hósdagur 21. januar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
14
TEMA Eldrarøkt
Vit skulu koyra yvir til Leynar,
sigur hon, so vit hava nakrar minuttir
at tosa saman á vegnum, og hon
greiður nærri frá, hví tað er, at illa
ber til at halda ásettu minuttirnar á
hvørjum stað.
»Tað kann til dømis vera, at onkur
er dottin, og eg má ringja eftir hjálp
at fáa tey uppaftur. Ella at tey eru illa
fyri, og orka illa at fáa hjálp júst tá«,
sigur Lisa, meðan hon parkerar bilin
uttan fyri fyrstu húsini hendan morg
unin í Leynum.
Klokkan 8.15
Vit fara inn at vitja teir næstu brúkar
arnir hendan morgunin. Sum veðrið
er fagurt og kalt, hugsi eg, meðan vit
báðar fara lata portrið aftur og fara
innum dyrnar.
Hesi húsini eru modernað, og út
sýnið úr køksvindeyganum er ótrú
ligt. Inni sita eini hjún. Tey eru bæði
í seinnu helvt av 70 árunum. Tað er
hann, sum hevur tørv á hjálp. Tey
bæði sita við borðið og eta havragreyt.
»Eg byrji altíð dagin við at kóka
havragreyt og kaffi«, sigur fryntliga
lítla konan, sum er væl fyri. Tað er
maður hennara, sum skal hava hjálp.
»Far við Lisu, tú skalt í bað nú«, sigur
konan við mannin, og júst sum tey
bæði eru farin, byrjar hon at greiða
frá tí broyting, sum lívið tók fyri
áleið fýra árum síðani. Konan fann
útav, at maður hennara var broyttur,
tá ið tey ein dagin koyrdi í Havn.
Maðurin hevði starv, sum kravdi
nógva koyring, og hon var mangan
við. Hetta tí, at teimum dámdu so
væl at koyra biltúr. »Tað hava vit ikki
gjørt í nógv ár«, letur í gomlu konuni.
Maðurin gloymdi hendan dagin,
hvussu hann skuldi koyra, og stutt
eftir gjørdist greitt fyri familjuni, at
hann var dementur. Nú fær hann
heimahjálp, sum millum annað skal
hjálpa honum undir brúsuna. »Tað
er so gott fyri meg, tí eg orkaði ikki
longur at vaska honum. Á jólum varð
hann vaskaður av heimahjálpini tann
23. desember, og so var hann reinur
á jólum. Hann varð vaskaður aftur
í januar«, sigur konan flennandi at
sorgblíðu støðuni, nú maðurin ikki
longur er hin sami.
Klokkan 8.45 koma Lisa og mað
urin út aftur. Hann nývaskaður, og
hon á kroppi.
»Lat meg geva tykkum ein kaffi
munn áðrenn tit fara«, sigur fryntliga
konan, meðan morgunsendingin hjá
útvarpinum ljóðar í bakgrundini.
»Okey, eg skjótan kaffimunn náa vit«,
sigur Lisa, og eg fái varugan av, at hon
ger tað fyri mína skuld. Ein bolla nái
eg eisini at stappa í meg, áðrenn vit
beint í 9 fara út aftur.
Klokkan 9.05
»Also tað er gott at koma út aftur í
fríska luft«, letur í Lisu, tá ið vit ganga
út til bilin. »Ja, eg kann ímynda mær
tað er heitt at koyra onkran undir
brús, meðan tú sjálv ert í fullari
mondering«, sigi eg, og hon nikkar.
»Ja, eg eri á kroppi hvørjaferð. Ikki tí
eg blívi vát sjálv, men tí man fer so
illa at sveitta«, sigur hon og staðfestir
»40 minuttir haldi eg hann plagar at
fáa, men vit hava so verið eitt sindur
longri«.
Klokkan er nú 9.05, og vit koyra
víðari til eini hús í nánd, har vit aftur
parkera og fara innar. Lisa við bláu
sandalunum í hondini fyri aðruferð
í dag. »Hesar má eg hava við, tá eg
skal vaska fólki«, greiður Lisa frá, júst
sum vit koma inn. »Her kemur tú at
sita einsamøll«, sigur hon innkomin
í gangin, tí her búgva eini hjún, sum
bæði eru illa fyri.
Hon er sjúk av gikt, og hann er
blindur og illa gongdur. Hesin skal
eisini undir brúsuna. Inni í kamar
inum liggja tey bæði í hvør sínari
song. Hon í vanligari song, og hann í
sjúkrahússong. Á gólvinum stendur
ein stólur, sum skal hjálpa Lisu at fáa
hann upp og undir brúsuna. Tríggjar
ferðir um dagin fær hesin maðurin
hjálp. Einaferð til at sleppa upp og at
vaskast, og tvær ferðir til at sleppa á
ves.
»Set tú teg bara inn í stovuna,
meðan eg koyri hann undir brús«,
sigur Lisa, og eg so geri.
Klokkan 9.50
Lisa er liðug við at vaska gamla
manninum, og hon hjálpir honum í
song aftur, eftir at hon hevur skift á
songini.
Vit takka fyri okkum og fara út
aftur í bilin, hesaferð ávegis aftur til
Kvívíkar.
Komnar út í bilin spyrji eg Lisu,
hvussu hesi bæði halda húsini rein
og fáa gjørt tey mest neyðugu tingini
í heiminum.
»Eg haldi onkur í famlijuni hjálpir
teimum«, sigur Lisa og fer undir at
greiða frá, hvussu heimahjálpir meta
um, hvat skal gerast og ikki. »Vit fáa at
vita frá leiðsluni, hvat vit skulu gera
fyri hvønn brúkara, og so gera vit ikki
meira. Fyrr var tað so, at vit gjørdu
so at siga alt, sum fólk høvdu tørv á.
Tað gera vit ikki longur. Vit vaska til
dømis ikki fyri fólk, og tað haldi eg
mong sakna«, sigur Lisa.
Meðan hon greiður frá, hugsi eg
um, hvussu eg havi upplivað dagin
higartil. Eg kann ikki lata vera við at
geva hesari heimahjálp rós fyri henn
ara máta at vera um tey gomlu. Tað
tykist, sum hon hevur kent tey í fleiri
ár. Kanska hevur hon tað. Í øllum før
um dugir hon væl at práta við tey og
gera løtuna hugnaliga, hóast tað iva
leyst er niðrandi fyri summi, at tey
ikki megna undir brúsuna sjálvi.
»Mær dámar arbeiðið, tí fólkini
eru so fitt, sum eg vitji. Men tað er
eingin loyna, at tað er hart arbeiði«,
sigur Lisa og staðfestir enn einaferð,
at hon aftur nú er á kroppi av at hava
vaskað seinna brúkaranum í dag.
Klokkan 10.05
Nú steðga vit aftur í einum túni, og
inni í húsum situr ein eldri kvinna.
Henni tørvar eisini bara hjálp við at
fáa sokkarnar á. Hon er ovarliga í 80
árunum, og annars púra frísk. »Men
eg fái ikki sokkarnar á longur«, sigur
hon og býður okkum kaffi. »Nei vit
mugu fara víðari«, sigur Lisa blíð,
og vit fara avstað aftur. 5 minuttir
tók hendan vitjanin, og so hava vit
innheintað teir fimm minuttirnar,
sum tað tók at drekka kaffimunnin í
einum av fyrru húsunum. Vit báðar
koyra til Vestmanna, har næsti
kundin hjá Lisu býr. Ávegis higar í
góðveðrinum sigur Lisa mær, at hon
í morgun hevur biðið um hjálp við
tveimum búfólkum. »Eg skuldi hava
vitjað tvey onnur í morgun, men eg
mátti biðja tey á heiminum taka sær
av tí, tí hesi skuldu til læknan og mátti
tí fáa vitjan eina bestemta tíð, og eg
hevði ikki nátt tað. So hetta er luksus
í morgun«, sigur Lisa smílandi. Úr
Heiminun á Grønanesi í Vestmanna
verður øll eldrarøktin løgd til rættist.
Tað er harfrá, at heimahjálpir fáa síni
boð, og tað er har tær ringja, um tíðin
ikki strekkir til ella um tørvur er á
hjálp.
»Tað fungerar væl haldi eg«, sigur
Lisa. Klokkan gerst 10.35, og tá ið vit
umsíðir eru komnar fram til húsini í
Vestmanna, sløkkir hon bilin, og vit
fara inn í enn eini hús.
»Hon er ikki uppi enn«, sigur Lisa,
tá hon skjótt hevur hugt inn og stað
fest, at so er. »Set teg bara í køkin, eg
komi«, sigur Lisa og fer inn at vakja
eldru kvinnuna har.
Meðan eg siti í køkinum, hoyri
eg, hvat Lisa og konan práta um.
Konan er helst rímiliga krevjandi,
men stuttligt. Hon skeldar eitt sind
ur, hevur spískar viðmerkingar, og
fortelur um ein heldur stuttligan
dreym, hon hevur havt í nátt. Hon er
ússalig og orkar ikki upp í morgun.
Hon hevur verið uppi einaferð fyrr
í morgun, tá ið fyrsta heimahjálpin
var á gátt. Tá tók hon sín heilivág.
Men nú orkar hon ikki reiðiliga. Lisa
finnur eitt skitið plagg onkrastaðni í
kamarinum og ætlar at tveita tað til
vask. Men konan vil ikki og skeldar
enn meira.
Eftir eina løtu kemur hon upp og
heilsar uppá, og vit fara aftur á dyr, tá
ið kvinnan hevur tikið sín heilivág, og
Lisa er liðug at vaska henni við lappa.
»Har er man bara noyddur at
ganga út, tí hon prátar og prátar«,
sigur Lisa. »Hvussu er við tí, hevur tú
ongantíð stundir at seta teg niður at
práta við fólkini«, spyrji eg Lisu. »Nei
tíverri. Tað er eitt sindur keðiligt, at
Eg eri á kroppi
hvørjaferð. Ikki tí
eg blívi vát sjálv,
men tí man fer so
illa at sveitta«
Heimahjálp
GOMUL
GLOYMD
GOYMD