Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2004 17 16 Nr. 157 - 20. august 2004 Tað var av kambinum og í dalin og so upp- aftur, tá ið tað við rimmar fluktara eydn- aðist at fáa væl uppi- borna sigursmálið FØROYAR-MALTA Jóannes Hansen Søgan endurtekur seg. So- leiðis verður ofta tikið til, og soleiðis er tað. Eisini í fótbólti. Tað var gongdin á Svangaskarði mikukvøldið staðfesting av. Føroyar vunnu 3-2. Tá ið spælarar- nir fóru at hvíla seg, tóktist spurningurin bara vera, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Akkurát so- leiðis var tað fyri sjey árum síðani, tá ið Malta vitjaði. Sum hesa ferð so var støð- an ta ferðina 2-0, tá ið tað var hálvrunnið. Ta ferðina kom føroyska liðið í satt ódnarveður beinanvegin eftir steðgin. Tað endaði 2- 1, og orsøkin varð mett at vera, at Føroyar beinanveg- in í 2. hálvleiki høvdu mist ein mann. Hesa ferð komu Føroyar beinanvegin eftir steðgin í ódnarveður. Leiðslan hvarv sum døgg fyri sól, og eina løtu vóru ongar ábendingar um, at tað skuldi eydnast at vinna. Heldur var spurning- urin, um tað fór at bera til at halda tørn um javnleikin. Men so mannaðu heima- menninir seg uppaftur, skoraðu sigursmálið, og um fleiri mál høvdu verið skor- að, so hevði tað verið upp- lagt, at tey fóru ígjøgnum hjá ikki serliga stóra og sannførandi Malta mál- verjanum. Hvørki liðið plagar at seta dagsskránna. Tá ið møguleikin nú var har, tóktist tað vera torført. Eftir føroyskt trýst og málmøgu- leika í fyrsta álopinum og onkrar afturat stutt eftir, yv- irtóku maltesarnir meiri. Liðformaðurin, Luke Dim- ech, var stinnur í miðverj uni, Antoine Zahara var stýrimaður á miðvøllinum, og Michael Mifsund, sum dagliga spælir í Lillestrøm, var so mikið skjótur álops- spælari, at tað var gott, at Jón Rói Jacobsen var kom- in afturíaftur í miðverjuni, har hann ikki gjørdi eitt mistak. Maltesarnir vístu seg í 1. hálvleiki at vera bólttryggari enn heimamenninir, men teir spældu seg ikki til nógvar málmøguleikar, og í avspælinum gjørdu teir stór mistøk, sum bóru møguleik- ar fyri snarálopum við sær. Í staðin fyri Toda Jónsson var Hjalgrím Elttør undir liðini á John Petersen í fremstu røð. Kanska eitt sindur óvæntað, tí mót- støðuverjan var ikki av teimum, sum áður hava lagt á blik, at John og Andrew av Fløtum ikki hava neyð- uga skjótleikan. Føroyski miðvøllurin stríddi seg til yvirvág. Julian tuskaði og arbeiddi alla tíðina, Fróði vann nógv og var tryggari í av- spælinum, uttan at hann kortini tóktist so væl fyri, sum hann onkra ferðina hevur verið, og í borðunum løgdu Jákup og Rógvi onkra ferðina innfyri. Súni Olsen hevði ikki fingið møguleikan so frammarlaga, sum tað á hesum síðum var róð fram- undir. Hann fekk ongantíð møguleikan fyri at royna úti frá og ímóti málinum, hann var ikki so ofta við í gjøgnumbrotum, men tá ið hann legði langar sendingar vóru tær rættuliga neyvar, hann var meistari í deyð- bóltsstøðum, og hann var við í báðum málunum í 1. hálvleiki. Í fyrra førinum kastaði hann langt inn úr vinstru, Julian vann luftstríðið, og miðverjin kiksaði so mikið, at John fekk roynt ímóti málinum. Royndin varð blokerað, bólturin støkk til púra leysa Jákup á Borg, sum úr eitt sindur í høgru setti í handara síðunetið. Málið lyfti føroyska lið- ið, sum vann nærdystirnar, men sum hevði trupulleikar í samanspælinum. Ov ofta vóru sendingarnar ikki nóg neyvar, temjingarnar vóru ikki nóg neyvar, og ov ofta tók tað ov langa tíð at ori- entera seg. Flatar og neyvar sendingar í dýpdina vóru rárar, og tað tóktist sum um Súni Olsen hevði væl betri eyga fyri síðuskiftunum, enn aðrir høvdu tað. Eitt sovorðið var orsøkin til seinna málið. John Petersen snittaði víðari við høvdin- um, Jákup á Borg gjørdist enn eina ferð leysur í høgru, har Malta verjan hevði stórar trupulleikar at finna røttu støðurnar, og eftir at skotroyndir frá bæði Hjalgrími og John vóru blokeraðar, vísti Rógvi Jac- obsen enn eina ferð, hvussu gott tev hann hevur at vera røttu løtuna á rætta staðn- um. Dalurin Fyrra partin av seinna um- farinum fór føroyska liðið heilt í dalin. Samanspælið datt sundur, summir meiri ella minni meldaðu seg burturúr, og nú tóktist tað sum um, at tað vóru mót- støðumenninir, ið settu dagsskránna. Tíðliga í 1. hálvleiki hevði onnur av vandamiklu atsóknunum hjá Malta verið, tá ið mið- vallarin Stefan Giglio flukt- aði av brotsteigarmarkinum eftir hornaspark. Hann var púra blankur, tá ið hann fekk sama møguleikan í 2. hálvleiki, og bólturin streyk í málið. Málið lyfti Malta uppaft- ur meiri, og miðskeiðis í 2. hálvleiki var aftur galið. Tvørsending hjá Juliani eitt sindur aftanfyri miðstrik- una kiksaði, og Mifsud hevði merkiliga lætt spæl, tá ið tað eydnaðist honum at draga eitt vet inn um brotsteigarmarkið og eitt sindur úr høgru at smekka upp undir nettakið við nærra stólpan. Hetta tóktist ov lætt, og føroyska liðið var skelkað og um at kollsigla. Tað regnaði eitt sindur í 2. hálvleiki, og onkrir spælar- ar høvdu trupulleikar á tættklipta og sjáldsama slætta undirlagnum. Óli hevði undan steðginum sæð gult fyri at halda, og tá ið hann aftur hevði hug at toga í onkra troyggju, kundi tað verið so skjótt, at eitt sindur erkvisni danski dómarin fór í lumman, men tað gekk. Hann og allir hinir komu bæði so og so undan við skrekkinum. Sigurin Eingin ivi var um, at Før- oyar og føroyingar vildu vinna og harvið prógva, at FIFA styrkislistin hevur verið misvísandi. Søgan endurtók seg. Sum í báðum royndunum fyri sjey árum síðani eydnaðist tað. Tríggir nýggir menn komu á vøllin, tá ið seinna umfarið var knappliga tjúgu minuttir gamalt. Jónhard Frederiksberg var skjótur og umhugsin, og eisini Andrew av Fløtum fall beinanvegin væl inn í samanspælið. Higartil hev- ur tað ikki eydnast Hjal- grími Elttør at skjóta mál á landsliðnum. Hann hevur havt møguleikar ímóti Týsklandi, Skotlandi og eisini aðrar møguleikar. Hesa ferð fekk hann risa møguleika eitt sindur í høgru, men hann tøvdi og varð taklaður. So var tað, at Fróði Ben- jaminsen syrgdi fyri sig- ursmálinum. Súni Olsen legði innfyri, bólturin varð stútaður út um brotsteigar- markið, Fróði sveiggjaði vinstru kølluna, og umvegis stólpan brast bólturin í net- ið. Málið hevði sama støð- ið, sum tá ið Todi fyri sjey árum síðani á Malta sveiggjaði vinstra beinið og í evstu løtu skoraði sigurs- málið. Tað var farið at skýma, og tað hevði kenst eitt sind- ur troystarleyst í fínregn- inum og maltesisku útjavn- ingini. Áskoðarafjøldin hevði verið reserverað, men síðsta korterið vaknaði hon orduliga. Tað var sum fyri sjey árum síðani, tá ið Føroyar vunnu við einum máli á Malta. Søgan endur- tekur seg, og mikukvøldið gjørdi hon tað í fleiri lutum. Søgan endurtók seg enn eina ferð Føroyar-Malta 3-2 (2-0) Vinardystur Mikudagin 18. aug: 2004, kl. 19.00 á Svangaskarði 1-0: Jákup á Borg 32. 2-0: Rógvi Jacobsen 42. 2-1: Stefan Giglio 50. 2-2: Michael Mifsund 66. 3-2: Fróði Benjaminsen 79. Dómaratrio úr Danmark: Emil Laursen, Bo Abildgaard og Jesper Petersen 4. dómari: Birgir Sondum 1.932 áskoðarar Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, NSÍ, 62/-159 — 3. Pól Thorsteinsson, B36, 33/0 (3. Johan B. Hansen, AC Horsens, 10/0, 63.), 13. Óli Johannesen, TB, liðformaður, 66/1, 5. Jón Rói Jacobsen, BK Frem, 16/0, 2. Súni Olsen, GÍ, 14/1 — 9. Jákup á Borg, HB, 33/2 (18. Jónhard Frederiksberg, Skála, 3/0, 63.), 7. Fróði Benjaminsen, Fram Reykjavík, 26/2, 8. Julian Johnsson, ÍA Akranes, 56/4, 6. Rógvi Jacob- sen, HB, 26/4 — 10. John Petersen, B36, 53/6, (12. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 13/1, 63.) 11. Hjalgrím Elttør, Fremad Amager, 12/0 (14. Jann Ingi Petersen, Fremad Amager, 10/0, 85.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Bárð- ur Johannesen, HB, 0/0, 15. Atli Danielsen, KÍ 4/0, 17. Kári Nielsen, HB, 1/0 Gult kort: Óli Johannesen 40., Jákup á Borg 55., Rógvi Jacobsen 64., Fróði Benjaminsen 82. Venjari: Henrik Larsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Birgir Hansen Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutar: Álvur Hansen og Øssur Steinhólm Malta: 1. Mario Muscat, Hibernians FC, Paola, 56/0 — 4. Peter Pullicino, Hibernians FC, Paola, 2/0, 5. Brian Said, Sliema Wanderers, 49/2, 6. Luke Dimech, liðformaður, Mansfield Town FC, England, 29/1, 3. Steve Wellman, Floriana FC, Valletta, 3/0 (15. Ian V. Azzopardi, Floriana FC, Valetta, 7/0, 46.) — 2. Roderick Briefa, Birkirkara FC, 2/0, 8., Sliema Wanderers, 37/2, 11. Antoine Zahara, Birkirkara FC, 41/1, 7. Ivan Woods, Pieta Hotspurs, 7/0 — 10. Andrew Cohen, Hibernians FC, Paola, 1/0 (18. Etienne Barbara, Marsaxlokk FC, 6/2, 72.), 9., Lillestrøm SK Noreg, 31/10 Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Cla- ude Mattocks, Sliema Wanderers, 4/0, 12. Saviour Darmanin, Pieta Hotspurs, 5/0, 13. Gilbert Agius, Valletta FC, 76/6, 14. Adrian Pulis, Hibernians FC, Paola, 0/0, 17. Antoine Zahara (yngri) Hibernians FC, Paola, 6/1 Gult kort: Brian Said 25. Venjari: Horst Heese Hjálparvenjari: Carmel Busuttil FAKTA UM DYSTIN Rógvi Jacobsen sýndi mikudagin enn eina ferð, hvussu gott tev hann hevur at vera røttu løtuna á rætta staðnum Mynd: Álvur Haraldsen Føroyski miðvøllurin hevði tað ikki altíð lætt, men við knallhørðum arbeiði megnaðu Julian og Fróði tó at stríða seg til týdningarmiklu yvirvágina Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16