hósdagur 21. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
22
Matgerð
– Hitt sosiala nervamedisinið
TJÓÐHILD PATURSSON
H
óast føroyska mat
mentanin ikki beinleiðis
hevur verður hálovað
(hóast vend er við at
koma í), men at tað heldur hevur
verið smáflennt at føroyska
matinum og skemtað um hann (t.d.
um stóru grýtuna við bæði eplum,
fiski og grønmeti, kóka sundur og
saman og sundur aftur); ja, so kann
man ikki siga annað enn, at matur er
ógvuliga sentralur í okkara sosialu
sambondum. Ikki at tað neyðturviliga
er føroyskur matur, men onkur matur
er ALTÍÐ partur av tí, at fólk hittast.
– Stóru bindiklubbakøkuborðini eru
eitt gott dømið.
Eg kann ikki í mínum villastu
tonkum, ímynda mær eina føðingar
dagsveistlu uttan mat. Altso, eg meini
so við, hvat skal eg so gera, um eg
ikki skal eta? Tað er sum um, at allir
mínir small-talk eginleikar eru bygdir
rundan um mat, tað er ígjøgnum
matin, at eg til slíkar veistlur byrji
samrøður:
• Sum tað er langtsíðani seinast eg
fekk skerpikjøt!
• Mmmh… hevur tú roynt hetta
salatið? Tað er ordiliga gott.
• Kanst tú rætta mær saltið?
• Eg blívi svong bara at hyggja at
øllum hesum góða matinum!
• Sum tað er spell at gerast mett!
Tí bleiv eg so kløkk tá ið ein vinkona,
umborð á Atlantic Airways fyrr í
mánaðinum, greiddi frá at eingin
matur verður til føðingardags
veistluna hjá henni hetta vikuskiftið.
Hon hevði avgjørt at droppa matin,
og ístaðin brúka peningin uppá høli,
drekkivørur og tónleikin.
Okkurt stað haldi eg, at tað er
nokkso kul, soleiðis at bróta frá
vanliga mátanum. Men samstundis
ger tað meg óróliga, sosialt óróliga, tí
hvat skal eg so gera hasar fyrstu 30
minuttirnar, áðrenn fólk hava vant
seg við hvørt annað. Áðrenn eg havi
vant meg við nærveruna av øllum
hinum?
Fyrr í tíðini – og tað er ikki so
langtsíðani sum summi vilja vera
við – so royktu vit inni, og hetta var
perfekt fyri okkum, sum ikki heilt
vita hvat vit skulu gera við okkum
sjálvi við byrjanina av eini veistlu.
Festa sær í eina sigarett. Tað gav ró.
Tað gav kensluna av at gera okkurt,
og tí nýttist mær ikki at tosa so nógv
– eg var jú júst í holt við at njóta
mína sigarett; og um støðan enn
kendist óbehagilig aftaná, ja, so var
lætt at festa sær í eina afturat. Nú
vit eru steðga við at roykja inni, so
er tað sum, at vit kollektivt eru byrja
at troystieta fyri at hava okkurt at
gera, tá ið vit sita har so pent, edrú
og ótilpass. – Ja, lat okkum eta, so
vit ikki noyðast at tosa so nógv, nú
meðan sosialu nervarnir eru uppá
hitt harðasta.
Ja, man kann kanska kalla matin
okkara sosiala nervamedisin? Okkurt
at hanga fast í, tá ið støðan ger teg
ótilpass?
Eg spurdi vinkonu mína, um eg kundi
gera henni mat til føðingardagin
sum føðingardagsgávu – einki stórt,
bara okkurt at smá eta av. Jú, hon
var ógvuliga fegin um hugskotið
– haldi eg. Eg eri í øllum førum
ógvuliga fegin um, at hon takkaði ja,
tí tað fer heilt víst at gera mítt kvøld
lættari. Til veistlu við fullum fati
av nervamedisini - hvat kann vera
betur?
Rullurnar eru eisini perfektar at hava við í matpakka
FØÐINGARDAGS
RULLUR
Føðingardagsrullur og
sosialt nervamedisin
Til 8 rullur
Líka mikið hvussu nógvar rullur
tú gert, so verða allar etnar. Til
Ólavsøku plagar pápi at gera
rullur sum hesar - tó við aðrari
fyllu – og hvørt ár gerast vit
kløkk av, hvussu nógvar rullur
verða etnar. Tað er sum eingin
botnur er, tá ið fólk eta rullur.
Men tað merkir ikki, at tú skalt
gera óendaliga nógvar. Minst
til, at hetta er ábit og samrøðu-
startari, tað er í lagi at tað verður
uppi, tá ið fólk eru komin í gongd
við at práta.
1 pk við 8 tortilla
2 avokado
1 pk av neutralum smyrjiosti
1/2 reyðleyk
250 gram av soppum
3 spsk av sólblómukjarnum
1 spsk av soja
1 bunti av basilikum
rukkula - keyp ein pakka, tað er
ríkiligt
oliven olju
Sker sopparnar í bitar og steik
teir á eini pannu í olivenolju - ella
smøri, ella tí tær dámar best. Tá ið
sopparnir hava fingið lit, stroyir
tú sólblómukjarnirnar og soja
útyvir og steikir eina løtu afturat.
Set til síðis. Sker reyðleykin smátt
og hakka basilikumið. Hita eina
tortilla lætt á eini pannu, ella
heilt stutt í ovninum. Ikki ov
leingi, tí annars verður hon hørð.
Smyr við smyrjosti, legg eina
kvarta avokado í og soppar og
sólblómukjarnir. Stroy reyðleyk
og basilikum útyvir og at enda
eittisindur av rukkula. Rulla
saman. Tað er smart at gera
rullurnar um morgunin, um tú
skalt servera tær um kvøldið, tað
er sum, at tær rigga betur, tá ið
tær hava ligið í kuldaskápinum
í nakrar tímar. Tá ið tær skulu
serverast skerur tú tær í 2 cm
breiðar flýsar. Klárt. Nú hava fólk
okkurt at halda í hondini, meðan
fyrstu sosialu nervarnir renna av.