hósdagur 21. januar 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
19
Eitt ár eftir yvirtøkuna av eldraøkinum
Eftirmetingarfundur
ÁRNI GREGERSEN
E
rldrarøktin í Føroyum hevur
tað gott.
Og hon hevur tað betri,
nú eftir at hon er løgd til
kommunurnar at umsita.
Tað kann staðfestast eftir eftir
metingarfundin hjá Tign. Átta
borgarstjórar, umboðandi tey átta
samstarvsøkini innan eldrarøktina
lótu sera væl at, hvussu væl alt virkar
nú.
Og søgdu at tað fór at gerast
uppaftur betri, løgdu teir afturat.
130 fólk møttu til fundin. Flestu
teirra vóru avvarðandi, fakfelagsfólk
og hendinga pensjonistar.
Tó ikki pensjonistar, sum fáa
heimahjálp ella búgva á bústovni,
men heldur partur av teimum 5.500
pensjonistunum sum klára seg sjálvi
– ella eru avvarðandið hjá hjúnafelaga
ella hjá familju.
Tí veruleikin er tann, at av teim
um gottt 7.000 pensjonistunum í
Føroyum fáa gott 500 heimahjálp og
630 búgva á ellisheimi ella sambýli.
Tey flestu klára seg sjálvi, uttan
heimahjálp og búgva heima.
Hóast borgarstjórarnir lótu væl
at og sum heild eru nøgdir við, at
kommunurnar nú hava ábyrgd av
eldraøkinum, so høvdu teir grund
leggjandi eitt mál at finnast at:
Fíggingin er ikki nóg góð.
Borgarstjórin í Havn segði, at
kommunan hevur fingið 10 milljónir
ov lítið til eldrarøktina og Pauli T.
Petersen, borgarstjóri í Vestmanna,
fanst eisini at, at kommunan har er
um at koma illa fyri av eldraøkinum.
Ikki tað sama til øll
Í veruleikanum er tað soleiðis, at tað
er nakað av stríði millum kommun
urnar, tí tær fáa ikki allar tað sama
fyri hvønn pensjonist, sum er yvir
66 ár.
Peningurin er játtaður til komm
unurnar á tann hátt, at atlit verður
tikið til, hvørjar tænastur kommun
urnar høvdu, áðrenn tær yvirtóku
eldraøkið.
– Tað er ójavnt býtt, tí meðan
skatgjaldararnir í Vestmanna sjálvir
hava goldið fyri heimið á Grønanesi,
so hevur Sandoyggin fingið trý heim,
sum landið hevur bygt og goldið. Tað
kann tí ikki samanberast, segði Pauli
T. Petersen.
Hann vísti eisini á, at innan
teirra økið, VEKS – Vestmanna, Eiði,
Kvívik og Sundakommuna, er stórur
munur á, hvat hvør kommuna fær pr.
pensjonist.
Onkur av kommununum fær
55.000 krónur pr. pensjonist, meðan
ein onnur kommuna í samstarvinum
fær 70.000 krónur pr. pensjonist.
Landið letur samlað 405 milljónir
til eldraøkið.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
í Klaksvík, segði á fundinum, at í
teirra øki kostar hvør røktarkrevjandi
pensjonistur, sum annaðhvørt fær
heimahjálp ella býr á heimi, 170.000
krónur í meðal.
Borgarstjórarnir og pengar
Eftirmetingarfundurin vísti heilt
greitt, at kommunurnar eru glaðar
fyri at hava fingið eldrarøktina. Tað
ger tað meira spennandi og borgar
stjórarnir halda eisini, at røktin
verður betri.
Tó fyllir fíggingin ómetaliga nógv
framvegis.
BORGARSTJÓRAR
HUGSA ENN MEST
UM PENGARNAR
130 fólk vóru á eftirmetingarfundi, sum Tign skipaði fyri – borgarstjórarnir
halda, at væl stendur til, men teir mangla pengar
Framhald á næstu síðu
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN