Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 15 vit ikki hava stundir til at tosa við fólkini, tí eg veit, at mong teirra høvdu ynskt meira samveru við okkum«, sigur Lisa, og eg hugsi aftur um tann aftur­vend­andi trupulleikan, sum hevur stungið seg upp fleiri ferðir, meðan Sosialurin hevur varpað ljós á eldra­økið. Vantandi tíð til nærveru. Eingin ivi er um, at Lisa er blíð og hugnalig at fáa á gátt, og hon ger sær ómak at vera fryntlig og nærverandi, meðan hon er hjá hvørjum búfólki. Men stundir eru ikki til ein kaffi­ munn og eitt prát um veður og vind. Prátað verður við fólkini, men bert meðan uppgávurnar verða loyst­ar. Aftur her er tað tann eyka løtan – tann eyka nærveran millum starvs­ fólk og búfólk, sum manglar. Hjá teimum raskastu brúkarunum er neyvan stórvegis tørvur á teimum mongu kaffimunnunum saman við heimahjálpini. Men hvussu er hjá teimum, sum ikki hava so nógv fólk rundan um seg, ella sum liggja fyri tað mesta í songini? Hesar spurningar og aðrir við eru í huganum, tá ið vit fara inn til tað næsta húsið á skránni. Klokkan 11.10 Hesaferð er tað ein kvinna, sum er júst í tí støðu. Hon er einsamøll, hevur onga familju, men er annars klár. Innkomnar í húsið slær ein sterkur royktluktur næsarnar. Tað er ikki gerandiskostur longur at koma inn í hús, har fólk roykja dag og dagliga inni. Og húsini eru merkt av tí, má sigast. Lisa hevur ein sigarett pakka við, tí hon veit, at konan hevur tørv á sínum sigarettum. »Sigarettirnar og dagbløðini halda lív í hesari«, sigur Lisa við meg, tá ið vit eru innkomnar. Hendan konan eigur at fáa hjálp nú við ymiskum, men tað gerst beinan vegin greitt, at tað hevur hon ikki hug til. »Skriva mær ein lista um, hvat eg skal keypa inn fyri teg, so kann eg fáa hann, tá eg komi aftur við døgurða­ num«, sigur Lisa við konuna, áðrenn vit fara út aftur. »Um eina løtu skal eg á Heimið á Grønanesi at avheinta mat, sum eg síðani skal koyra út til níggju heim«, sigur Lisa. Fimm minuttir eru farnir, tá ið vit koma út aftur í bilin. Og nú fara vit eftir døgurðanum, sum fólkini skulu hava um middagsleitið. »Also tú hevur hildið tíðarætlanina í dag rímiliga væl, og tú hevur tvær vitjanir færri, enn tú átti at hava havt«, sigi eg við Lisu, nú vit eru ávegis á Heimið á Grønanesi eftir mati. »Hvussu hevði tú nátt tað, um tú skuldi verið hasi bæðini støðini aftrat«, spyrji eg. »Ja, tað er ein góður spurningur«, sigur Lisa, og vísur á, at so hevði tað helst viðført, at maturin kom eitt sindur seinni ella okkurt so­vorðið. Í øllum førum hevði tað við­ført meira rennarí ein dag, har eg í øllum førum upplivi, at ongin min­ uttir er óbrúktur. Vit eru á Heiminum á Grønanesi, og eg seti meg í kaffistovuna, meðan Lisa fer eftir matpakkunum. Inni í kaffi­stovuni situr ein heimahjálp, sum í dag arbeiðir á Heiminum á Grøna­nesi. Tær skiftast um at arbeiða úti í heimahjálpini og inni á heiminum fyri at skapa eitt sindur av variatión. »Tað er hart at arbeiða sum heimahjálp, men man venur seg við alt«, sigur hon. Hon og ein onnur heimahjálp fara at tosa um hetta við at lyfta. »Vit skulu ikki lyfta fólk, og vit læra nógv um, hvussu vit skulu verja okkum í gerandisdegnum. Men um fólkini detta, so kanst tú ikki lata vera við at lofta teimum. Tað er bara reaktiónin«, siga tær báðar. »Arbeiði sum heimahjálp er hart bæði mentalt og kropsliga. Til dømis um ein brúkari er blindur, so mugu vit hugsa um, at alt skal liggja akkurát rætt og so víðari. Tað krevur nógv mentalt«. Lisa er nú komin inn aftur, og eg spyrji tær allar, hvussu tað kennist at vitja hesi gomlu fólkini. »Tað er ótrúliga hart, tá ið tey gerast verri fyri. At síggja tey versna«, sigur Lisa og hinar taka undir. »Vit hava ongan døgurðasteðg sum so«, sigur eina heimahjálpin, og fýlist á tíðartrýstið í gerandisdegnum. »Øll hava rætt til ein hálvan tíma døgurða­ steðg, men nær skulu vit gera tað«, sigur hon. Tær eru allar á einum máli um, at við fleiri starvsfólkum, hevði verið betur. »Vit práta, meðan vit eru í gongd, men tað hevði verið deiligt at fingið meira tíð til nærveru«, sigur eina heimahjálpin. Inn kemur ein av deildar­leið­ar­ unum í eldrasamstarvinum VEKS – Vest­manna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda komm­unu, Mia Pedersen. Hon hevur drúgvar royndir sum heimahjálp, og minnist saman við hinum aftur á, hvussu tað var fyrr. »Einaferð var tað so, at heimahjálpir mest av øll­ um vóru húshjálp hjá fólki. Eg gav seyð­inum, avrimaði frystiboksina, og hvat veit eg. Tá haldi eg, at tað er betur, at vit hava skipað okkara tæn­astur betri, men eg haldi fleiri av teim­um gomlu sakna, at vit hjálpa til við reingerð«, sigur hon. Hon hevur nógvar spennandi hugsanir um eldraøkið í síni heild. Tað kanst tú lesa meira um á in.fo. Eg práti eina løtu við starvsfólkini har, og takki síðani fyri meg. Klokkan er nú farin av 13.00, og Lisa er fyri góðari løtu síðani farin avstað við mat­inum. Eftir at hon hevur latiðð matin, skal hon runt at vitja nøkur búfólk aftrat, og síðani heim klokkan 16.00. Í góðveðrinum ávegis aftur til Havnar hugsi eg um tann hendinga­ ríka dagin, og um tey mongu fólkini, sum fáa heimahjálp. Eg hevði nakrar fordómar um min­ utt­stýring, og teir vóru so grundaðir í veruleiaknum, vísti tað seg. Tað er also minuttir settir á hvønn brúkara. Eg ímyndaði mær eisini, hvussu stræv­ið hetta starvið má vera. Og eftir at hava sæð Lisu tuska runt fyri at náa alt – ein dag, har hon enn­tá hevur tveir færri brúkarar enn van­ ligt – má staðfestast, at tað er hart at vera heimahjálp – bæði kropsligt og mentalt. Enn einaferð má tó stað­fest­ ast, at starvsfólkini innan eldra­økið eru ófør, og brenna fyri sínum yrki og okkara elstu borgarum. Men tað hevði tænt okkum øllum, um tað vóru fleiri um at loysa uppgávurnar, so at heima­hjálpir í tað minsta kunnu fáa ein steðg her og har. Fimm-tíggju min­uttir av steðgi kanska, eftir at hava vaskað tveimum brúkarum – er tað ov nógv at forlanga? – Tað er eitt sindur keðiligt, at vit ikki hava stundir til at tosa við fólkini, tí eg veit, at mong teirra høvdu ynskt meira samveru við okkum, sigur heimahjálpin »Vit fáa at vita frá leiðsluni, hvat vit skulu gera fyri hvønn brúkara, og so gera vit ikki meira. Fyrr var so, at vit gjørdu so at siga alt, sum fólk høvdu tørv á. Tað gera vit ikki longur« VEKS: Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um: ■ Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli ■ Heimahjálp ■ Heimasjúkrarøkt ■ Venjingar / ergo- og fysioterapi  ■ Matútbering ■ Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri Vestmanna MODELLMYND SAVNSMYND