Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 157 - 20. august 2004 Føroyska landsliðið einasti vinnarin Ísland vann á Italiu, danir hølvaðu pól- lendingar av, og før- oyingar bastu Malta. Venjingardystirnir undan HM-dystun- um í september høvdu fleiri norður- lendskar sigrar við sær HM-FYRIREIKING Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Danir vunnu stórt á Pól- landi í mikukvøldið. Úr- slitið í Póllandi gjørdist 5- 1 til danir. Peter Madsen skoraði hattrick. Íslendingar vórðu ikki tiknir av bóli av italiu- monnum, tí okkara norð- urlendsku vinir gjørdu ikki mætari enn at vinna 2-0 á heimabeiti. Eidur Gudjohnsen og Gylfi Einarsson skoraðu málini. Ikki færri enn 20.204 áskoðarar vóru vitni til eitt tað størsta íslendska fótbóltsavrikið nakrantíð. Dagurin gjørdist serliga góður, tí longu fyrrapartin hevði hondbóltslandsliðið vunnið 30-25 á slovensku vara-europameistarunum. Gamla áskoðarametið var frá 1968, tá Valur spældi Europa-Cup dyst móti Benfica framman fyri 18.500 áskoðarum. Tann dysturin endaði 0-0. Heldur ikki ta ferðina sást nakað til stjørnurnar á vøllinum. Íslendingar vóru komnir at síggja Eusebio spæla, men hann hevði givið avboð í seinastu løtu. Í Portugal tapti Valur 8-1. Norðmenn vóru nøgdir við 2-2 javnleik móti Belgia, og Spania røkti sína uppgávu væl og vann 3-2 á Venezuela. Tað gjørdu vinmenninir fyri norðan hinvegin ikki. Frakland fekk bert javn- leik 1-1 móti Bosnia-Her- zegovina. Frakland er í HM-bólki við Føroyum, og teir koma hendavegin tann 8. september. Sveis, sum eisini er í okkara HM-bólki, spældi málleysan javnleik móti Norðurírlandi. Ísrael í okkara bólki tapti tepurt 1-0 móti Kroatia, og Írland fekk javnleik 1-1 móti Bulgaria. Írland er eisini í tí føroyska HM- bólkinum. Føroyar einasti vinnarin Tað vil altso siga, at Før- oyar eru einasta tjóðin í HM-bólki 4, sum megn- aði at vinna sín venjingar- dyst í hesum umfarinum. Kypros spældi tó ikki mikukvøldið. Onnur úrslit, sum eru verd at leggja til merkis, eru dystirnir hjá Onglandi og Svøríki. Ongland greiddi sína uppgávu sannførandi og vann 3-0 á Ukraina. Svøríki fekk 2-2 javnleik, sum má metast at vera eitt úrslit, sum bæði liðini kunnu vera nøgd um. Allir dystirnir mikukvøldið: Spania - Venezuela 3 : 2 Ísland – Italia 2 : 0 Skotland - Ungarn 0 : 3 Eysturríki – Týskland 1 : 3 Frankaríki - Bosnia-Herzegovina 1 : 1 England - Ukraina 3 : 0 Írland - Bulgaria 1 : 1 Svøríki – Holland 2 : 2 Kroatia - Ísrael 1 : 0 Slovenia - Serbia og Montenegro 1 : 1 Tjekkia - Grikkaland 0 : 0 Sveis – Norðurírland 0 : 0 Føroyar - Malta 3 : 2 Noreg - Belgia 2 : 2 Pólland - Danmark 1 : 5 Turkaland - Hvítarussland 1 : 2 Letland - Wales 0 : 2 Moldava - Georgia 1 : 0 Russland - Litava 4 : 3 Japan - Argentina 1 : 2 Bitu tenninar saman Myrku vetrardagar- nar, tá skaðin fram- vegis gjørdi um seg, bar Jón Rói Jacobsen ótta fyri, at hann ikki skuldi spæla lands- liðsfótbólt aftur FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hetta var ein deilig kensla. Eg eri bara glaður fyri at vera við aftur, og sjálvandi eri eg eisini glaður um stigini. Soleiðis er kontanta svar- ið, tá vit eftir dystin spurdu Jón Róa Jacobsen, hvussu tað kendist, nú hann aftur var partur av føroyska fót- bóltslandsliðnum. Og verjuálitið duldi held- ur ikki fyri, at hann í løtum bar ótta fyri framtíðini á landsliðnum, tá hann í vetur stríddist við at fáa bilbukt við knæskaðan hjá sær. – Tað var nakað, sum eg hugsaði um. Serliga fyrstu tíðina. Tað er jú altíð stutt- ligt at spæla á landsliðnum, og tað vildi eg sleppa at royna aftur. Men so skjótt, sum eg av álvara fór at merkja framgongdina, trúi eg aftur upp á møguleikan. Eg visti, at eg aftur skuldi á landsliðið. Í øllum førum fyrr ella seinni. Enn viðgongur Jón Rói tó, at skaðin darvar nakað. Kanska ikki kropsliga, men sálarliga skal hann læra, at tað ikki loysir seg at hugsa ov nógv um knæið. – Sjálvandi havi eg spælt nakrar dystir, men enn eri eg kanska eitt sindur varin í summum støðum. Tað er tó bara at dríva á og fáa nakrar dystir. So skal tann parturin nokk eisini koma, sigur hann, og leggur afturat, at tað einki hevði við skaðan at gera, at hann ikki var at síggja í eyðkenda stílinum niðan eftir vøllinum. – Tað komst av, at vøll- urin ikki var so góður. Tað var vátt, og tí ráddi um, at vit ikki tóku ov nógvar kjansir. Og so lógu teir heldur ikki soleiðis á vøll- inum, at tað gav pláss hjá okkum at spæla okkum niðaneftir. Soleiðis sum dysturin leið, so heldur unga verju- álitið, at føroyska verjan fyri tað mesta hevði fult tamarhald á mótstøðuni. – Serliga haldi eg, at vit í fyrra hálvleiki hava tamar- hald á. Og við eitt sindur av hepni, so kundu vit saktans eisini skorað triðja málið longu tá. Men tað er sagt so ofta, hvussu vandamikil ein 2-0 leiðsla er, og vit gera so eisini tann klassiska feilin. Vit at kalla forera teimum tvey mál, so teir av álvara fáa blóð upp á tánna, men eg haldi so eisini, at vit eiga rós uppiborið, tá vit aftur megna at reisa okkum. Men hóast bæði Jón Rói og flestu av hinum í hópin- um vóru nøgdir um sigurin mikukvøldið, so er einki at ivast í, at tað eru nógvir lutir at rætta áðrenn dystin í Sveis, sum verður um tvær vikur. – Tá skulu vit sjálvandi vera heilt á toppinum, og tað beri eg sum so heldur ikki nakran ótta fyri. Venj- ingardystir og undankapp- ingardystir eru altso hvør sítt, og talan verður um heilt øðrvísi uppgávu hjá okkum í Basel, sigur altso Jón Rói Jacobsen at enda. Leikarin, sum í nakrar mánaðir kendi seg vera langt frá landsliðsfótbólti, men sum nú – tíbetur – aftur er til reiðar at taka stór tøk á altjóða pallinum. Andrew av Fløtum var lítið fyri at tosa um sítt egna avrik, men hann fegnaðist um, at føroysku leik- ararnir fingu strítt seg til nýggja yvirvág í dystinum FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var líka sum, at betri skil kom í føroyska spælið, tá tríggjar útskiftingar vórðu framdar í seinna hálvleiki. Ikki minst gjørdi tað góðan mun, at Andrew av Fløtum kom inn á vøllin, men tá vit eftir dystin fingu orðið á hann, tóktist hann tó ikki hava hug til at hevja sítt avrik framum tað hjá liðfeløgunum. Og heldur ikki vildi hann staðfesta, at hann nú er nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu. – Vit eru sjálvandi nógvir um boðið, og fyri tað um Todi ikki bleiv klárur til dystin, so merkti tað á ong- an hátt, at eg helt meg eiga pláss á liðnum. Hjalgrím gjørdi eisini eitt sera gott arbeiði, so hjá mær var bara at bíða, og so annars gera mítt besta, tá eg fekk møguleikan. Men vart tú vónbrotin av, at tú ikki byrjaði inni? – Tað kann man ikki vera. Sjálvandi ynskir tú altíð, at tú skalt byrja inni á vøllinum, men hinvegin haldi eg eisini, at tað onkra tíð hevur sínar fyrimunir at koma inn í ein dyst. Ikki minst tí tú tá ofta hevur eitt eyka yvirskot í mun til hin- ar leikararnar á vøllinum. Óskiljandi styrkislisti Um dystin sjálvan segði Andrew annars, at hann var fegin um, at tað eydnaðist føroyska liðnum at reisa seg aftur. – Har gekk einki ta einu løtuna, og vit missa eina annars trygga leiðslu. Tí- betur megna vit tó at bíta tenninar saman, soleiðis at vit aftur vinna yvirtakið. Eisini hóast vit í nógvum førum ikki hildu okkum hava dómaran við okkum. Handan dystin skuldu vit bara vinna, og tað eydnað- ist tíbetur. Eg skilji í øllum førum ikki, hvussu tað ber til, at hasir eru styrkismettir hægri enn vit á FIFA- listanum, segði Andrew av Fløtum at enda. – Fyri tað um Todi ikki bleiv klárur til dystin, so merkti tað á ongan hátt, at eg helt meg eiga pláss á liðnum, segði Andrew eftir dystin, har hann byrjaði á beinkinum Mynd: Álvur Haraldsen Gott at vera aftur – So skjótt, sum eg av álvara fór at merkja framgongdina, trúi eg aftur upp á møguleikan. Eg visti, at eg aftur skuldi á landsliðið. Í øllum førum fyrr ella seinni, segði Jón Rói Jacobsen, sum nú aftur er á fótbóltslandsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18 Nr. 157 - 20. august 2004 19 Kondittaralærlingur Søkt verður eftir kondittaralærlingi. Lærutíðin er 4 ár, harav 35 vikur á tekniskum skúla. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen. Bakaríið hjá Gunleivi Tlf. 59 88 38 ella 31 21 61 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1819, Sp/f Regin Eikholm Tannlækni, 100 Tórshavn Viðtøkur broyttar: 04.08.2004 Nýtt navn: Sp/f 26/3-1991 Skráseting Føroya tann 16. august 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3427, Sp/f Marine Tech, 620 Runavík. Viðtøkur broyttar: 11.09.2003 Kapitalur: Hækking við kr. 50.000,00 til kr. 150.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 50.000,00 til kurs 100 Nevnd: Farin úr nevndini: Thomas Hansen, Varðagøta 39, 100 Tórshavn Innkomin í nevndina: Gestur Hovgaard, Uppsalagøta 39, 700 Klaksvík, Eirikur á Húsamørk, 520 Leirvík og Páll Fagraberg, Gæsugøta 6, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 05. 07.2004. Nýtt navn: P/F Marine Tech Kapitalur: Hækking við kr. 350.000,00 til kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 200.000,00 til kurs 250 og Kontant kr. 150.000,00 til kurs 100. Nevnd: Farin úr nevndini: Páll Fagraberg, Gæsugøta 6, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Símun Hammer, 650 Toftir. Skráseting Føroya tann 16. august 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2358, P/F Boðasteinur, 530 Fuglafjørður. Viðtøkur broyttar: 07.07.2004 Lækkan av P/F-peningi við kr. 312.500,00 til kurs 1.668,96 til kr. 262.500,00,viðtikið 08.04.2004 er nú gjøgnumførd. Kapitalur: Kr. 262.500,00 Nýtt navn: Sp/f Boðasteinur Nevnd: Farin úr nevndini: Gordon Martin Peturson Midjord, Bøvegur 24, 530 Fuglafjørður (formaður), Petur Andreas Larsen, Traðarvegur, 530 Fuglafjørður, Harry á Lakjuni, Mirmansvegur 22, 530 Fuglafjørður, Sigurð Uni Simonsen, 530 Fuglafjørður og Viggo Kárason Johannesen, 530 Fuglafjørður. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Skráseting Føroya tann 16. august 2004 Kristin Balle _______________________ Dagrøktari til Dagrøktarskipanina Søkt verður eftir dagrøktara at ansa børnum frá 0-3 ár. Vit vænta av tær: • At tú hevur góðar umstøður,at hava børn,bæði inni og uttanfyri. • At tú tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálv- støðugt. • At tú vísir virðing fyri børnunum, foreldrum og starvsfeløgum. • At tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir. • At tú ert tolin og vísir umsorgan. • At tú hevur hegni og áhuga í at menna børnini. • At tú dugir at sýggja møguleikar í staðin fyri forðingar. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf. 332960 og tosa við Rósely Reynstind, dagrøktar- leiðara. Umsóknarfreist: 6. september 2004, kl. 12.00. Vinarliga send umsókn tygara til Miðvágs Kommunu Dagrøktarskipanin FO-370 Miðvágur 19