hósdagur 21. januar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
16
TEMA Eldrarøkt
BARBARA HOLM
H
etta er ótrúliga trupult at
tosa um. Fyrst og fremst
tí tað er mammu mína,
tað snýr seg um, og eg
vil ikki útstilla hana sum ússaliga.
Og í øðrum lagi tí eg vil á ongan hátt
kritisera tey starvsfólk, sum arbeiða á
Lágargarði, tí tey royna alt tey kunnu
undir ómøguligum arbeiðskorum,
sigur Gunvør Balle sum tað fyrsta, nú
hon skal seta orð á, hvussu hennara
royndir sum avvarðandi eru.
Gunvør Balle hevur upplivað
mammu sína fara ígjøgnum so at
siga allar tænastur innan eldrarøkt
í Havnini, og upplivingarnar eru
ymiskar.
Tað byrjaði, tá ið Margreta, mamma
Gunvør, fekk parkinsonssjúkuna, og
sjúkan versnaði so mikið, at tørvur
varð á umlætting. Ígjøgnum tvey
ár hevði Margreta heimahjálp og
var til umlætting í fleiri umførum á
Boðanesheiminum.
– Vit vóru sera fegin um tað tilboð,
vit fingu í samband við heimatænast
una. Mamma fekk hjálp til alt tað
henni tørvaði. Og tað riggaði væl við
umlættingini á Boðanesheiminum,
heldur Gunvør fyri.
Henni dámdi eisini væl at uppliva,
hvussu nógv fyrbyrgjandi tiltøk vóru
fyri tey eldri.
– Mamma fekk veruliga stóra
hjálp við venjingum av ymiskum
slag og vitjan av ergoterapeutum og
so framvegis, meðan hon framvegis
var heima. Tað riggaði sera væl, sigur
Gunvør Balle.
Men so hendi tað, at mjødnin hjá
Margretu brotnaði, og hon hevði tørv
á skurðviðgerð. Eftir skurðviðgerðina
vildi eingin kennast við hana.
– So byrjaði hendan niðrandi
tilgongdin við, hvør skuldi hjálpa
mammu víðari. Hon var sera illa
fyri og hevði tørv á fulltíðarpleygu.
Sjúkrahúsið vildi hava hana út, men
einki pláss var fyri henni í Tórshavnar
Kommunu, greiðir Gunvør frá.
Tá varð sagt við Gunvør og fam
iljuna, at tey skuldu bara siga, at tey
vildu ikki taka hana heim aftur, tí so
noyddist myndugleikarnir at finna
rúm fyri Margretu á onkrum heimi.
– Men tað er so hart at siga slíkt
um sína egnu mammu. Og ótrúligt,
at tað skal vera neyðugt fyri at fáa
pláss til hana, sigur Gunvør.
Umlættingartilboðini í Tórs
havnar Kommunu eru als ikki nóg
nógv í tali, vísti tað seg, og tí vendi
familjan hjá Margretu sær til aðrar
kommunur.
– Tá byrjaði eitt tógvið stríð um
at finna henni pláss. Eg tosaði við
ymisk heim í grannakommununum
og fann at enda eitt pláss fyri henni
í Streymnesi. Men kommunurnar
høvdu ikki avtalur sínamillum, um
plásstrot var onkrastaðni, so tað var
ógvuliga torført at fáa Tórshavnar
Kommunu at játta, at mamma kundi
fara til Streymnesar, sigur Gunvør.
Fyribilsloysnin gjørdist tó, at
Margreta slapp til Streymnesar, og
Gunvør og familjan koyrdu aftur
og fram hvønn dag at vitja, meðan
stríðst varð fyri at fáa pláss til
Margretu í heimi í Havn.
– Vit fingu mammu heimaftur,
og síðani slapp hon til umlættingar
á Boðanesheiminum. Tá søgdu tey
starvsfólkini, at hon var ikki før fyri at
verða send heimaftur sum ætlað, og tí
fann kommunan pláss til hennara á
Lágargarði, greiðir Gunvør frá.
Tá lætnaði hjá familjuni. Tey
hildu, at nú skuldi alt blíva betur. Men
nú eitt ár eftir, sita tey við blandaðum
kenslum.
Eg vil á ongan
hátt kritisera
tey starvsfólk,
sum arbeiða á
Lágargarði, tí
tey royna alt
tey kunnu undir
ómøguligum
arbeiðskorum«
Gunvør Balle
VIT MUGU TALA
AT STANDINUM
Á ELDRAØKINUM
– Tað sker meg í hjartað at uppliva standin hjá okkara elstu
borgarum, tá eg síggi, hvussu lítið menniskjaligt samband
mamma mín fær í gerandisdegnum. Tað er ótrúliga trupult
at siga frá alment, men eg haldi, vit mugu tosa fyri tey, sum
ikki kunnu tosa sína søk, sigur Gunvør Balle um standin á
Lágargarði, har mamma hennara hevur búð nú í eitt ár
GOMUL
GLOYMD
GOYMD
Gunvør Balle
Avvarðandi
Framhald á næstu síðu