fríggjadagur 20. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 • fríggjadagur • 20. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi er gandaður á landsliðnum
Hóast hann enn eina
ferð noyddist at geva
avboð, tí hann var
skaddur, so roknar
álopsspælarin við, at
hann verður tøkur
aftur um eina viku,
men tað er torførari
at siga, hvussu venj-
ingarstøðan fer at
vera undan ferðini til
Sveis
ÓHEPPIN STJØRNA
Jóannes Hansen
Eingin ivi er um, at hann er
stjørnan í føroyskum fót-
bólti. Hann hevur rokkið
longri enn nakar annar
føroyskur spælari, og hann
er toppskjútti á landsliðn-
um. Hann er skrásettur fyri
43 dystir. Alt var lagt upp
til, at hann skuldi havt verið
við fyri 44. ferð miku-
kvøldið. Mótstøðumenninir
vóru av sovornum slagi, at
tað ivaleyst hevði ligið væl
fyri hjá honum eisini í
triðju royndini ímóti Malta
at skjóta mál - kanska fleiri
mál.
Men Todi Jónsson - sjálv-
andi er tað hann, at talan er
um - taldist millum áskoð-
ararnar. Portalurin visti á
middegi mikudagin at siga
frá heimasíðuni todi.fo, at
Todi var skaddur og ikki fór
at spæla við. Eingin ivaðist
á Svangaskarði um, at tað
vóru áskoðarar, sum settust
aftur, og onkur helt fyri á
Svangaskarði,
at
FSF
mundi missa inntøkur, tí
tað so tíðliga lak út, at Todi
ikki fór at vera við.
– Men tað verður harvið.
Vit mugu spæla við opnum
kortum og ikki lokka fólk
at koma undir skeivum
fyritreytum. Tað hevði bitið
seg sjálvan í halan, helt
FSF aðalskrivarin, Ísak
Mikladal, sum fyri venjar-
an eftir døgurða dystardag-
in sendi boð eftir Jónhardi
Frederiksberg.
Ert tú gandaður á lands-
liðnum?
Todi Jónsson:
– Tað gevur onga mein-
ing at tosa um gand. Men
hetta var undarligt. Allir
fótbóltsspælarar vita, at tað
í hesum fakinum støðugt
spøkja møguleikar fyri
skaðum, um vit skulu halda
okkum til gandavendingar.
Eg hevði kent okkurt smá-
vegis, uttan at eg hevði
roknað við, at hetta skuldi
vera orsøk til, at eg ikki fór
at vera førur fyri at spæla.
Eg var rættuliga spentur
upp á enn eina ferð at spæla
ímóti Malta. Men undir
venjingini týsdagin kendi
eg, at alt var ikki, sum tað
átti at vera, og tá ið vit
mikumorgunin høvdu takt-
iska venjing, var tað mær
longu greitt undir upphit-
ingini, at knúturin í lær-
vøddanum var so mikið
stórur, at tað fór ikki at bera
til at spæla ímóti Malta. Tað
eri eg sera harmur um.
Verður tú við ímóti Sveis?
– Tað eru tríggjar vikur til
ta ferðina. Eg rokni við, at
hetta verður í lagi aftur
heilt skjótt. Stóri spurning-
urin er, um eg fari at hava
møguleika at spæla á lands-
liðnum. Tað er verkfall í
Danmark. Tað hevur við
sær, at eg og allir hinir í
FCK, sum eru limir í spæl-
arafelagnum, ikki hava
møguleika at venja í fel-
agnum. Meðan tað er verk-
fall og verkbann ber tað
heldur ikki til at fáa dyst-
arvenjing. So vit mugu bara
vóna, at tað fara at vera
fyritreytir at spæla. Eg vil í
hvussu so er fegin vera við.
Hvat heldur tú um dystin
ímóti Malta?
– Tað er altíð hugaligt, at
Føroyar vinna. Tað er ikki
oftari enn so. Føroyska
liðið var í óvandari støðu.
Tað plagar at vera mót-
støðuliðið, sum myndar
spælið. Hesa ferð vóru
okkara spælarar í tí støðuni.
Í altjóða dystum er neyðugt
at hava stóra úrtøku burtur-
úr málmøguleikunum, tí
teir eru ikki so nógvir. Har
høvdu vit trupulleikar hesa
ferð, men tað er positivt, at
liðið spælir seg til møgu-
leikar.
Henrik Larsen helt
eftir dystin, at trup-
ulleikarnir hjá okk-
ara monnum fyrst og
fremst komust av, vit
eina løtu høvdu hug
at undirmeta mót-
støðuna
VENJARIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá føroyska fótbóltslands-
liðið vinnur, so er einki at
siga til, at venjarin er feg-
in, og Henrik Larsen hevði
eisini smílið frammi eftir
dystin móti Malta.
Men samstundis er einki
at taka seg aftur í, at tað
vóru lutir í føroyska spæl-
inum, sum kundu verið
betri. Og hetta ásannaði
Stóri eisini.
– Eg haldi serliga, at
fyrstu 20 minuttirnar eftir
steðgin vóru ikki nóg
góðir. Har gera vit ov nógv
mistøk, soleiðis at teir
koma aftur í dystin.
– Annars haldi eg, at vit
serliga í fyrra hálvleiki
høvdu fult tamarhald á.
Kanska var tað eisini so, at
vit eftir steðgin fóru at
taka okkum av løttum, og
tað vita vit ikki gongur.
Annars tóktist venjarin
eitt sindur bilsin um,
hvussu høgt tekniska støð-
ið hjá maltesum var, og tað
helt hann eisini skapti
nakað av trupulleikum hjá
okkara, sum hann tó rósti
fyri gott arbeiði.
Rós til allar
Tað er eingin loyna, at
fleiri av innskiftu leikarun-
um gjørdu eitt sera gott ar-
beiði, men Henrik Larsen
vildi tó ikki taka nakran
leikara hjá sær framum.
– Eg haldi, at allir leik-
ararnir hjá okkum eiga rós
uppiborið. Teir gjørdu allir
sítt arbeiði, og eisini teir,
sum vórðu skiftir inn,
gjørdu tað gott. Har hevði
Jónhard tað kanska eitt
sindur trupult, tí hann
hevði jú als ikki vant við
okkum undan dystinum,
men eisini hann gjørdi ein
góðan figur, so alt í alt
haldi eg, at eg eri væl
nøgdur, segði altso Henrik
Larsen at enda.
– Tað gevur onga meining at
tosa um gand. Men hetta var
undarligt, helt Todi Jónsson,
nú tað enn einaferð barst
honum frá at spæla
landsliðsfótbólt
Mynd: Álvur Haraldsen
Undirmettu eina løtu
Allir gjørdu sítt arbeiði, og
eisini teir, sum vórðu skiftir
inn, gjørdu tað gott, helt
Henrik Larsen eftir sigurin á
Malta
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 157 - 20. august 2004
C
M
Y
K
14