hósdagur 21. januar 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
25
so boð eftir Helga á Rygsvegi í
Klaksvík, har Norðlýsið er lokali
miðlaskansin við blaðútgávu, heima
síðu, sjónvarpsstroyming og eisini
útvarpssending á R7.
– Eg segði fyrst nei, tá ið Oliver
ringdi og spurdi meg, um eg hevði
áhuga í at arbeiða á Norðlýsinum,
men eftir at eg hevði hugsað meg
um, tók eg kjansin, sigur Helgi
Abrahamsen, sum sær møguleikar
hjá Norðlýsinum at styrkja um sína
støðu.
– Norðlýsið er eitt lokalblað hjá
norðoyingum, og tað skal tað halda
fram við at verða, men blaðið sær eis
ini møguleikar í at vaksa um lokala
økið, nú partur av Eysturoynni og
Norðoyggjar eru blivnar tættari knýtt
saman við Norðoyatunlinum.
– Málið er at skaffa Norðlýsinum
fleiri lesarar, nýggjar lesarar, men
uttan at vit missa teir gomlu og trú
føstu lesararnar. Eg veit sum eystur
oyingur, hvussu skjótt tað er at hugsa
um Havnina, tá ið ørindi skulu gerast,
men tað eru nógvir møguleikar í
Klaksvík og eitt veruligt tilboð her.
Tað kunnu eysturoyingar hugsa meira
um, og í Klaksvík má eisini verða
eitt ynski um at fáa eysturoyingar
hendanvegin. Ein fløskuhálsur er
tunnilsgjaldið, men her er møguleikar
fyri øktum samstavi millum Norð
oyggjar og Eysturoynna, sigur Helgi
Abrahamsen.
– Tá ið nýggi Eysturoyartunnilin
kemur, verður leiðin úr Klaksvík,
gjøgnum Eysturoynna til Havnar
miðdepilin í Føroyum, og tá verður
ivaleyst kapping um, hvør kann hála
mest til sín. Men vit skulu eisini
minnast til, at vit eru eitt samfelag,
sum skal kappast við útheimin, sigur
hann.
Miðlarnir líkjast
Helgi Abrahamsen er fyrrverandi
blaðstjóri á lokalblaði í Eysturoynni,
hann hevur í politiska arbeiðnum
havt støðugt samskifti við miðlar, og
seinastu árini hevur hann fingið út
búgving innan journalistikk og lagt
afturat sínum miðlaroyndum við út
varpsarbeiði.
– Miðlarnir í Føroyum líkjast í
so nógv. Fer eitt tíðindaskriv út frá
onkum, sæst tað ofta aftur í fýra
ella fleiri miðlum, og tað kann verða
óáhugavert fyri lesararnar, at tey lesa
tað sama allastaðni. Eg vil gjarna
virka fyri, at Norðlýsið í enn størri
mun verður ein miðil við egnum
greinum og vinklum. Vit mugu
fortelja meira ella okkurt øðrvísi enn
mongu tíðindaskrivini, sigur Helgi
Abrahamsen.
Norðlýsið er kent sum sterkur
lokalur miðil, sum eisini kann taka
til orðanna fyri vinnulívi, lokalum
áhugamálum og eitt nú Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
– Hesa vikuna havi eg verið runt
og heilsa upp á fólk, og eg merki væl,
at áhugamálini her í Klaksvík í vissan
mun eru onnur, enn tey eru í Havn
til dømis. Tað skal Norðlýsið sjálvandi
eisini taka hædd fyri, tí Norðlýsið er
fyrst og fremst ein lokalur miðil til
fólkið í lokaløkinum.
– Norðlýsið skal eisini kunna finna
ymsar vinklar upp á eitt mál, spyrja
kritiskt og lata fólk sleppa at svara.
Tá kemur oftast tað besta tilfarið
burturúr.
Helgi Abrahamsen er landskendur
sum politikari í Sambandsflokkinum,
og tað sambandið kann hann ikki
renna undan uttan víðari.
– Eg havi ongar trupulleikar við
at lyfta meg upp um tey politisku
áhugamálini og verða óheftur í hes
um nýggja starvinum, men spurn
ingurin er sjálvandi, um fólk fara at
halda meg verða óheftan, sigur hann.
Sjúkrahúsið
Tá ið kjak var um sjúkrahúsverkið,
var Helgi Abrahamsen ein av teimum,
sum førdi fram, at Føroyar kundu
klára seg við færri sjúkrahúsum enn
teimum trimum, sum nú eru.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ser
ligt pláss hjá norðoyingum og eisini á
Norðlýsinum, har Helgi Abrahamsen
nú skal starvast.
– Tað var eitt kjak frammi um
sjúkrahúsverkið, og mítt sjónarmið
var, at vit eiga altíð at stremba eftir
at reka tað almenna so skynsamt sum
gjørligt, og tað kundi til dømis verið
gjørt við færri eindum á sjúkrahús
økinum. Men tað var ikki undirtøka
fyri at gera nakað við talið á sjúkra
húsum, og málið kom ongantíð í løg
tingið. Harvið kann eg staðfesta, at
tað verður eingin broyting í talinum
á sjúkrahúsum í Føroyum nógvu
næstu árini, og tí er tað kjakið liðugt
fyri mín part.
– Síðani kjakið var, havi eg verið við
til at samtykkja útbyggingar á Klaks
víkar Sjúkrahúsi, tí mítt sjónarmið
er, at skulu vit hava trý sjúkrahús, so
skulu tey eisini hava góðar umstøður
at virka, og vit eiga at leggja upp til
gott samstarv millum sjúkrahúsini,
so sjúkrahúsverkið verður rikið so
effektivt sum gjørligt, sigur Helgi
Abrahamsen.
Tað eru nýggjar tíðir í lívinum
hjá Helga Abrahamsen, og tað eru
nýggjar tíðir á Norðlýsinum, nú ein
eysturoyingur er komin í starv á blað
num. Hvønn vegin Norðlýsið og Helgi
fara at flyta seg, fer tíðin at vísa.
EYDUN@SOSIALURIN.FO
Fakta
Navn: Helgi Abrahamsen
Aldur: 49 ár
Familja: Giftur Oddbjørg
Tey eiga trý børn
Bústaður: Strendur
(ættaður úr Fuglafirði)
■ Útbúgving: Diplomútbúgving
frá Danmarks
Journalisthøjskole (2014)
■ Skrivari hjá
Sambandsflokkinum (1999-2008)
■ Løgtingsmaður fyri Sambands
flokkin (2008-2015)
»Eg segði fyrst nei, tá ið Oliver
ringdi og spurdi meg, um eg hevði
áhuga í at arbeiða á Norðlýsinum,
men eftir at eg hevði hugsað
meg um, tók eg kjansin«