hósdagur 21. januar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
20
Á fundinum komu fleiri sjónarmið
fram, sum annars ikki vanliga eru at
hoyra í kjakinum um eldrarøktina.
Kommunurnar hava ikki bert
yvirtikið tey gomlu, men eisini alla
heimarøkt. Jóhan Christiansen,
borgarstjóri í Eysturkommunu segði,
at í samstarvinum millum Fuglafjørð
og Eysturkommunu hevur hetta havt
við sær, at munandi betur ber til at
rationalserað arbeiðið.
– Og so haldi eg sjálvur vit duga
betur, tí vit eru á staðnum. Aðalráðini
í Havn kenna til dømis ikki mun á
Runavík og Eysturkommunu, tí nú
ein dagin ringdi eitt aðalráð til Eystur
kommunu og spurdi eftir Torbjørn
Jacobsen, borgarstjóra, segði hann.
Fleiri aðrar speiskar viðmerkingar
vóru at hoyra, eisini úr salinum.
Ein nevndi, at hann hevði hoyrt
í sjónvarpinum, at borgarstjórin í
Havn er í bað hvønn einasta morgun.
– Hvat heldur Heðin Mortensen
so um, at javnaldrar hansara á
Boðanesheiminumn, bert sleppa í
bað einaferð um vikuna, spurdi hann.
Rósa Samuelsen, sum eisini sat
við pallborðið segði, at okkum enn
manglar at taka støðu til í røktini,
hvat vigar mest: aldursmark ella
diagnosa hjá teimum eldru.
Tey, sum eru væl fyri
Miðlahúsið hevur í seianstuni varpað
ljós á eldraøkið – eisini fyri at vita,
hvussu til stendur, nú kommunurnar
hava ábyrgd av økinum.
Gjøgnumgangandi atfinningarnar
eru, at tað er alt ov lítið av tíð hja
starvsfólkunum at vera um tey
gomlu – bæði í heimahjálpini og á
búðstovnum.
Á fundinum nevndu fleiri av teim
um avvarðandi, at hetta er tann stóri
trupulleikin.
Tey gomlu eru oftast mett og rein,
men tað knípir at aktivera tey fólkini,
sum ikki sjálvi velja at luttaka í tiltøk
um á heimunum.
Eisini er tað afturvendandi, at
tað hjá fólki sum búgva heima, ikki
longur er so, at heimahjálpin hjálpir
til við reingerð, innkeypi og øðrum.
– Var hetta framvegis gjørt, so
kundu fleiri av teimum eldru búð
uppaftur longri í egnum heimi,
nevndi ein fundarluttakari.
Sleppa sær av
við trupulleikar
Torbjørn Jacobsen er nývaldur
borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Hann segði seg hava sitið sum
formann í teknisku nevnd til nú, so
hann kendi ikki alt til eldraøkið:
– Men tá ið landspolitikkararnir
sleppa sær av við eitt so stórt øki,
sum teir hava havt vald á, so er tað
tí teir ikki megna at halda stýr á tí.
Hetta er torført, men kommunurnar
skulu sjálvandi loysa hetta málið,
segði hann.
At fólk eru ymisk, eisini tá ið tey
eldast, er eisini nakað, sum kommun
urnar mugu fylgja við í.
Til dømis nevndi ein av borgar
stjórunum, at hann hevði tosað við
ein yvir 90 ára gamlan mann og spurt
hann, hvat hann fekk tíðina at ganga
við. Hesin gamli svaraði:
– Eg fekk ein leyp uppá nakkan, tá
ið eg var 12 ára gamal. Síðani havi eg
stríðst. Nú vil eg bert sleppa at sita
i frið, segði hesin meira enn 90-ára
gamli, sum nú er farin foldum frá.
Landsstýriskvinnan við heilsu
málum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi,
segði, at hon í nógv ár hevur sitið í
kommununi í Vági.
– Og haðani veit eg, at tað er neyð
ugt við onkrar døgnrøkt. Summi
kunnu væl búgva heima, men tora
kanska ikki at sova einsamøll –
meðan onnur kanska sum gjørt
verður summastaðni, kunnu fara
onkustaðni til dagtilhald, segði hon.
Á fundinum var eisini staðfest, at
tilboðini ikki eru nóg væl varierað.
Annaðhvørt búgva tey eldru heima
og fáa heimahjálp – ella fara tey á
stovn at búgva.
– Vit eiga at fáa nógvar møguleikar,
sum liggja ímillum hesi bæði økini,
segði Torbjørn Jacobsen.
ARNI@SOSIALURIN.FO
TEMA Eldrarøkt
»Hvat heldur Heðin Mortensen so um, at javnaldrar
hansara á Boðanesheiminumn, bert sleppa í bað
einaferð um vikuna«
Ein í salinum nevndi, at hann hevði hoyrt, at borgarstjórin í Havn er í bað hvønn morgun
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN