Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016 SOSIALURIN 9 33 hevur yrkishondbóltsspælarar. Tað merkir eisini, at felagið er meiri kappingarført í oddinum. Higartil hevur Jóhan deilt spælitíðina á vonginum við Dennis Kirkegaard. – Málið er at fáa ein størri leiklut á liðnum, og vinna mær fasta spælitíð. Tað er ein tilgongd, har eg tosi nógv við venjaran, sum leggur nógv fyri í verjuspælinum. Eg havi mínar styrkir í álopsspælinum, men eg skal venja meg við at spæla á hesum liðnum, sigur Jóhan, ið ikki ræðist at fáa størri ábyrgd á liðnum. Hann letur væl at venjaranum, sum Jóhan sigur seg hava lært nógv av. Hann ásannar tó, at hann skal til at venja seg við at spæla í hesi spæliskipanini. BSV á hægri stigi Bjerringbo-Silkeborg – eisini nevnt BSV – er eitt felag við yrkisspælarum. Tað merkir, at spælararnir gera at kalla einki annað enn at spæla hondbólt. – Vit hava bara yrkisspælarar. Kanska onkur av teimum hevur okkurt smávegis við síðuna av, men vit venja tvær ferðir um dagin, so tað er ikki tíð til nógva annað, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum tó sjávur lesur eitt sindur við síðuna av hondbóltinum. – Fyri summar er hondbólturin nokk, og tað er til at liva av. Eg havi tó valt at lesa eitt sindur við síðuna av. Tað dámar mær eisini væl« Ein vanligan dag skal Jóhan fyrst venja frá klokkan 10 til 12. Síðani er steðgur til klokkan 14, so verður aftur vant í tveir tímar. Onkrar dagar er bara ein venjing. Langt til landsliðið Danmark er í løtuni til EM- endaspælið í Póllandi. Hóast Jóhan hevur skotið síni fyrstu mál á A-landsliðnum, so er langt til eitt fast pláss í danska landsliðshópinum, har Hans Lindberg og Lasse Svan Hansen sita tung á plássunum. – Tá eg fekk debut á landsliðnum var eg heppin, at teir vóru skaddir. Eg eri nokk fjórða val á høgra vongi á danska landsliðnum. Tað skal nógv til at sláa Hans Lindberg og Lasse Svan Hansen, sum eru millum fimm teir bestu á høgra vongi, av liðnum. Kanska um nøkur ár, ella tá onkur av teimum gevst, sigur Jóhan, og leggur afturat. – Um eg skal á danska landsliðið, so skal eg helst spæla í onkrari teimum stóru landskappingunum í Evropa. Tað gera Hans og Lasse, ásannar Jóhan á Plógv Hansen. Dreymurin er útlandið Stóri dreymurin hjá Jóhan á Plógv Hansen er at røkka tindunum í altjóða hondbólti. Hann valdi føroyska landsliðið frá í einum tíðarskeiði, har landsliðsarbeiði fyri tað mesta lá stilt. Síðani hevur hann skift frá Skanderborg til BSV, verið eydsýndur á danska U21 landsliðnum, og skotið síni fyrstu mál á A-landsliðnum. Hóast tað hevur ginigð skjótt, so hevur framrættaði vongurin bæði beinini á jørðini. – Eg taki eitt stig á gangin. Næsta málið er at fáa ein størri leiklut á liðnum. Eg havi sjálvandi ein dreym um at spæla fyri eitt av teimum stóru feløgunum í Týklandi, Fraklandi, Spania ella Póllandi, sigur Jóhan, men leggur afturat: – Spæli eg í BSV um fimm ár, so kann eg eisini vera nøgdur. Danska landskappingini er á høgu stigi, men eitt nú Bundesligain er á hægri stigi, staðfestur Jóhan á Plógv Hansen at senda. Tað er boð eftir føroyska hondbóltsspælaranum, tí hann skal aftur til venjing. Eftir nakrar dagar í Føroyum, so er Jóhan aftur í leiklutinum sum yrkishondbóltsspælari í Danmark. TRONDUR@SOSIALURIN.FO