hósdagur 21. januar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
21
Fyrsta útgávan hjá Blue Coat Brass Band ber brá av, at vit eiga
fleiri tekniskar og dugnaligar tónleikarar í landinum, ið fylla
ljóðmyndina væl út, men har tað heilt slóðbrótandi manglar
SIGURJÓN EINARSON
S
íðani James Brown byrjaði
at nýta brass sum eitt rútm
iskt amboð, hevur horn
tónleikur verið ein nokkso
týðandi partur av funk-tónleiki.
Ímillum tubaina á aðrari síðuni og
saksofonini saman við hornljóð
førunum á hinari síðuni, er eitt vítt
spenni, ið kann vera gróðrarbotnurin
undir einum og hvørjum sangi – eins
og tað er hjá flestum hornorkestrum
– so er rútmiska tilgongdin hjá Blue
Coat nokk til at geva George Clinton
nakað at hugsa um.
Blue Coat Brass Band er blási- og
slagverkbólkur, ið varð stovnaður í
2013. Rógvi á Rógvu, Ólavur Olsen,
Mortan Zachariassen, Tróndur
Herason Olsen og Atli Kárason
Petersen manna bólkin.
Bólkurin hevur javnan spælt til
tiltøk og konsertir, og spældi m.a. á
Vetrar Jazz Festivalinum og Summar
tónum í 2013/14. Í september 2015
vóru limirnir í upptøkuhølunum,
har fyrsta útgávan – við sama heiti
sum bólkurin, varð tikin upp. Talan
er um eina EP við seks løgum, og tað
er Finnur Hansen, ið hevur staðið fyri
upptøkunum og hevur eisini ljóð
blandað, meðan Tutl hevur givið út.
Góð rúmd hóast
fáar tónleikarar
Tað er við slagverkinum, at tað heila
byrjar, og tað ger tað eisini fyri Blue
Coat, ið verður framborin á ein ómiss
andi og einfaldan hátt, sum fær teg
at hugsa um Washington go-go, har
nokk av rúmd er sett av til hvønn ein
staka limin í bólkinum at traðka fram,
men har størstur dentur er lagdur á
samlaða samanspælið. Rógvi á Rógvu
gongur á odda við at seta standardin
fyri løgini við stórutrummuni og
slagverkum, har síðani tubain og
hornljóðførini koma inn og gjøgnum
gangandi skapa eitt slag av ákallan og
aftursvar, ið samlað gevur ein góðan
javnvág millum ljóðførini, sum er ein
góður grundvøllur at byggja restina
av løgunum á.
Hóast einans fýra blásarar, er
hendan gløgga, næstan logiska til
rættisleggingin, ið Blue Coat nýtir á
útgávuni, rættiliga serlig, har fáu ljóð
førini eru við til at fylla ljóðmyndina
væl út.
Brass-tónleikurin hermir ikki eftir
vanligu lutunum, ið eitt nú eyðkennir
funk, men tekur heldur leiklutin hjá
øðrum ljóðførum, sum merkir, at tú
hoyrir alt tað, tú eigur at hoyra, men
kanska ikki soleiðis, tað »eigur« at
vera. Talan er um dugnaligar tón
leikarar, ið væl megna at stýra hvønn
veg tónleikurin skal fara.
Viðhvørt kann ljóðið kanska tykj
ast ov eins á útgávuni, men við sang
inum »Baku«, vísir bólkurin stórt
yvirskot við at koma við skemti
ligari tilvísing til nokk kendasta
tónleikastykkið hjá Edvard Grieg,
ið varð nýtt í sjónleikinum um Peer
Gynt hjá Henrik Ibsen (Googla In the
Hall of the Mountain King from Peer
Gynt).
Gott tónleikaverk, men
einki slóðbrótandi sum so
Blue Coat Brass Band og tónleikur
tess er ikki beinleiðis konsert tón
leikur. Men lurtar tú gjølla, hoyrir
tú gjøgnum løgini, at tey eru eitt
sindur endurtakandi. Við einum
framhaldandi sving og grundleggj
andi javnvág, er hetta bæði siðbundin
brass-tónleikur í sínum upprunalíki,
men samstundis eisini tekniskur og
rútmiskur tónleikur, við nøkrum
bluestónum aftrat i ljóðmyndini.
Tá tað verður sagt, at Blue Coat
kanska ikki beinleiðis er týpiskur
konsert tónleikur, so borðreiðir
bólkurin tó við so nógvum øðrum.
Sjálvur haldi eg, at bólkurin kemur
við nøkrum, ið kanska hoyrist ov
sjáldan á føroyska tónleikapallinum:
Einari veitslu!
Blue Coat hevði kanska passað
væl inn í ein klubba í New Orleans,
tá Mardi Gras verður hátíðarhildið
í býnum. Við næstseinasta lagnum,
»When They're Gone«, verður so
smátt farið ígongd við Mardi Gras-
skrúðgonguna, ið tó endar alt ov
skjótt við seinasta lagnum, »Back to
the End«, júst tá ein er við at koma í
rætta hýrin.
Blue Coat Brass Band bjóðar tær
við nýggju útgávuni upp til dans,
men tað er ikki nakað slóðbrótandi
ella nýtt at hoyra sum so, men tað
kemur kanska í komandi útgávu.
Í Stórabretlandi er ein bólkur, ið
nevnist Riot Jazz Brass Band, sum
hevur ført við sær, at mong ung hava
fingið eyguni upp fyri brass-tónleiki,
so har kundi Blue Coat kanska skeitt
eitt sindur yvir til.
Men tá tað er sagt, so eru lunnar
nú lagdir undir, at vit í Føroyum
kunnu hava Mardi Gras-skrúðgongur,
har Blue Coat Brass Band spælir
undir. Hvat við einari Mardi Gras-
skrúðgongu í Tórshavn? Er 26. juli
ikki tøkur?
Blue Coat fær tríggjar stjørnur um
hálsin út av fimm.
POST@SOSIALURIN.FO
TÓNLEIKUR
TEKNISKUR OG RÚTMISKUR
MARDI GRAS-TÓNLEIKUR
★★★★★
»Blue Coat Brass Band bjóðar tær við nýggju útgávuni
upp til dans, men tað er ikki nakað slóðbrótandi ella
nýtt at hoyra sum so, men tað kemur kanska
í komandi útgávu«
Ummæli