Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 6 PERSÓNSSØGA SJÚKLINGARNIR VITA MEIRA ENN LÆKNARNIR HALLUR AV RANA T að er ein vakur, friðarligur vetrar­dagur og kavin hevur lagt seg yvir gøtur og bø, tá eg stígi inn í kjallara­hæddina í teimum eyðkendu læknahúsunum í Sigmundargøtu 5, har fleiri av landsins fremstu heilsu­ myndug­leikum, sum Landslæknin og Deildin fyri Arbeiðs- og Almanna­ heilsu, húsast. Míni ørindini í dag er at gera eina samrøðu við nakað heilt óvanligt í Føroyum. Á skránni hendan seinna­ partin er nevniliga ein samrøða við ein persón, ið øll kunnu verða samd um, hevur allan heiður uppibornan. Hon er ein hetja fyri mong, ið líða neyð, og tann, ið fleiri venda sær til, tá sjúkan herjar, og eingin hjálp er at sjá. Eg leiti mær niðan gjøgnum trapp­ur­nar og finni veg til ovastu hædd, har fleiri skrivstovur er. Við hjálp frá einum av granskarunum finni eg vegin til hornaskrivstovuna hjá Ulrike Steuerwald. At síggja til sær skrivstovan ikki út sum arbeiðsstaðið hjá einari hetju. Veggirnir eru rættiliga tómir, og møblar­nir eru helst latnir frá ein­um al­mennum stovni til tann næsta, fleiri ferðirnar enn nakar kann minnast. Ulrike Steuerwald reisir seg og heilsar mær vælkoman. Heldur ikki hon er ílatin sum ein hetja, hon er ikki so frætt sum í einum hvítum lækna­ kitli. Men frammanfyri meg stendur ein veruliga hetja, hvørs ótroyttiliga arbeiði og gransking hevur lætt um og bjarga lívinum hjá hópatals av føroyingum. Tilvildin førdi Ulrike á LS Tað var av tilvild, at týski barnalæknin Ulrike Steuerwald endaði í starvi á Landssjúkrahúsinum. Sum violin­leik­ ari var hon á ferð í Føroyum við ein­ um orkestri, tá hon hoyrdi, at tørvur var á einum barnalækna. Hetta var í 1993, tá Føroya enn var í kreppu. Men hon søkti starvið og fekk bjóðað tað. Úrslitið varð, at hon varð verandi í Føroyum og á Landssjúkrahúsinum næstu fimm árini. Fyrstu tíðina var tað serliga Føroya­sjúkan, ið Ulrike Steuerwald var upptikin av. – Tað eru eini átjan fólk, ið hava havt Føroyasjúkuna her á landi, harav tvey teirra enn eru á lívi, meðan tað kanska eru seks onnur í allari verð­ini, ið hava havt hana. Tá tað varð stað­ fest, at her var talan um eina serliga sjúku, so spurdu vit læknar kring allan heim um hesa sjúku. Eingin kendi til hana ella nakað líknandi. So tey mæltu okkum til at geva henni heitið Føroyasjúkan. Tað er søgan aftan­fyri tað navnið, sigur Ulrike Steuerwald. Sjúkan sum stjól allar yvirskriftirnar Tað gjørdist tó ikki Føroyasjúkan, ið gjørdi Ulrike Steuerwald til eitt navn, ið flestu føroyingar kennast við, men ein onnur arvalig sjúka. Í 2002 komu táverandi barna­ lækn­ar­nir á Landssjúkrahúsinum, Fróði Joensen, Ulrike Steuerwald og Niels H. Rasmussen, við eini áheitan á Heilsu­málaráðið, ið setti dagsskránna fyri føroyska heilsuverkið nógvu næstu árini. – Vit staðfestu, at tað var neyðugt at kanna allar nýføðingar fyri ym­ iskar arvaligar sjúkur. Okkara kann­ ing­ar vístu nevniliga, at tað vóru nógv­ar arvaligar sjúkur, ið vóru ser­ liga útbreiddar í Føroyum. Millum tær sjúkur­nar vóru CTD og GSD. Hóast nógv sjóneyka hevur verið sett á GSD seinasta mánaðirnar, so er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at flestu føroyingar munnu held­ur kennast við CTD. – CTD stjól yvirskriftirnar, so vit valdu at lata hinar sjúkurnar, har­ ímillum GSD, falla í bakgrundina. Orsøk­in er, at vanligi føroyingurin hevði havt trupulleikar við at skyna mill­um GSD og CTD, og tá CTD rakti fleiri føroyingar, so var meira átrok­ andi, at sjóneyka varð sett á hana, sigur Ulrike Steuerwald. Sjúkurnar eru so serligar, at tú ikki kanst krevja, at læknarnir kenna til tær. Tað er ymiskt frá lækna til lækna hvussu teir megna at handfara GSD« – Tað besta er, um vitanin liggur hjá sjúklinginum, tí tað eru tey, ið hava brúk fyri vitanini. So eg undirvísi teimum, so tey vita so nógv um sjúkuna sum gjørligt. Læknar í Føroyum áttu at fingið eitt skeið í teimum serføroysku sjúkunum, sum eru, tí vit kunnu ikki vænta, at læknarnir kenna sjúkurnar nóg væl. Tað sigur Ulrike Steuerwald, læknin sum stendur á odda í stríðnum móti arvaligum føroyskum sjúkum Framhald á næstu síðu Ulrike Steuerwald – Tað besta er, um vitanin liggur hjá sjúklinginum, tí tað eru tey, ið hava brúk fyri vitanini. So eg undirvísi teimum, so tey vita so nógv um sjúkuna sum gjørligt, sigur Ulrike Steuerwald MYND: ÁLVUR HARALDSEN