hósdagur 21. januar 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
31
leiðis at stovnarnir varandi kunnu
endurnýggja seg og kasta mest
møguligt av sær.
■ Búskaparlig og samfelagslig
burðardygd Nevndin skal lýsa og
gera tilmæli um, hvussu virðis
vøksturin í fiskivinnuni varandi
kann gerast so stórt sum til ber,
og hvussu ein fjølbroytt vinna
kann virka við lønsemi og støðugt
mennast í landinum eftir jøvnum
kappingartreytum.
■ Fiskiríkidømið er fólksins ogn,
kann ikki gerast ogn hjá privatum
og skal vera á føroyskum hondum
Nevndin skal gera uppskot til,
hvussu tryggjað verður í lóg og
skipan, at fiskiríkidømið og rætt
indini til at útvinna fiskiríki
dømið eru ogn hjá Føroya fólki í
alla framtíð og ikki kunnu gerast
privat ogn.
■ Frá politiskari útluting av fiski
rættindum til marknaðargrundaða
skipan Skipanin viðvíkjandi út
luting av fiskirættindunum, hevur
verið grundað á lógarviðgerð í Løg
tinginum ella fyriskipan, ið lands
stýrismaðurin í fiskivinnumálum
hevur umsitið og ásett.
■ Kapping og atkomiligheit Nevndin
skal gera uppskot til, hvussu kapp
ing og atkomiligheit verður tryggj
að í vinnuni.
■ Virðisøking í Føroyum Tilmælið um
nýggja skipan skal eisini fevna um
uppskot við atliti at útbreiðslu og
gagnnýtslu av rávøruni í Føroyum.
■ Serlig skipan fyri útróðrarflotan
Nevndin skal viðgera og gera til
mæli um, hvørt serlig skipan og
átøk skulu gerast fyri útróðrar
flotan.
■ Einføld umsiting, gjøgnumskygni
og rættartrygd Í uppskotinum
til nýggja fiskivinnuskipan skal
dentur leggjast á, at skipanin er so
einføld sum gjørligt at umsita, og
at hon er mest møguliga gjøgnum
skygd og rættartrygg fyri vinnu og
almenning og mest møguliga óheft
av politiskari fyrisiting. Greiðar
revsireglur skulu ásetast fyri brot
á lógina.
■ Nýggj skipan og skiftistíð Í samlaða
tilmælinum skal nevndin gera
uppskot til, hvussu farast kann
frá verandi skipan til at seta í verk
nýggju skipanina, og at verandi
luttakarar í vinnuni á skynsaman
hátt kunna laga seg til broyttu
treytirnar yvir eitt ávíst tíðarmál.
Eitt ítøkiligt uppskot kann vera at
fremja nýskipanina í stigum og við
ásettari skiftistíð.
■ Tíðarfreist Nevndin skal vera liðug
við arbeiði sítt 1. august 2016.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
sigur, at hetta verður lagt fram 1.
August og so kemur ein politisk við
gerð, sum eisini umfatar tað, sum skal
henda í Løgtinginum.
Hansara mál er, at nýggja fiski
vinnulóggávan verður samtykt um
1. oktober í ár.
ARNI@SOSIALURIN.FO
ÁRNI GREGERSEN
S
tjórin á Landssjúkrahús
inum, Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur,
er formaður í nýggju
nevndini, sum Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við fiskivinnu
málum, júst hevur sett.
– Vit vilja hava arbeiðsfrið og
vit ætla ikki at úttala okkum í tíð
og úrtíð.
Soleiðis segði hann á tíðinda
fundinum, har landsstýrismað
urin presenteraði nevndina og
tann arbeiðssetning hon hevur
fingið.
– Hetta er sjálvandi ein stór
uppgáva, men eg haldi tað er
eydnast at seta eina nevnd, sum
hevur neyðugu førleikarnar, segði
landsstýrismaðurin, tá ið nevndin
var almannakunngjørd.
Umframt sjálva nedvndina,
so verða eisini tveir fylgibólkar,
sum nevndin fer at hava fundir
við. Annar fylgibólkurin skal um
boða fólk úr vinnuni, meðan hin
bólkurin er ein politiskur fylgi
bólkur.
– Eg havi kannað hetta rættu
liga væl og tað ber væl tila t fáa
hesar bólkar at virka sum viðspæl
arar í arbeiðnum, sedgði Johnny í
Grótinum.
Viðhvørt verður sagt, at slíkir
fylgibólkar ofta eru nei-sigara-
bólkar heldur enn viðspælarar.
Í sjálvari nevndini verða sjónar
mið mýkt, meðan tað lættari liggur
til fylgibólkarnar bara at siga nei.
– Eg vænti at hetta fer at virka
væl, tí hetta fer eisini at geva kjak
í almenninginum. Her verður ikki
talan um afturlatnar fundir, men
hetta fer at koma í almenna rúmið,
segði Johnny í Grótinum.
Alt samfelags
maskinaríið
Landsstýrismaðurin er fullkomu
liga greiður yvir, at tær broytingar,
lagt er upp til, ikki bert hava til
endaáls at fáa fiskin lætt og bíliga
upp.
Tað kann annars gerast uppá
nógvar lættar mátar
– Hetta má alt síggjast sum ein
heild. Fiskurin skal ikki bert fisk
ast, men vit mugu síggja til, at vit
sum vinna og samfelag fáa sum
mest burturúr, tí hetta er okkara
størsta tilfeingið, sigur Høgni
Hoydal.
Upprunaliga var sagt, at eitt
uppskot um broytingarnar í lóg
ini um vinnuligan fiskiskap skuldi
leggjast fram á ólavsøku, men nú
er hetta broytt, so kommisiónin
skal lata sítt arbeiðið til lands
stýrismannin 1. August.
Síðan skal tann politiska við
gerðin setast í gongd og lands
stýrismaðurin metir, at hetta fer
at taka einar tveir mánaðir, so
lógin kann samtykkjast á leið 1.
oktober.
– Sjálvandi eru politiskar
ósemjur um nakað av tí sum skal
gerast og sum vit mugu samráðst
um, men vit skulu ikki gloyma, at
tað eru breiðar politiskar semjur
um nógvar av ætlaðu broyting
unum, sigur Høgni Hoydal.
Vit ætla okkum
at vera kúrr
Bólkurin er mannaður við hesum fólkum:
Johnny í Grótinum, stjóri - Búskaparfrøðingur Formaður
Hans Ellefsen, adjunktur - PhD Búskaparfrøðingur Næstformaður
Árni M. Dam, sjálvstøðugur - Skipari og handilsútbúgving Nevndarlimur
Eydna í Homrum, fiskifrøðingur - PhD Lívfrøðingur Nevndarlimur
Herálvur Joensen, stjóri - Løgfrøðingur Nevndarlimur
Kristina Samuelsen, advokatur – Løgfrøðingur Nevndarlimur
Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi - Fiskivinnufrøðingur Nevndarlimur
Unn Laksá, granskingarleiðari - PhD Stjórnmálafrøðingur Nevndarlimur
Malan Johansen, deildarleiðari - Búskaparfrøðingur Nevndarlimur
Afturat arbeiðsbólkinum er sett eitt skrivaratoymi
(sekretariat) við hesum fólkum:
Herit V. Albinus, handilsskúlalærari - Búskaparfrøðingur
Jens Helgi Toftum, fulltrúi – Fiskivinnufrøðingur
Rúna F. Guttesen, fulltrúi – Løgfrøðingur
Nevndin vísir beinleiðis til landsstýrismannin við fiskivinnumálum.
Formaðurin í kommisiónini, sum skal
gera uppskot til nýggja lóg um vinnuligan
fiskiskap, vil hava frið at arbeiða
Formaðurin í nevndini
Tað tók sína tíð, men nú hevur landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi,
gjørt sína sveinastykki í hesum valskeiðnum
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN