hósdagur 21. januar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
24
EYÐUN KLAKSTEIN
E
g veit ikki, um eg havi gjørt
so nógv til nyttu hesa vik
una, men eg havi givið Norð
lýsinum nógva umrøðu.
Helgi Abrahamsen hevur verið í
yvirskriftunum hesa vikuna, eftir at
hann mánamorgunin fór til arbeiðis á
lokalblaðnum hjá norðoyingum. Eftir
seytjan ár í politikki hevur hann nú
tikið fetið inn á miðlapallin, har hann
skal spyrja heldur enn svara.
Men hesa fyrstu vikuna hevur
hann verið noyddur bæði at spyrja
og svara, tí áhugi hevur verið frá hin
um miðlunum fyri nýggja blaðmann
inum á Norðlýsinum.
– Tá ið kjak var um sjúkrahúsverkið
í Føroyum, var eg ein av teimum,
sum helt at vit kundu klára okkum
við færri sjúkrahúsum. Klaksvíkar
Sjúkrahús er eitt hjartabarn hjá Norð
lýsinum, og tí hevði eg fyrireikað meg
til at svara spurningi um tað, men
miðlarnir hava ikki spurt meg um
tað, sigur Helgi Abrahamsen.
Tann spurningin fekk hann sjálv
andi í hesari samrøðuna. Svarið koma
vit aftur til seinni í greinini.
Avmarkað tíð
Helgi Abrahamsen hevur seinastu
seytjan árini verið partur av politiska
umhvørvinum. Fuglfirðingurin, sum
er búsitandi á Strondum, var frá 1999
og tíggju ár fram skrivari í Sambands
flokkinum, og eftir tað var hann løg
tingsmaður í sjey ár, áðrenn hann fall
á løgtingsvalinum í heyst.
– Í politikki veitst tú, at tú ert
valdur í fýra ár, og so hevur tú ikki
trygd fyri nøkrum. Eg kendi tað ikki
sum eitt misálit, at eg ikki varð valdur
aftur í fjør. Eg fekk 350 atkvøður og
var akkurát ov stuttur at koma inn
aftur.
– Tað kendist løgið dagarnar
aftaná, tá ið eg fór tíðliga upp um
morgunin og í grundini ikki hevði
nakað arbeiði at fara til. Tíbetur
vavdi eg meg skjótt upp í alt
møguligt, so eg havi verið virkin
síðani.
– Løgtingsvalið var ikki meira
enn farið aftur um, so fekk eg
teldupost frá løgtingskrivstovuni,
har eg var biðin um at koma at
tøma míni skáp og avlevera lyklar.
Tað kann ivaleyst samanlíknast við at
verða koyrdur til hús frá arbeiðnum
og kundi verið gjørt eitt sindur
lagaligari, men eg veit eisini, at tað
er nýggj fólk, sum skulu til arbeiðis.
Eftir seytjan ár í einum umhvørvi,
er tað ikki bara lætt at fara úr tí og í
annað.
– Eg sakni politiska umhvørvið,
men hinvegin havi eg altíð havt áhuga
fyri fjølmiðlum eisini, og eg havi
fingið mær eina útbúgving innan
journalistikk, sum eg nú fái høvi at
brúka, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann er famvegis fyrsti vara
maður hjá Sambandsflokkinum á
løgtingi, men nú hugsar hann fyrst
og fremst um nýggja starvið á Norð
lýsinum.
– Hevði eg fingið boð um, at eg
skuldi verið fastur varamaður á tingi,
hevði eg latið
einar tríggjar
mánaðir gingið,
áðrenn eg hevði
tikið viðaftur. Vit fáa
at síggja, hvussu tað
verður við politiska
arbeiðnum frameftir, sigur
Helgi Abrahamsen.
Størri lokaløki
Helgi Abrahamsen tók fyri tveimum
árum síðani diplomútbúgving
innan journalistikk frá Danmarks
Journalisthøjskole. Hann tók út
búgvingina saman við eitt nú kring
varpsfólki. Seinastu tíðina hevur
Helgi verið at hoyrt á útvarpsrásini
R7, har hann hevur verið vertur
tveir tímar um vikuna. Nú vóru
Eg havi ongar
trupulleikar við
at lyfta meg upp
um tey politisku
áhugamálini og
verða óheftur
í hesum nýggja
starvinum, men
spurningurin
er sjálvandi,
um fólk fara at
halda meg verða
óheftan«
Helgi Abrahamsen
NÚ SKAL HELGI
SPYRJA FYRI
NORÐLÝSIÐ
– Eg sakni politiska umhvørvið, men hinvegin havi eg altíð
havt áhuga fyri fjølmiðlum eisini, og eg havi fingið mær eina
útbúgving innan journalistikk, sum eg nú fái høvi at brúka, sigur
Helgi Abrahamsen, sum eftir seytjan ár í politiska umhvørv
inum er farin til arbeiðis sum journalistur á Norðlýsinum
– Norðlýsið er eitt lokalblað
hjá norðoyingum, og tað
skal tað halda fram við at
verða, men blaðið sær eisini
møguleikar í at vaksa um
lokala økið, sigur nýggi
blaðmaðurin á Norðlýsinum,
Helgi Abrahamsen.
MYNDIR: OLIVER JOENSEN
ARBEIÐI