Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 18 TEMA Eldrarøkt Tey eru fegin um, at Margreta fekk pláss á heimi í Havn, men verri er við sjálv­um inni­hald­inum á heiminum. Veruleikin brast vónirnar Tá tú flytir mammu tína á eitt heim, so hevur tú ivaleyst ímynd av, hvussu tað eigur at vera. Gunvør hevði vónað, at mamman fór at fáa mest grundleggjandi røkt­ ina har, men eisini, at Margreta varð stimbrað mentalt og sosialt hvønn dag. So var tó ikki. – Tað er ótrúliga deprimerandi at vera har. Trupulleikin er, at búfólkini eru øll á sama stað – altso eingin demens­deild er burturav. Tað var tað helst í byrjanini, men sum vera man ger­ast fólk eldri, og fleiri og fleiri blíva dement, so nú er alt blandað saman, sigur Gunvør. Tað viðførir, at tey, sum eru klár í høvdinum, fáa lítla og onga sosiala stimbran í gerandisdegnum, og halda seg mest inni á kømrunum. – Tey, sum ikki eru dement blíva tað mangan eftir fáum mánaðum, tí tey eru umgyrd av fólki, sum tey ikki kunnu tosa við, greiðir Gunvør frá. Gunvør og famlija hennara vitja Margretu ofta. Maður Margretu vitjar hvønn dag, og somuleiðis børn, systkin við familjum, og vinfólk vitja hana so at siga hvønn dag, so hon fær sosiala stimbran á annan hátt. Oftast eru tvey, trý fólk á gátt hjá Margretu um dagin. Men tey halda seg øll inni á kamar­inum hjá Margretu. – Vit vilja fegin vitja ofta, men vit kenna okkum eisini noydd til tað, tí hon fær ov lítið samband við onnur menniskju, um vit ikki eru har, sigur Gunvør. Teir trupulleikar, sum mong onn­ ur avvarðandi hava víst á innan ellis­ røkt, kennir Gunvør eisini til. – Vit uppliva eisini, at starvsfólkini snøgt sagt ikki náa at vera um tey gomlu, tá ið tey gomlu hava tørv á tí. Eg hugsi mangan, hvussu tað man vera um kvøldarnar hjá mammu. Um hon liggur har og ringir eftir hjálp, men eingin kemur, tá hon hevur tørv á tí. Ella hon er so illa fyri, at hon ikki ein­gongd klárar at ringja, og eingin hyggur inn til hana, sigur Gunvør. Hon leggur doyðin á, at tað eru ikki starvsfólkini, sum ikki gera sítt arbeiði til lýtar. – Eg taki so hjartaliga synd í teim­ um starvsfólkunum, sum fóru undir eina útbúgving fyri at hjálpa og stimbra tey gomlu, og ikki so mikið sum hava stundir til tað mest grund­ leggjandi røktina, sigur hon. Gunvør er tilvitað um, at starvs­ fólkini eru í einari tvístøðu, tí tey skulu bæði vera loyal móti leiðsluni og samstundis nøkta tørvin hjá teim­ um gomlu. Hon hevur í fleiri umførum tosað um støðuna við leiðsluna á deildini, og tey biðja hana hava tol. – Tað skilji eg eisini væl. Tað er bara eitt ár síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, og tað tekur sjálvandi tíð. Men sum eg dugi at síggja tað, er tað bert blivið verri síðani tá, sigur Gunvør. Kann eg ringja heim til leiðaran? Nógv hevur verið tosað um tær av­ bjóð­ingar, sum eru knýttar at fjar­ leiðsluskipanini, sum fleiri komm­ un­ur hava innført. Í Tórs­havnar Komm­unu er tað so, at tað er ein stjóri fyri eldraøkið. Síðani eru tað tveir eindarleiðarar á økinum, og und­ir teimum eru deildarleiðararnir á teim­um ymisku heimunum. Á Lágargarði eru tríggir deildar­ leið­arar. Men seinasta árið hevur komm­una givið leiðarunum á deild­ ini hjá Margretu á Lágargarði, enn eitt heim at umsita. Tað merkir, at við­komandi deildarleiðari skal renna ímill­um Lágargarð, og ein annan stovn, og tí alt ov sjáldan er til taks. – Eg havi roynt at funnið útav, hvussu tey á Lágargarði uppliva mammu og hennara tørvir. Men har er eingin, sum hevur eina heildar­ mynd av støðuni, tí tey eg tosi við eru antin bara um morgunin, bara um kvøldið og so framvegis. Og leiðarin er ikki tøk, tí nú hevur hon tveir stovnar undir sær, sigur Gunvør. Hon hevur mangan hugsað um, hvørt hon kann loyva sær at ringja heim til deildarleiðaran um kvøldið, við tí fyri eyga at fáa eina heildarmynd av støðuni hjá Margretu. – Men tað kann man heldur ikki gera, so eg eri í villareiði um, hvussu eg skal finna fram til hesa heildar­ mynd­ina, sum eg fegin vil hava, sigur Gunvør. Hon samanber hesa støðuna við ta kenslu, hon hevði, tá ið hon skuldi koyra børn síni á stovn fyrstu ferð. – Tað kennist júst sum tá. Tá vilt tú vita alt um, hvussu barnið hjá tær er fyri. Og júst soleiðis kenni eg tað nú. Eg má hava innlit í, hvussu tey upp­liva at mammu hevur tað, sigur Gunvør. Margreta er vorðin verri fyri seinasta árið, og í dag er longri ímillum, at familjan fær samband við hana. – Hon sigur ikki nógv longur. Onkun­tíð spyr hon, nær vit fara at koyra hana heim, sigur Gunvør, sum óiva kennir tað hart, at Margreta er í hes­ari støðuni. Óttast aldurdóm Gunvør er dagligur gestur á Lágar­ garði og upplivir tí júst, hvussu tað er at vera gomul í Føroyum. – Eg hugsi mangan um, at eg tori ikki at blíva gomul. Eg fái ilt í hjartan við tankan um, at tað er hetta man fær á sínum ellisárum, sigur Gunvør og greiður frá summum av teimum upplivingunum hon hevur varnast sum avvarðandi. Hvønn dag sær hon, at í lonini við 16 fólkum – har Margreta býr – eru í øllum førum fýra-fimm fólk, sum hava tørv á tveimum starvsfólkum, tá ið tey skulu upp úr songini, á ves, undir brús og so framvegis. Og har eru til tíðir bert tvey starvsfólk til ar­ beiðis samstundis. – Eg upplivi, at summi búfólk eru so røktarkrevjandi, at hini mugu bíða leingi eftir hjálp. Men starvsfólkini kunnu ikki gera meir enn tey gera í dag, sigur Gunvør. Hon fýlist á hendan sokallaða »excel-heimin« innan eldrarøktina, har starvs­fólkatalið verður ásett alt eftir talið av búfólkum, og ikki eftir hvussu røktarkrevjandi búfólkini eru. – Sjálvandi er tað stórur munur á einum klárum persóni, sum bert skal hava eitt sindur av stuðli, og so einum, sum krevur tvey starvsfólk um seg til so at siga alt, sigur Gunvør. Keta leypir av Gunvør leggur dent á, at hóast for­ eldur ella onn­ur í nærfamiljuni flyta inn á ellisheim, so frítekur tað ikki fam­ ilju­limir fyri at taka ábyrgd av sín­um nærm­astu. – Avvarðandi eiga eisini ábyrgd av at tryggja teimum gomlu ein virði­ligan aldurdóm. Eingin ivi um tað, sigur Gunvør. Nú mamma hennara hevur búð á Lágargarði í eitt ár, hevur hon lært eitt. At tað er munur á, hvat av­varð­andi vænta, og hvør veruleikin á ellis og røktarheimum er. – Tað er ivaleyst har tað gongur galið. Vit sum samfelag vænta, at heim av ymiskum slag taka sær av okk­ara gomlu bæði mentalt og krops­liga. Men soleiðis er tað ikki í dag, stað­festur Gunvør. Kanska er tað bara soleiðis tað er, tá ið tú gerst gamal. Kanska eru vón­ irnar til eldraøkið ov høgar. – Men tá ið tvey ársverk aftrat á deild­ini har mamma liggur høvdu við­ført, at starvsfólkini megnaðu at veita grundleggjandi røktina nøkt­ andi og fara heim við reinari sam­ vitsku, so skilji eg ikki, at tað ikki verð­ur gjørt, sigur Gunvør. Tað eru góðar tíðir hjá Tórshavnar Kommunu. Tað stendur væl til, og kommunan hevur fíggjarliga orku. – Hvussu ofta hoyra vit ikki, at ein vegur, bygningur ella okkurt annað gjørdist nakrar milliónir dýrari, uttan at byggjaríið steðgaði? Hví kunnu vit ikki hava sama hugburð til eldraøkið, spyr Gunvør Balle. Hon øtast fyri, hvussu framtíðin fer at síggja út. Tá Tórshavnar Komm­ una skal spara – hvussu ávirkar tað so eldraøkið, sum frammanundan er niður­pínt? – Hvussu kann tað koppa fíggjar­ ætlanini hjá Tórshavnar Komm­unu í allar bestu tíðum at seta normer­ing­ ina upp á eitt forsvarligt støði, sigur Gunvør Balle og leggur aftrat. – Á eldraøkinum skal eftir øll­um at døma argumenterast, skjal­prógv­ ast og rópast hart upp um at fáa nøkur starvsfólk aftrat. Og við tveim­ um starvsfólkum eyka á deildini hjá mammu á Lágar­garði, høvdu bú­ fólk­ini ikki ein­gongd kunna fingið nær­veru – so sperd eru starvsfólkini nú, at tvey aftrat bert merkir betri stund­ir til grund­leggj­andi røkt, sigur Gunvør Balle. Hennara størsta ynski er, at vit øll royna at hjálpa starvsfólkum á eldra­ økinum. – Hjálpa vit starvsfólkunum at fáa nøktandi arbeiðsumstøður og stríð­ ast vit fyri at fáa leiðslu á hvørjum stað, so hjálpur tað okkum øllum í síðsta enda, sigur Gunvør Balle, av­ varð­andi. BARBARA@SOSIALURIN.FO »Eg upplivi, at summi búfólk eru so røktarkrevjandi, at hini mugu bíða leingi eftir hjálp. Men starvsfólkini kunnu ikki gera meir enn tey gera í dag« GOMUL GLOYMD GOYMD – Avvarðandi eiga eisini ábyrgd av at tryggja teimum gomlu ein virðiligan aldurdóm, sigur Gunvør. MYND: ÁLVUR HARALDSEN