hósdagur 21. januar 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
30
ÁRNI GREGERSEN
T
að tók sína tíð, men nú
hevur landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum,
Høgni Hoydal, Tjóðveldi,
gjørt sína sveinastykki í hesum val
skeiðnum.
Landsstýrismaðurin hevur eftir
fýra-fimm mánaðum sett eina
kommisión, sum skal fyrireika eina
nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap,
sum skal virka frá 1.januar 2018.
Kommisiónin hevur fingið til 1.
august í ár at koma við sínum upp
skotum.
Formaður í nevndini er Johnny í
Grótinum, stjóri á Landssjúkrahús
inum og búskparfrøðingur, meðan
Hans Ellefsen, Fróðskaparsetrið, er
næstformaður við víðkaðum heim
ildum.
Kommisiónin skal ikki beinleiðis
koma við uppskotum um, hvussu
lógin um vinnuligan fiskskap skjal
virka. Tað er ein politiskur spurn
ingur, sum er avtalaður í samgongu
skjalinum.
Kommisiónin skal koma við
uppskotum um, hvussu politisku
málini kunnu røkkast gjøgnum
lógina og hvussu lógin skal skipast
fyri, at hetta letur seg gera.
Arbeiðssetningurin
Nevndin skal eftirmeta og endur
skoða skipanina av føroysku fiski
vinnuni í síni heild – herundir lóg
ina um vinnuligan fiskiskap og aðra
viðkomandi lóggávu – og gera full
fíggjað uppskot til lóggávu, skipanir
og skiftisskipanir, ið kunnu røkka
málunum við nýskipanini.
Høvuðsmálini eru:
■ At øll føroyska fiskivinnan verð
ur skipað undir tryggum og hald
førum lógarkørmum, fyrisiting og
skipanum.
■ At livandi tilfeingið í føroyskum
sjógvi og tey rættindi Føroyar eiga
í altjóða sjógvi og hava samrátt seg
til við onnur lond, eru ogn Føroya
fólks og eru varandi grundarlag
undir føroyska búskapinum og
vælferðini hjá tjóðini.
■ At Føroyar skulu gerast undan
gonguland at umsita allar fiska
stovnar burðardygt – bæði í egnum
sjógvi og í altjóða samstarvi – og at
hava fremstu vitan og gransking
um fiskastovnar og vistfrøðiligu
skipanirnar í havinum.
■ At tilfeingið er tryggjað sum ogn
hjá fólkinum, og at rættindini at
troyta tað eru á føroyskum hond
um.
■ At til ber at skapa mest møguligan
virðisvøkstur og avkast í Føroyum
av fiskatilfeinginum til reiðarí,
manningar, virkir, fyritøkur, starvs
fólk, tænastuveitarar og samfelagið
alt, og at vit støðugt menna ný
skapan og føroyskar førleikar í
øllum pørtum av virðisskapanini.
■ At tilfeingisrentan gerst so optimal
sum gjørligt, og at størst møguligur
partur av tilfeingisrentuni fellur til
landið.
■ At til ber at virka í eini marknaðar
grundaðari fiskivinnu við vinnu
ligum frælsi undir jøvnum kapp
ingartreytum.
■ At vinnumøguleikar ikki savnast á
fáum hondum, men at somu rætt
indi eru at bjóða seg fram at reka
vinnu, og grundarlag er fyri fjøl
broyttum virksemi, nýskapan og
menning kring landið.
■ At Føroyar støðugt menna sín leik
lut og sína ábyrgd í altjóða sam
starvi og avtalum um fiskiskap og
fiskivinnu – og tryggja sín rættvísa
part av rættindunum til felags og
ferðandi fiskastovnar, umframt at
samráða seg til skilagóðar avtalur
við onnur lond um møguleikar og
atgongd at fiska hvør hjá øðrum.
Ítøkilig mál
Kommisiónin – ella nevndin – sum
telur níggju fólk, hevur fingið nøkur
ítøkilig mál at fyrihalda seg til og eru
býtt á hesar høvuðstreytir:
■ Stovnsrøkt og lívfrøðilig burðar
dygd Nevndin skal gera tilmæli
til reglur/skipanir um, hvussu lív
frøðilig ráðgeving um stovnsrøkt
verður ment og fylgd fyri allar
fiskastovnar og allan fiskiskap, so
Hetta verður lagt
fram 1. august
og so kemur ein
politisk viðgerð,
sum eisini um
fatar tað, sum
skal henda í
Løgtinginum«
Høgni Hoydal
SVEINASTYKKIÐ
HJÁ LANDSSTÝRIS
MANNINUM
Eftir drúgva tíð hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum
sett kommisiónina, sum skal gera eina nýggja fiskivinnuskpan
POLITIKKUR
Nýggj fiskivinnuskipan
Høgni Hoydal