Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 157 - 20. august 2004 Nr. 157 - 20. august 2004 21 Byrjunaruppstillingin tykist ikki longur so sjálvsøgd, sum onkra tíð hevur verið, eftir at fleiri av byrjunar- leikarunum ikki tókt- ust heilt sannførandi, samstundis sum inn- skiftu menninir gjørdu góða reklamu LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jens Martin Knud- sen, NSÍ (62 dystir/0 mál) Var í flestu førum ein tryggur aftasti skansi, og við royndum sínum megn- aði hann eisini at stýra verjuspælinum. Var púrasta prísgivin tá maltesar skor- aðu síni mál, men hevði afturímóti nakrar týdning- armiklar bjargingar. Ikki minst tá Mifsud móti dyst- arenda hevði eina brakandi skotroynd, sum fleiri helst sóu í málinum. 2.Súni Olsen,GÍ (14/1) Hóast hann hevur framúr fótbóltsevnir, so megnar Súni samstundis at spæla somikið einfalt, at tað er ein fragd at síggja. Var soleiðis av bakkinum við í startfasuni til stóran part av føroyska uppspælinum, og við neyvum skifti var hann eisini upprunin til 2-0 málið hjá okkara monnum. Tykist eisini fella betri og betri inn í defensivu upp- gávurnar á bakkinum, og er í løtuni sjálvskrivaður á plássinum. Einasti spurn- ingurin er, um hann ikki var til størri gagn longur frammi á vøllinum. 3. Johan Byrial Han- sen, AC Horsens, (10/0) Var seinasta hálva tíman at síggja á høgra bakki, og tóktist fyrst og fremst at hugsa um verjuskyldurnar á plássinum. Í framrættaða spælinum tykist hann fram- vegis hava dekan ov góðan at sparka - heldur enn at spæla - bóltin niðaneftir. 4. Pól Thorsteinsson, B36 (33/0) Var á vanliga plássinum á høgra bakki, og tó at hann er sjálvskrivaður á hesum sessinum, so tykist tað kort- ini, sum trívist hann betri mitt fyri. Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá hann í seinna hálvleiki leitaði nógv niðan eftir vøllinum, men samstundis ikki megnaði at halda neyðugu breiddina í føroyska spælinum. 5. Jón Rói Jacobsen, Frem (16/0) Kom alt fyri eitt inn í mið- verjuna, og hóast skaðin hevur darvað menningini, so sannførdi hann um týdningin, sum hann hevur fyri landsliðið. Framúr evni at standa á rætta staðnum, og tó at hann ikki fekk vart fyri Mifsud við 2-2 málin- um, so var talan nærum um feilfrían dyst. Megnaði eis- ini fleiri ferðir at bróta spælið, heldur enn at tackla, men vanligu rykkini niðan eftir vøllinum sást tó ov lítið til mikukvøldið. 6. Rógvi Jacobsen, HB (26/4) Sýndi við 2-0 málið, at hann hevur evnini at standa á rætta staðnum røttu tíð- ina, og yvir høvur mundi hann vera tann av føroysku miðvallarunum, sum stóð seg best. Hóast manglar í spælinum, so megnar hann fyri tað mesta at gera ting- ini einføld, og tí leitar hann sær sjáldan í trongstøður. Var eisini fleiri ferðir fram- við sum hóttan í luft- spælinum, og átti kanska at stúta Føroyar upp á 4-2 móti dystarenda. 7. Fróði Benjaminsen, Fram, (26/2) Sum heild avgjørt ikki ein av bestu dystunum hjá Fróða, hóast hann gjørdist match-vinnari við framúr fluktaranum til 3-2. Gjørd- ist ongantíð tann krumtapp- urin í føroyska uppspælin- um, sum hann vanliga er, og heldur ikki megnaði hann nóg væl at seta seg ígjøgnum kropsliga. Tað er tó eingin ivi um, at eigur langan snór frá venjar- anum, og tí skal meira enn avrik av tí minni góða slagnum til, áðrenn skift- ingar verða gjørdar á pláss- inum. 8. Julian Johnsson, ÍA (56/4) Tóktist eins og Fróði at hava trupulleikar við at finna seg veruliga til rættis í føroyska spælinum, og millum annað átti hann sín lut í útjavnandi málinum hjá mótstøðuni. Stríddist tó sum vant væl, og var enntá nær við at skora við stútara í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn í seinasta part- inum av dystinum, at veru- liga styrkin hjá Julian kom til sjóndar. Tá sýndi hann vanliga kropsliga yvir- skotið, og hevði fleiri ferðir á rað væl kendu raidini niðan eftir vøllinum. 9. Jákup á Borg, HB (33/2) Tóktist fyrstu longu løtuna av hava stórar trupulleikar við at koma inn í spælið, men hetta batnaði, og serliga seinna partin av fyrra hálvleiki var hann partur av nógvum, sum før- oyska liðið skapti. Saman við restini av liðnum fall hann tó væl niður eftir steðgin, og meira enn nak- að, so tóktist hann frustr- eraður um, at spælið ikki koyrdi, og undan útskift- ingini hevði hann hug at lena seg upp at seinna gula kortinum. 10. John Petersen, B36 (53/6) Var fyri tað nógva maðurin, sum skuldi stýra føroyska álopsspælinum, men tað var bert í løtum, at hetta veruliga kom til sjóndar. Undir føroysku yvirvágini í fyrra hálvleiki var hann tó við í fleiri góðum kombina- tiónum, men við versnandi umstøðunum hjá álopinum eftir steðgin, gjørdist avrik hansara alt meira anonymt. 11. Hjalgrím Elttør, Fremad Amager (12/0) Tað gongur skjótt tann vegin, at málskjóting á landsliðnum verður eitt kompleks hjá Hjalgrím. Hevði aftur hesaferð góðar møguleikar, sum hann tó ikki fekk gagnnýtt. Ar- beiddi tó allan dystin sera væl, men í nógvum førum tykjast rennibanar hansara illa umhugsaðir. Serliga hevði hann lyndi at trýsta verjuna saman, tá spælt varð gjøgnum síðurnar, heldur enn at skapa pláss fyri monnum, sum komu rennandi úr aðru røð. 12. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (13/1) Kom á vøllin fyri John Petersen seinasta hálva tím- an, og sýndi avgjørt, at hann er maðurin, sum skal taka yvir á hesum plássin- um. Bóltførleikin er fram- úr, og kanska átti hann størstu æruna av, at okkara menn brádliga fingu upp- spælið at koyra. Megnaði í nógvum førum at varðveita bóltin, tá spælt varð langt, og eisini at spæla skilagott víðari, og við størri neyv- leika hjá liðfeløgunum, kundi talan lættliga verið um eini tvey assist. 13. Óli Johannesen, TB (66/1) Setti enn einaferð føroyskt dystarmet, men tað var undrunarvert, hvussu stórar trupulleikar hann tóktist hava av veiku mótstøðuni, og í einum føri gjørdist neyðugt hjá honum at toga seg til gult kort, fyri at steðga álopi. Var heldur ikki í vanligan mun partur av føroyska uppspælinum. Eigur tó uttan iva stóran kreditt frá venjaraparinum, og tað er helst eisini ivasamt, hvørt nakað betri alternativ til postin er at finna í Føroyum. 14. Jann Ingi Petersen, Fremad Amager (10/0) Fekk seinastu fimm min- uttirnar á vøllinum, og tað er ov lítið, til at geva nakað veruligt skoðsmál. 18. Jónhard Frederiks- berg, Skála (3/0) Fekk sum seinasti maður landsliðsboð mikumorgun- in, men slapp so kortini framum aðrar í røðini at sleppa á vøllin. Arbeiddi væl, og tó at altjóða pall- urin enn er í størra lagi, so tykist menningin ganga av- gjørt rætta vegin. Átti helst at skora ta einu ferðina, sum hann varð leiktur leys- ur, og í aðrari støðu mis- skiltu hann og Andrew hvønn annan. Varð tó snýttur fyri sólarklárt brots- spark, sum kundi staðfest føroyska sigurin. Kappingin harðnaði Kanska verður talan ikki um tær kollveltandi broytingarnar longu komandi dystin, men fyrstu ellivu plássini á landsliðnum tykjast ikki longur heilt so uppløgd, sum tey onkra tíð hava verið Mynd: Álvur Haraldsen Umleið 80 leiðarar skulu til, fyri at Ljósið skal kunna taka sær av teimum um 700, sum hvønn vetur gera fimleik í felagnum FIMLEIKUR Tíðindaskriv Leygardagin komandi, 28. aug, er árliga innmeldanin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum. Aftur í ár gleða vit okkum at taka ímóti so nógvum íðkarum sum gjørligt, men við vánaligu hølisviðurskiftunum (bæði ítróttar- og umsitingarliga) vaksa vit um virksemið við størsta varsemi. Nýggi sprotin í ár er amboðslið 4- 6 ár fyri bæði gentur og dreingir, og er felagið spent at vita, hvussu hetta fer at roynast. Væl umtókta dream-team, ið koyrdi á fyrsta sinni í fjør, verður aftur við sindur broyttari skrá, og vóna vit bæði at síggja kend andlit og nýggjar treystar týpur. Eitt stútt limatal á 700 fólk, 7 ymisk »heim« og 80 leiðarar! Vit hava havt 700 limir í longri tíð, og royna vit at fjálga um teir sum frægast. Tað krevur nevniliga fýrs (80!) leiðarar og útvið trýss (60!) hallartímar um vik- una at taka sær av teimum 34 liðunum, ið aftur í ár eru at finna sjey ymsa staðni í býnum. Tað er neyvan neyðugt at siga, at hetta er einki stuttligt, so tað lata vit fara, men ein tøkk fer upp eftir á hvørjum ári, tá tað hevur eydnast at fáa leið- arar og innivist til øll liðini. Tað er jú klassiska søgan um Ágrýtnu Ásu, ið sjálv ger fimleik, men eisini er leiðari niðri í Nonnuskúl- anum frá kl. 4-5, og skal møta í Eysturskúlanum kl. 5, tí har íðkar SK-liðið og Gud náði ta, ið kemur ov seint! Tíbetur fær hon pápa sín at fara fyrr frá arbeiði (?) hvønn hósdag, so hann kann koyra hana, tí hon tímir heldur ikki so væl at fara valsandi um allan býin við eini gjørð! Men fyrst og fremst verður hon ikki alt ov sein, og hon forklárar støðuna fyri leiðaranum, sum sigur, tað er OK, um hon skundar sær hvørja(!) ferð, - hon skilur alt ov væl støðuna, tí einaferð var hon í júst somu støðu. Ja, sosiali arvurin í Ljósinum er eisini eitt sindur av eini byrðu Komandi ár Umframt kappingarfim- leikin fyri rútmu- og am- boðslið og vanliga fimleik- in, ið endar við árligari framsýning 5. mars, er Fimleikafagnaðurin aftur á skránni, og verður hann í Norðurlandahúsinum í nov. Evnið hesaferð er »bíbliu- søgur«, og spennandi verð- ur at síggja, hvussu ymsu feløgini loysa uppgávuna úr lagdi, - ivaleyst fer nógv fjølbroytt og dygdargott at spyrjast burtur úr hesum stóra evni. Fyri kappingarliðini verð- ur komandi ár eisini eitt sindur spennandi, tí Ljósið hevur í samstarvi við HF leigað seg inn í høli hjá Kaj Andreassen í royndini at bøta um venjingarumstøð- urnar. Við hesum fæst fyrst og fremst møguleiki at venja á røttum fimleika- gólvi, umframt at amboðini standa óforfjónað frammi til tess at stimbra hugin og fat- anina av kappingarum- hvørvi. Tað er Oyggjaleika ár, og tá plagar eisini at verða vant miðvísari og vónar felagið eisini onkurs- vegna at njóta gott av hes- um. Á rútmusíðuni er tað ár- liga stórkappingin, sum fel- agið setur sínar stóru vónir til, og er málið at klára tað minst líka gott sum í fjør. Umboð fyri felagið hava fyrr í summar saman við øðrum góðum fimleikafólki verið í Bulgaria til HM í estetiskum fimleiki. Hetta var íblástrarferð burturav, tí tann tradisjonelli fimleikur- in, vit kenna frá Danmørk, hevur ligið sjóvarfallið av sær, og aðrir impulsir seta dagsskránna. Kanska verður hetta at síggja til komandi SK, - og enn stuttligari um tað eisini sást vet av hesum nýggja ráki á almennu lið- unum í vetur. Livst so spyrst, - og vit gleða okkum til komandi fimleikaár! Føroysku málskjútt- arnir vóru samdir um, at úrtøkan hevði ikki verið nóg stór, og teir mettu avgjørt, at sigurin var farin rætta vegin FØROYAR-MALTA Jóannes Hansen Lagið var gott í føroyska umklæðingarrúminum eftir lokið stríð. Tað var fyri neyðini, at tað eydnaðist at vinna. Í upplagdum møgu- leikum var stórur munur á, at heimaliðið hevði havt fleiri, enn mótstøðuliðið hevði havt, vóru teir tríggir málskjúttarnir samdir um. – Eg varð púra blankur, eftir at kontra frá John kom yvir til mín. Eg hevði gott pláss og góða tíð, og tíbetur eydnaðist tað at fáa mál, staðfesti Jákup á Borg, sum tykist eiga sjálvskrivað pláss uttast í høgra borði á miðvøllinum. Hetta var 33. ferðin, at hann var á lands- liðnum, og hetta var annað landsliðsmálið hjá honum. Spinklu hagtølini fyri málskjótingina hjá Jákupi á Borg kundu boðað frá, at Føroyar skjóta trý mál og vinna, tá ið Jákup skorar á landsliðnum. Fyrsta málið skoraði hann upp til 1-0 upp á brotsspark, tá ið Før- oyar 27. apríl í fjør á sama vølli sum mikukvøldið vunnu 3-2 á Kasakstan. – Tað var fínt, at vit hóast alt vunnu, og eg eri sjálv- andi fegin um at hava skorað. Landsliðsmálini hjá mær higartil eru skorað í vinardystum. Nú mugu vit vóna, at mál eisini fara at koma í HM undankapping- ardystunum, var viðmerk- ingin hjá Jákupi á Borg. Rógvi Jacobsen økti um leiðsluna til 2-0. Hetta var 26. ferðin hjá HB topp- skjúttanum á landsliðnum, og hetta var fjórða ferðin, at hann var millum málskjútt- arnar. Í fjør skoraði hann í báðum EM undankapping- ardystunum ímóti Íslandi, og so skoraði hann í vinar- dystinum ímóti Póllandi tíðliga í 2002. – Eg hevði so gott pláss, sum man sjáldan hevur so stutt úr málinum, og tá ið tað er so nógv fólk í brots- teiginum. Uppspælið var gott, og eftir at skotroyndir frá bæði John og Hjalgrími vóru blokeraðar, stakk bólt- urin út til mín. Eg sá, at eitt hol var inn við nærra stólp- anum, og tí betur eydnaðist at fáa mál. Tú vart ikki so nærgangin í høvuðspælinum, sum tú plagar at vera í landskapp- ingini? – Eg var ikki so frammar- laga, sum eg eri í HB. Men fyritreytirnar áttu at havt verið góðar, tí mótstøðu- menninir vóru væl lægri, enn teir eru í føroysku kappingini. Serliga legði eg til merkis, at málverjin var ikki so høgur, sum málverj- arnir vanliga eru á lands- liðum. Fróði Benjaminsen skor- aði sigursmálið. Hetta var onnur ferðin, at hann taldist millum málskjúttarnar. Fyrra ferðin var í 3-1 sigr- inum á Liktinstein á Tórsvølli í 2002. – Eg var heppin og rakti bóltin væl við vinstra beini, tá ið eg royndi at flukta. Tað var gott og kærkomið at síggja bóltin fara umvegis stólpan og í málið. Eg haldi, at ein partur av orsøkini til, at tað var eitt sindur stirvið var, at dómarin bríkslaði so nógv. Hann var avgjørt ikki heimadómari. Ert tú vorðin ein betri fót- bóltsspælari, nú tú hevur spælt tveir triðingar av íslendsku kappingini? – Tað mugu onnur døma um enn eg sjálvur. Men tú hevur ikki verið millum teir fyrstu ellivu hjá Fram seinastu tíðina? – Eg havi ikki verið førur fyri at venja og spæla, sum eg hevði viljað, tí eg havi verið plágaður av vødda- skaða. Nú stendur betri til. Eg var á liðnum seinasta vikuskifti, og eg vóni at fáa møguleikan, tá ið vit skulu spæla í vikuskiftinum. Málskjúttarnir fegnaðust allir um sigurin á Malta. Teir mettu hann at vera uppibornan, og teir vóru samdir í, at úrtøkan hevði verið ov lítil: – Í landsdystum kunnu vit ikki rokna við at fáa nógvar møguleikar. Vit misnýttu fleiri ferðir. Um vit høvdu havt størri úr- tøku, so hevði sigurin verið meiri sannførandi. Vit høvdu væl fleiri møguleik- ar at gera mál, enn mót- støðumenninir høvdu. Nú fer Ljósið í gongd Stór misnýtsla í spennandi økinum Fimleikurin byrjar nú av álvara kring landið, og eisini í Ljósinum eru tey til reiðar at fara undir nýggja vetrarhálvu Eg hevði gott pláss og góða tíð, og tíbetur eydnaðist tað at fáa mál, staðfesti Jákup á Borg, sum her fegnast um málið saman við match- vinnaranum, Fróða Benjaminsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 21 20