hósdagur 21. januar 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
32
ÍTRÓTTUR
EITT STIG Á LEIÐINI
HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen livir hondbóltsdreymin. Hann er
yrkishondbóltsspælari í danska toppfelagnum Bjerringbo-Silkeborg, er í
rívandi menning og fekk í fjør sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum.
Tó hevur hann ein størri dreym. Ein dreym um at spæla á hægsta stigi í
altjóða hondbólti. Skifti frá Skanderborg til Bjerringbo-Silkeborg er eitt stig
á leiðini. Næsta stig er at vinna sær fast pláss á í nýggja felagnum.
TRÓNDUR ARGE
F
arna ár bleiv hendingaríkt
fyri føroyska hondbólts
spælaran, Jóhan á Plógv
Hansen, sum nú umboðar
Danmark í altjóða hondbólti. Høgri
vongurin hevur bæði spælt á danska
U21 landsliðnum og á A-landsliðnum í
2015. Hann hevur eisini skift tilveruna
í Skanderborg út við yrkisfelagið
Bjerringbo-Silkeborg, sum spælir í
oddinum í donskum fótbólti.
Tað var longu í januar, at Jóhan
á Plógv Hansen fekk møguleikan á
danska A-landsliðnum. Hann hevði
sitið trý ára langa leikbannið, sum ein
spælari fær, tá hann skiftir millum
landslið. Til tveir venjingardystir
móti Svøríki eru boð eftir føroyska
høgra vonginum.
– Tað var heilt fantastiskt at spæla
á landsliðnum, sigur Jóhan á Plógv
Hansen, sum saman við liðfeløgunum
vunnu báðar dystirnar móti Svøríki.
– Tað var eitt ótrúliga spennandi
ár, har eg havi roynt ting, sum eg ikki
hevði væntað fóru at henda so tíðliga
í yrkisleiðini hjá mær, leggur høgri
vongurin afturat.
Jóhan bleiv eisini kosin til besta
høgra vong til U21 HM-kappingina í
Brasil í summar.
Fyrsta stig er spælitíð
Jóhan á Plógv Hansen fekk sítt
gjøgnumbrot í donskum hondbólti
í Skanderborg. Felagið hevur fyri
tað mesta spælarar, sum hava
arbeiði víð síðuna av hondbóltinum.
Í summar skifti Jóhan tó til
Bjerringbo-Silkeborg, sum bara
Jóhan á Plógv Hansen