Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 26 TJÓÐHILD PATURSSON B ert ein góðan mánaða eftir at hava vunnið Geytan á føroyska filmskvøldinum í desember, fekk Andrias Høgenni seinasta vikuskiftið handað Viðursløn landsins til ungt listafólk. Andriasi var latið: heiðurin, tær 50.000 kónurnar, røðuna frá Jan Berg Jørgensen, og tónleikin frá GHM – orkestinum sum Andrias sjálvur plagdi at spæla við. »Eitt tað feita við at gera film, er tann prosesssin tað skal ígjøgnum. Tann prosessin ger, at man ikki bara kann sita einsamallur á kamaranum. Men man er noyddur at koma í sam­ band við fólk. Filmstilgongdin er ómøgu­lig, um man ikki fær fólk aftur­ at sær, so eg vil fegin siga takk fyri við øll tey fólkini, eg havi gjørt film sam­an við síðani eg var 16 ár« ljóð­ aði frá Andriasi gjøgn­um telefon úr Danmark og út í hátalarnar til handan­irnar av menturnar­heiðurs­ løn­um landsins í Norður­landa­hús­ inum. Allar fyrsta upplivingin Andrias Høgenni hevði við at gera film, var tá ið mamma hansara arbeiddi sum pre-produktións-koordinator til filmin hjá Niels Malmros, Barbara. Hann var bert 8 ára gamal, og rann ofta runt á sokallaða »settinum« og fylgdi við í tí, sum hendi aftanfyri upp­tøkurnar – so nógv, at ein stórur partur av filmsliðinum kom við í 8 ára føðingar­dag hjá Andriasi. – Serliga eg og fotografurin blivu rættuliga væl, og í einum døgurða­ steðgi spurdi hann meg, um eg hevði hug at hyggja at kameranum. Tað var ein stór løta, tá ið eg setti meg við stóra 35 mm kameraðið, og slapp at rópa ACTION og CUT!, greiður Andrias frá. 8 ár seinni – Andrias ger sín fyrsta film Tað gingu 8 ár áðrenn Andrias aftur sat handan kameraði – men hesu­ ferð til sín egna film. Sum 16 ára gamal lat hann, saman við nøkrum vin­monn­um, ein film inn til stutt­ filma­kappingina hjá Agurk – »Áðrenn Ragnarok« at filmurin. Agurk var ein sending í Kringvarpi Føroya um føroyskan film. Fyrsta Agurk sendingin varð send í 2004. Tað vóru Jan Berg Jørgensen og Jákup Veyhe, ið stóðu fyri sendingini. Somu menn sum myndaðu Klippfisk, sum hevur virkað sum miðdepil fyri nógv ung films­fólk. – Eg hevði leingi spekulerað uppá at gera film, og hendan kappingin var mín møguleiki. Eg hevði funnið útav, at myndatólið hjá mammu og pápa eisini kundi gera smá filmsklipp. Hetta var fantastiskt og opnaði nógv­ ar møguleikar, greiður Andrias frá. Filmurin fekk ikki fyrsta pláss í kapppingini, men kom í finaluna. – Vit vunnu eina fartelefon og høvdu trupuleikar av, hvussu hon skuldi deilast ímillum okkum. Men tað bleiv so loyst onkusvegna, og eg geri filmar enn, greiður Andrias frá. Hóast nógvu góðu hugskotini, og teir møguleikarnar sum opnaðust við mynda­tólinum hjá foreldrunum, so bleiv filmurin ikki júst so sum Andrias og vinmennirnir høvdu ætlað. – Hetta var mín fyrsti filmur, og alt tað sum kundi ganga galið, gekk galið. Vit høvdu einki stativ til myndatólið, og tí máttu vit brúka ølkassar. Eftir at hava filmað ein heilan dag, møtti høvuðs­leikarin upp dagin eftir, við ný­klippt­um hári! Fjóðra og síðsta upp­tøku­dagin møtti høvuðsleikarin als ikki upp. So vit máttu fáa ein av statistunum at traðka til. Vit lótu hann í jakkan hjá høvuðsleikaranum og film­aðu hann bara aftanífrá og langt burturifrá. Tað byrjaði at regna, so vit skundaðu okkum at fáa upp­ tøkur­nar lidnar. Tá ið vit komu heim sóu vit, at vit høvdu brúkt skeivt for­mat og máttu umformatera alt til­farið. Tað tók 2-3 vikur. Aftaná hakk­aði allur filmurin. Vit máttu bara klippa alt saman sum frægast, og siga at hatta við hakkingini var eitt listar­ ligt val, greiður Andrias frá. Sat grátandi á WC í Bacalao Heldur ikki framleiðslan av øllum øðr­um filmum hevur verið løtt. Beint áðrenn Andrias fór til Danmarkar í skúla, vildi hann ger okkurt stórt – hann vildi gera ein film um ein ungan mann, sum skuldi flyta til Dan­ markar. Filmurin skuldi varða heila 30 minuttir, og vera tikin upp í einum longum brotið. Beint áðr­enn upp­ tøkurnar meldaði fram­leiðslu­stjórin av­boð, og Andrias mátti taka tað ar­beiðið á seg afturat leikstjórnini. Hetta var samstundis við, at hann ar­beiddi kvøld og náttarvaktir á Bacalao. – Eg byrjaði at arbeiða á Bacalao kl 16, og í heilum mátti eg hoppa frá samlibandinum, og út á WC, so eg kundi ringja til fólk fyri at fyrireika filmin. At enda bleiv ov nógv og eg sat grátandi úti á WC’inum á Bacalao, og eg mundi avlýst filmsætlanirnar. Men tað gjørdi eg ikki. Og tá ið alt kom til alt, gekk heilt væl. Í næstu roynd kláraðu vit at fáa 30 minuttir langa filmsklippið at rigga. Aftaná stóðu vit, vaksnir menn og hoppaðu og róptu og klemmaðust. Tað var heilt fantastiskt. Alt gekk upp, og vit høvdu skapt okkurt, sum var størri enn vit sjálvir. Vit nærkast einum punkti, tá ið vit í Føroyum fara at flyta okkum frá næstan bara stutt­filmum, til eis­ini at kunna gera spæli­filmar. Og eg eri spentur at vita hvør, eftir Katrin Ottars­ dóttir, fer at gera fyrsta føroyska spæli­filmin« »BARBARA« – Tað var ein stór løta, tá ið eg setti meg við stóra 35 mm mynda­ tólið, og slapp at rópa »ACTION« og »CUT«, meðan filmurin »Barbara« varð tikin upp. Tað var har mín áhugi fyri filmslist byrjaði, sigur Andrias Høgenni, sum seinasta vikuskiftið fekk enn eina virðisløn – hesaferð Virðisløn landsins til ungt listafólk. Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt 27 ára gamla filmsframleiðaran til eitt prát um film og upprunan til áhugan fyri hesi listargrein MENTAN Framhald á næstu síðu – Eg eri vanur at liva av lítlum, so tað er løgið kanppuliga at standa við hesum pengunum. Eg fari í øllum førum at hugsa væl og gjølla, áðrenn eg brúki peningin, sigur Andrias Høgenni um lønarpartin av virðislønini. Allar fyrsta upplivingin Andrias Høgenni hevði við at gera film, var tá ið mamma hansara arbeiddi sum pre- produktións-koordinator til filmin hjá Niels Malmros, Barbara. Hann var bert 8 ára gamal, og rann ofta runt á sokallaða »settinum« PRIVATMYND