Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 29 – Eg fari ikki at siga so nógv um tann filmin enn, men eg kann siga, at hann verður nógv øðrvísi enn alt tað eg havi gjørt fyrr, men samstundis so líkur. – Tað er ein intim pínlig konflikt, út­livd í einum klaustrofobiskum rúmi – Men í eini sjangru, sum eg ikki havi roynt fyrr, sigur Andrias. Hóast umstøðurnar fyri films­list­ ina eru vorðnar nógv betur seinastu ár­ini, og enn batna, væntar Andrias Høgenni sær ikki, at kunna liva av films­listini: – Eg vil siga, at eg strembi eftir at kunna liva og gera film samstundis. Eg eri ógvuliga glaður um tann pen­ ing landið letur filmslistini, og eg eri ógvu­liga spentur at síggja, hvussu før­oyska filmslistin fer at broytast enn meira við teirru øktu játtanini, sum er komin í ár. Men sjálvur havi eg ongar vónir um, at nakrantíð kunna liva bara av at gera film, eg ynski fyrst og fremst at kunna liva OG gera film, greiður Andrias frá. Annar parturin av virðislønini til ungt listafólk, er júst virðingin og heiðurin. Andrias sær fyrst og fremt heiðurin sum eina ábending um, at tað hann ger hevur týdning, og sum eina áheitan um, at halda fram við at gera tað hann ger. – Ja, hetta er ein áheitan um at halda fram. Og eg vóni, at eg eftir hend­an heiðurin, møguliga kann fáa stuðul til onkra verkætlan, sum eg kanska ikki hevði fingið stuðul til ann­ars. Havi eina verkætlan sum ligg­ur klár og fari at søkja stuðul, nú tá ið films­stuðulin verður latin aftur, greiður Andrias frá. Hin parturin av virðislønini, er júst lønin, peningurin, tær 50.000 krón­ur­ nar. Enn veit Andrias ikki, hvat pen­ ingurin skal nýtast til. – Eg veit faktiskt ikki, hvat teir skulu brúkast til. Eg eri vanur at liva av lítlum, so tað er løgið brádliga at standa við hesum pengunum. Eg fari í øllum førum at hugsa væl og gjølla, áðrenn eg brúki peningin, sigur Andrias at enda. POST@SOSIALURIN.FO ■ Navn: Andrias Høgenni ■ Føddur: 28. Oktobur 1988 ■ Utbúgving: Bachelor í Medievidenskab frá Syddansk Universitet í Odense. Útbúgvin filmsleikstjóri frá 18 Frames. Eri akkurát byrjaður at lesa til filmsleikstjóra á alternativu filmsútbúgvingini Super16. Nakrir av stuttfilmunum sum Andrias hevur gjørt: Stina Karina (2015) Kom og Dansa (2014) Det mand ikke taler om (2014) (kann síggjast á youtube) Eina (2013) (kann síggjast á youtube) Timerne med Christine (2013) (kann síggjast á youtube) Harmoni (2012) (kann síggjast á youtube) Ávegis (2011) (kann síggjast á youtube) Imens Bladene Falder (2010) (kann síggjast á youtube) Stev (2009) (kann síggjast á youtube) Unedited Love (2007) (kann síggjast á youtube) Tveir teir nýggjastu filmarnir hjá Andriasi Høgenni: »Kom og Dansa« og »Stina Karina« kunnu ikki síggjast á internetinum, men teir vera sýndir aftur í Føroyum í summar. MENTANARVIRÐISLØN LANDSINS 1998: Regin Dahl 1999: Jens Pauli Heinesen 2000: Ingálvur av Reyni 2001: Eyðun Johannessen 2002: Gunnar Hoydal 2003: Hanus Kamban 2004: Eingin virðisløn latin 2005: Tita Vinther 2006: Zacharias Heinesen 2007: Eingin virðisløn latin 2008: Ebba Hentze 2009: Kári P. 2010: Sunleif Rasmussen 2011: Jóanes Nielsen 2012: Tóroddur Poulsen 2013: Tróndur Patursson 2014: Torbjørn Olsen 2015: Annika Hoydal   HEIÐURSGÁVA LANDSINS 2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag 2002: Axel Torgarð 2003: Ólavur Hátún 2004: Eingin heiðursgáva latin 2005: Emil Juul Thomsen 2006: Jógvan Isaksen 2007: Eingin heiðursgáva latin 2008: Martin Tórgarð 2009: Laura Joensen 2010: Jonhard Mikkelsen 2011: Kristian Blak 2012: Marianne Clausen 2013: Árni Dahl 2014: Tey av Kamarinum 2015: J.P. Gregoriussen  Aðrar virðislønir: MÁLRØKTARVIRÐISLØN LANDSINS 2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen SERSTØK VIRÐISLØN 2006: Jón Hilmar Magnússon 2001: Ebba Hentze VIRÐISLØN TIL UNGT LISTARFÓLK 2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður 2012: Silja Strøm, myndlistakvinna 2013: Trygvi Danielsen, yrkjari 2014: Mattias Kapnas, tónleikari 2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður Tey, ið fáa sømdargávu eru hesi: • Alexandur Kristiansen • Oddvør Johansen • Katrin Ottarsdóttir • Hanus G. Johansen • Guðrið Poulsen • Bárður Jákupsson • Tróndur Patursson • Zacharias Heinesen • Rói Paturson • Hanus Kamban • Óli Petersen Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum og Annika Hoydal, sum fekk mentanarvirðisløn landsins upp á 150.000 krónur. Ein av filmunum hjá Andriasi Høgenni, ið eru at síggja á YouTube, er »Det man ikke taler om« frá 2014 MYND: ALLAN BROCKIE SKERMMYND FRÁ YOUTUBE MODELLMYNDIR