hósdagur 21. januar 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
28
Tað eru slíkar løtur og slíkur rúsur,
sum eg enn leiti eftir, greiður Andrias
frá.
Biðin at útgreiðna, hvat tað er
hann ynskir og leitar eftir í filmslist
ini, sigur Andrias:
– Eg geri film fyri at skapa okkurt,
sum er størri enn eg sjálvur. Fyri
meg kennast yrkingar ella løg bara
sum forleingingar av mær sjálvum.
Ígjøgnum filmslistina verða míni
hugskot tulkað og endurtulkað
nógvar ferðir, saman við øðrum
fólkum. Fyri meg er tað fantastiska
við filmslistini: At man kann deila
hugskotið við onnur folk, so man ikki
bara situr inni i einum kamari; og tá
ið eg hoyri onkran siga at filmslistin
er í kreppu, ella at filmslistin er deyð,
so gerist eg treiskur. Tí eg haldi, at
serliga her í Føroyum, hevur man
møguleika fyri at fortelja nakrar
søgur, sum ongantið eru sagdar fyrr,
vera við til at skapa nakað, sum ikki
er skapt fyrr. Tað kann sigast at vera
abstrakta málið fyri mínum arbeiði
við filmi, greiður Andrias frá.
Hyggja at føroyskum
filmum, tí teir eru góðir
Andrias heldur, at føroyska films
verðin er nógv broytt seinastu árini.
– Vit eru spakuliga steðgað við at
hyggja at filmum BARA tí, at teir eru
føroyskir, og hyggja nú ístaðin tí, at
teir eru góðir, sigur hann.
Filmslistin í Føroyum er ung, og
tað er enn rættiliga nýtt at síggja
føroyskar søgur tulkaðar til livandi
myndir. Nú eru fleiri ung, sum út
búgva seg og fáa sær royndir innan
filmslistina, og onkur føroyskur stutt
filmur er eisini heiðraður uttanlanda.
T.d. filmurin eftir Sakaris Stórá, ið
fekk viðursløn í Berlin. Andrias sær
hetta sum eitt tekin um, at føroysk
filmslist er við at koma uppá eitt ann
að støði, og at vit eru í ferð við at fáa
eitt ríkari filmsmál.
– Í nógv harrans ár hevur tað bara
verið Katrin Ottarsdóttir, sum hevur
arbeitt við føroyska filmsmálinum.
Tað, at vit nú hava so ymiskar films
leikstjórar sum Anton Petersen, Juliu
í Kálvalíð og Sakaris Stórá, ger beina
vegin filmsmálið nógv ríkari – óansæð
um tey gera abstraktar listafilmar ella
skemtifilmar, greiður Andrias frá.
Føroysk filmslist flytir frá
stuttfilmum til spælifilm
Andrias heldur, at tað blómandi
filmsumhvørvið vit hava í Føroyum
nú, er úrslit av tí arbeiði, sum nakrar
fáar eldsálir hava gjørt í nógv harrans
ár. Við Klippfisk kom eitt savnistað,
sum gav møguleika fyri at arbeiða
við filmi, og millum annað tað hevur
gjørt, at felagið fyri føroysk filmsfólk
seinni varð stovnað. Eftir at peningur
var settur av á fíggjarlógini, er films
listin í Føroyum, eftir Andriasa tykki,
eksploderað; og nú játtanin til films
list verður økt í ár, so væntar Andrias
stórar broytingar.
– Vit nærkast einum punkti, tá
ið vit í Føroyum fara at flyta okkum
frá næstan bara stuttfilmum, til eis
ini at kunna gera spælifilmar. Og eg
eri spentur at vita hvør, eftir Katrin
Ottarsdóttir, fer at gera fyrsta før
oyska spælifilmin. Eg vænti ikki, at
tað verður eg. Tá ið eg var yngri, vildi
eg vera ungur, tá ið eg debuteraði,
men spakuliga havi eg funnið útav,
at tað at gera spælifilm tíðliga og at
gera ein góðan spælifilm, er ikki tað
sama. Og tá hevði tað verið synd, um
eg hoppaði út í eina verkætlan, hvørs
endamál bara var at vera long. Beint
nú vil eg heldur brúka tíðina uppá at
gera skúlan lidnan, gerast betur, fáa
fleir royndir og fáa fleiri kontaktir.
Hetta er mítt handverk, og beint
nú má eg arbeiða við mínum stutt
filmum, greiður Andrias frá.
Tað absurda í
dagligdegnum og
smáklaustrofobisk rúm
Andrias manglar ongantíð hugskot,
og hann sigur seg heinta síni hugskot
úr tí absurda í dagligdegnum. Filmar
nir hjá Andriasi snúgva seg ofta um
intimar trupuleikar, sum gerast verri
av góðum intentiónum; og ofta eru
upptøkurnar gjørdar í smáklaustro
fobiskum rúmum.
– Tað er okkurt fasinerandi við at
seta hol á teir tankar, sum ikki ordiliga
tola dagsins ljós. Nógv okkara ganga
runt og halda, at vit eru forferdilig
menniskju, tí vit eru full við tankum,
sum vit ikki halda, at vit kunnu deila
við onnur fólk. Tað er hetta, sum eg
vil loysa upp í. Eg vil royna at seta orð
á nakað, sum er abstrakt og privat. Eg
havi sjálvur onkuntíð upplivað stóran
lætta av at síggja ein film, sum setur
orð á sumt av tí eg havi hugsað – Tað
er ikki bara eg, sum eri løgin og ikki
bara eg, sum hugsi soleiðis.
Men hóast Andrias so lættliga
setur orð á abstrakta málið við film
um hansara, so sigur hann, at tað
fyrst og fremst snýr seg um, at siga
eina góða søgu. Trupuleikin er ikki at
fáa hugskotini til góðu søgurnar, men
heldur at viðgera tey; at flyta hug
skotini frá leysum tonkum til eina
søgu, ið hongur saman og er realist
isk – tað er harði kampurin.
– Dokumentarfilmarnir sleppa av
stað við nógv ógvusligari persónum.
Tí veruleikin er ofta nógv ógvusligari,
enn vit geva okkum far um. Um t.d.
Berlusconi varð gjørdur til ein figur
í einari sending sum Borgen, so
høvdu fólk helst ikki hildið figurin
vera trúverdugan. Tí veruleikin er
ofta so ógvusligur, abstraktur og
ónatturligur. Eg vil royna at gera hitt
abstrakta og ógvusliga realistiskt og
veruligt, sigur Andrias.
Andrias er í løtuni í gongd við tveir
nýggjar filmar. Annar filmurin er ein
hospitalskrimi. Leikararnir eru Maria
Rich og Jens Andressen, og hetta er
Andrias Høgenni ógvuliga spentur
um. Upptøkurnar, sum júst eru
lidnar, vórðu gjørdar í Danmark. Hin
filmurin verður tikin upp í Føroyum
í summar.
»Eg strembi
eftir at kunna
liva og gera film
samstundis«
Andrias Høgenni
MENTAN
»Hetta er ein áheitan um at halda fram. Og eg vóni,
at eg eftir hendan heiðurin, møguliga kann fáa
stuðul til onkra verkætlan, sum eg kanska
ikki hevði fingið stuðul til annars«
Andrias Høgenni
»Andrias Høgenni
Showreel 2007-2012«
»Barbara«
SKERMMYND FRÁ YOUTUBE