hósdagur 21. januar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
12
TEMA Eldrarøkt
BARBARA HOLM
Klokkan 08.00
Tað er kalt hendan vakra morgunin
í januar. Púra stilt, men 4 kuldastig,
boðar bilurin frá. Eg koyri úr Havnini
til Kvívíkar, har eg skal hitta heima
hjálpina, sum eg skal koyra við í dag.
Lisu. Eg eri varug við, at eg má vera
til tíðina, og ikki fimm minuttir yvir,
tí eg havi hoyrt, at í heimatænastuni
telur hvør minuttur. Fimm minuttir
til hendan, fimtan til handan. Soleiðis
haldi eg tað er.
Eg siti í bilinum nakrar minuttir í
8, uttan fyri Bygdarhúsið í Kvívík, og
hugsi um teir fordómar eg havi um
hetta økið. At tað er býtt í minuttir –
er ein av fordómunum.
Klokkan blívur 8, og eg leypi í bilin
hjá Lisu.
»Góðan morgun« sigur hon, meðan
útvarpið koyrir í bakgrundini. Okey,
hon er ikki akkurát 8, tí tíðindini eru
ikki byrjað enn.
»Vit skulu ikki langt, vit byrja her
í Kvívík«, sigur Lisa.
Vit steðga stutt frá bygdarhúsinum
og fara báðar innar í eini hugnalig
hús.
»Kom bara við inn í køkin«, sigur
Lisa og følir seg heima har. Inni í køk
inum sita eini eldri hjún. Tey eru um
80 ára aldur bæði tvey, men hann er
eitt sindur yngri enn hon. Hann legg
ur sjey-kabal, meðan útvarpið gongur.
Nú er Sigrun Brend komin í útvarpið,
so klokkan er also farin av 8 nú, hugsi
eg, og fái tað váttað á fartelefonini.
»Íslendarin sigur frá minus sjey
stigum, men norðmaðurin sigur
minus fýra«, sigur maðurin, meðan
hann skonkir okkum kaffi. Honum
tørvar ikki heimahjálp, tí hann er enn
væl fyri. Konan hevur ikki stórvegis
tørv á hjálp heldur. Tað eru bara sokk
arnir, sum eru strævnir at fáast við.
»Eg skal bara hava sokkar á, tí eg
klári ikki sjálv at fáa teir upp longur«,
sigur konan og sigur speiskliga »eg
havi altíð sagt man skal fáa sær ein
yngri mann«, í forlongilsi av reyp
inum frá manninum um, at honum
tørvar ikki heimahjálp.
Fryntlig eru hesi bæði, sum
hava kókað okkum kaffi hendan
morgunin.
»Soleiðis«, letur í Lisu, sum í øllum
prátinum um veður og aldur hevur
megnað at fingið sokkarnar á kvinn
una.
»Skulu tit ikki hava kaffi«, spyr
konan Lisu, og eg varnist, at eg longu
eri byrjað upp á mítt kaffi, uttan at
hugsa so nógv um tað. Lisa hevur tó
ikki tíð. »Nei, vit mugu fara nú«, sigur
hon blíð við eldra parið.
Og útaftur í gongina og síðani í
bilin. Eg kagi niður á telefonina og
síggi, at klokkan er presis 8.10.
Komnar út í bilin verði eg noydd
at spyrja, hóast tað kanska er íðan ov
tíðliga.
»Lisa, hvussu er við tykkara tíðar
skema. Eru fólk og ymiskar uppgávur
býttar í minuttir?«.
»Ja, hendan konan fær 10 min
uttir«, sigur Lisa, og peikar aftureftir,
nú húsini hjá fryntligu hjúnunum
liggur í bakgrundini. »Vit hava eitt
skema, har minuttir eru settir á
hvønn brúkara«, greiður Lisa frá.
»Fylgir tú so væl við í, hvussu
leingi tú ert her og har?« spyrji eg
framvegis óskiljandi um tørvin á slík
ari minuttstýring. »Ja, tað má eg. Men
tað er ikki altíð, at eg klári at halda
tað. Eg plagi tó altíð at náa tað eg skal
upp á ein dag«, sigur Lisa.
Reportaga
Mær dámar
arbeiðið, tí
fólkini eru so
fitt, sum eg vitji.
Men tað er eingin
loyna, at tað er
hart arbeiði«
Heimahjálp
EIN DAGUR Í
LÍVINUM SUM
HEIMAHJÁLP
»Hvussu er við tí, hevur tú ongantíð stundir at seta teg niður at
práta við fólkini«, spyrji eg Lisu. »Nei tíverri. Tað er eitt sindur
keðiligt, at vit ikki hava stundir til at tosa við fólkini, tí eg veit,
at mong teirra høvdu ynskt meira samveru við okkum«, sigur
Lisa, og eg hugsi aftur um tann afturvendandi trupulleikan,
sum hevur stungið seg upp fleiri ferðir, meðan Sosialurin
hevur varpað ljós á eldraøkið. Vantandi tíð til nærveru
Framhald á næstu síðu
– Tað er ikki altíð, at eg klári
at halda tað. Eg plagi tó altíð
at náa tað eg skal upp á ein
dag, sigur heimahjálpin