður stoytur
Tað sá ógvusligt út, tá
tveir bilar stoyttu
saman á vegamótin-
um, Marknagils-
vegur/Velbastaðvegur
FERÐSLUÓHAPP
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ein persónbilur, sum kom
av Velbastaðvegnum koyrdi
út fyri ein vørubil hjá Før-
oya Bjór sum kom oman
eftir Marknagilsvegnum.
Stoyturin var sera harður,
tí hvørgin bilførarin fekk
stundir at bremsa. Bilførar-
in í vørubilinum royndi at
stýra undan, men stoyturin
var kortini so harður, at bil-
urin slongdist upp um
gongubreytina og auto-
verjuna
og
niður
av
vegnum niðanfyri.
Bilurin, sum kom av Vel-
bastaðvegnum helt ikki
víkiskylduna, og vørubilur-
in hjá Føroya Bjór hevur
eftir øllum sólarmerkjum at
døma havt ov nógva ferð
eftir umstøðunum.
Fyri at koyra út fyri
treytaleysa víkiskyldu er
dómurin eirindaleysur: Tú
skalt til nýggja teoriroynd
hjá Bileftirlitinum og fært
ein treytaðan dóm.
Hans Pauli Strøm, landsstýr-
ismaður í heilsu- og al-
mannamálum saman við
Poul Geert Hansen, sjúkra-
húsleiðara framman fyri
nýggja bygningin hjá
Landssjúkrahúsinum
Vørubilurin hjá Føroya Bjór slongdist tvørtur um vegin, gongubreyt og upp um autoverjuna og niður av vegnum av stoytinum,
tá ein bilur, sum kom eftir Velbastaðvegnum koyrdi út fyri hann. Annar bilurin helt ikki víkiskylduna, og hon hevur eftir øllum
at døma havt ov nógva ferð
Mynd: Álvur Haraldsen
Hvør vil ikki sova ein
tíma longri hvørja
nátt uttan at brúka
meira tíð upp á tað?
RÚMDARKLIVI
Tíðiindaskriv
Tað ljóðar sum ein dreym-
ur, men tað er kortini hetta,
sum
Tempur-madrassan
hevur at bjóða. Hendan
madrassin, ið verður nevnd
heimsins besta, er soleiðis
gjørd, at tú vendir tær nógv
minni um náttina, og tískil
hevur tú fingið munandi
betri hvíld, tá ið tú vaknar
aftur um morgunin.
Idé møblar hava tikið
Tempur til sín. Higartil
hevur smásølan hjá Zachar-
is Thomassen í Kollafirði
verið umboð í Føroyum,
men Tempur ynskti at ger-
ast meiri sjónligt og valdi
ársins handil at umboða
seg. Zacharis Thomassen
heldur kortini fram at selja
Tempur í tøttum samstarvi
við Idé møblar.
Um vikuskiftið kann
madrassin roynast hjá Idé
møblum á Hálsi. Har vera
serligir serfrøðingar til
staðar, ið greiða frá tøkni
og nýtslu, og tú kanst eisini
royna serliga rúmdarklivan,
ið er settur upp.
Tempur madrassin bygg-
ir nevniliga á rúmdartøkni.
Tað snýr seg um skúm.
Tilfarið í Tempur varð upp-
runaliga
uppfunnið
og
ment í 1970-unum á NASA
Research Center í Kali-
forniu fyri at bøta um siti-
eginleikarnar í rúmdarfør-
um. Við at nýta hetta ser-
liga trýstumlættandi evnið í
rúmdarbúnunum
sluppu
astronautarnir eisini undan
snuddum, tá ið teir vóru
vektleysir í rumdarfarinum.
Tá ið tøknin gjørdi tað
gjørligt at framleiða smærri
eindir, varð nýtslan í nøkur
ár avmarkað til medis-
inskar pútur og madrassir
til fyribyrging av liggisár-
um.
Aftaná
umfatandi
menning á verksmiðjuni
hjá Tempur World í Dan-
mark (Dan-Foam ApS)
varð slóðin ruddað fyri at
nýta tøknina til privata
nýtslu umframt til sjúkr-
ahús o.a. um allan heimin.
Tempur hevur fullkomi-
liga broytt gomlu áskoðan-
ina um, at ein madrassa
skal vera føst - ella enntá
hørð. Tá ið tú leggur teg í
eina Tempur-madrassu føl-
ist hon fyrst rættiliga føst,
men kropshitin og vektin
bloytir skjótt tilfarið, sum
formar seg eftir kroppinum
og gevur eina kenslu av
vektloysi. Sostatt leggur
kroppurin seg í sína náttúr-
ligu legu, tá ið tú svevur, og
tað økir munandi um
lívsgóðskuna.
Tempur legði allan heim-
in fyri sínar føtur og setti
ein nýggjan standard fyri
sunnum svøvni. Ryggser-
frøðingar og brúkarar um
allan heimin eru ovfarin av
tí ávirkan, sum Tempur
hevur á svøvngóðsku og
veikar ryggir. Hjá Idé
møblum um vikuskiftið
kunnu fólk sjálv uppliva og
hoyra hví. Um tey altso
ikki eru sovnað áðrenn.
Royn rúmdarkliva
hjá Idé Møblum
á Hálsi
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
20. august. Bernhard, deyður í 1153. Abbati og
kirkjutænari í Fraklandi. Kom upp í munka- og
nunnuskipanina, ið róptu seg cisterciensaraskipanin.
Har gjørdist hann skjótt oddamaðurin, og fekk stóran
týdning í kirkjupolitikki og kirkjulæru í 12. øld.
Hann bygdi í 1115 kleystrið Clairvaux og varð síðani
róptur Bernhard úr Clairvaux. Hann var vanur at taka
til: Ora et labora (bið og arbeið).
Navnið er germanskt og merkir bjørn og harður.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
vístu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara
góði maður og pápi
Nicodemus Hentze
Sandur
varð tikin frá okkum.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Javna
og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Elisabeth, Niels Jacob og Olaf
Tøkk
Vit vilja á henda hátt siga takk fyri sýndan heiður,
tá okkara kæra syskinabarn
Marin Elisabeth Zachariasen
Sandur, vanliga nevnd Marin á Sondum
doyði og varð jarðað, 73 ára gomul.
Fyri tey avvarðandi
Halldóra
Tann 17. juni fylti
Bridgedeild Kaggans
30 ár. Felagið var
stovnað á Dalavegi 1 í
Havn í 1974
Frítíðarfelagið Kaggin varð
stovnað 8. november 1969,
og tá í tíðini var sjavs
aðalkortspælið. Tað vóru tó
tey, sum ynsktu at sleppa at
royna okkurt meira spenn-
andi. So tá Bambus og Poul
Engberg byrjaðu at undir-
vísa í bridge í 1971 teknaðu
8 seg til. Fylgjandi árini
fekk bridge góða undirtøku
í Kagganum, og sum áhug-
in vaks, gjørdist greitt, at
rætta loysnin var at stovna
eina
undirdeild.
Helgi
Joensen tók stig til stovn-
andi aðalfundin, og varð
hesin hildin eitt summar-
kvøld í 1974. Bridgedeild
Kaggans var frá byrjan við
í toppinum í føroyskum
bridge, men tað var ikki
fyrr enn í 1978, at felagið
vann sítt fyrsta FM-heiti.
Síðani tá hevur felagið altíð
verið við í toppinum.
Nú felagið fyllir 30 ár,
sæst á limalistanum, at
millum teir 44 limirnar eru
fleiri, sum hava verið við
síðan byrjan. M.a. stovnar-
in Helgi Joensen.
Í 1992 keyptu bridgefel-
øgini í Tórshavn gamla
HB-húsið og bygdu tað um
til eitt »korthús«. Tey 3
feløgini hava síðani spælt
undir góðum umstøðum í
Gundadali. Limatalið farnu
árini hevur verið um 40,
men pláss er altíð fyri fleiri.
Farnu árini hevur áhugin
fyri sjavs verið stórur, og
vónast má, at onkur sjavs-
spælari fær brell fyri nýggj-
um avbjóðingum innan
kortspæl.
Bridgedeild
Kaggans fer aftur í vetur at
spæla bridge í bridgehúsin-
um mikukvøld kl. 19. Øll
eru vælkomin!
Sunnudagin 22. august
rundar ein kendur tofta-
maður tey áttati. Jakku í
Hjøllum er sonur Ulrikku
og Óla Olsen (í Hjøllum) á
Toftum. Hann er giftur við
Elsu av Skipanesi, og eiga
tey 7 børn
Sum blaðungur fór hann
til skips og sigldi millum
annað undir krígnum til
Bretlands við fiski. Seinni
var hann í mong ár við
Høganesi og kenda skipar-
anum Dia á Roykheyggi.
Seinast í 1950-unum fór
Jakku at arbeiða hjá D. P.
Højgaard á Tofum. Megin-
partin av tíðini arbeiddi
hann sum formaður fyri
garnareiðskapin hjá skip-
unum í góðu sildaárunum í
1960-unum. Seinast í 1960-
unum fekk Jakku starv sum
postmaður á Toftum og
røkti hetta starv í 25 ár, tá
ið hann fór frá fyri aldur.
Í frítíðini hevur Jakku
havt mong ítriv, men mest
av tíðini er brúkt í bátinum
og til heimaseyðin. Sjálvt
um árini eru blivin mong,
so gongur hann nógv upp í
heimaseyðin, og hann er
framvegis fastur áskoðari
til dystirnar hjá B68.
Jakku er kendur sum ein
skilamaður bæði á sjógvi
og landi. Hann hevur eitt
lætt sinni og dugir væl at
siga frá, og ofta kanst tú fáa
eina sera skemtiliga tofta-
søgu frá honum.
Sum yngri luttók Jakku í
kommunalpolitikki,
og
seinni var hann í mong ár í
kirkjuráðnum, har hann var
við, tá ið Fríðrikskirkjan
varð bygd.
Altíð er hugnaligt at
koma á gott hjá Elsu og
Jakku í Hjøllum, har blíð-
skapurin er óførur.
Vit ynskja tygum hjarta-
liga tillukku við føðingar-
degnum við vón um Guðs
ríku signing í komandi døg-
um. Vit gleða okkum til
føðingardagshaldið
á
Svangaskarði sunnudagin
22. august kl. 17.
Vinur
Danski kavbáturin Nord-
kaperen kom í august 1979
á tríggjar daga vitjan í Før-
oyum. Samstundis var hann
fyrsti danski kavbáturin,
sum hevði vitjað í Føroyum
í 50 ár.
Nordkaperen sigldi alla
leiðina úr Danmark til Før-
oya undir vatni. Hann kom
ikki upp, fyrr enn hann
kom inn á Nólsoyarfjørð.
Úr Føroyum gekk leiðin
til Íslands.
Áðrenn farið varð avstað
aftur, gjørdi Nordkaperen
nakrar royndir í Nólsoyar-
firði, har siglt varð bæði
omaná og undir vatni.
Síðan sigldi hann norður
um Høgnaboða, har hann
kavaði. Hann skuldi so ikki
koma upp aftur, fyrr enn
hann kom til Akureyrar.
Føðingardagsheilsa til Jens Jacob í Hjøllum á 80 ára degnum
Andrass Jensen verkfrøð-
ingur í Havn er settur sum
nýggjur leiðari á Sam-
ferðsludeildini hjá Strand-
faraskipum Landsins. Átta
umsóknir vóru til starvið.
Strandfaraskip Landsins:
Andrass Jensen nýggjur
leiðari á Samferðsludeildini
Fyri 25 árum síðan:
Fyrsta danska kavbátavitjan í 50 ár
Bridgedeild Kaggans 30 ár
Bridgedeild Kaggans hevur vunnið enn eina kapping í sjeyti-
árunum. Frá vinstru Eyðun Jensen, Helgi Joensen, Niels Nielsen
og Eyðun Joensen
Í samband við 30 ára dagin varð henda myndin tikin. Á myndini síggjast nakrir av teimum góðu
gomlu, sum frá vinstru eru: Pól Joensen, Helgi Joensen, Eyðun Jensen, Niels Nielsen, Salomon
Johansen og Eyðun Joensen
Nordkaperen við bryggju á
Molanum í Havn í august
1979
Kelda:
Myndaárbókin – árið ið fór 1979
C
M
Y
K
13
12