hósdagur 21. januar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
34
Óli Jacobsen
MATHILDA:
ARBEIÐSLÍVIÐ BYRJAR
Hjá eini 15 ára gamlari gentu vóru mitt í 1930-unum ikki so nógvir aðrir
møguleikar enn húspláss. Men hetta var ein góður lívsins skúli
3. PARTUR
U
m ta tíðina, tá ið Mathilda er
konfirmerað og farin úr skúlanum
eru ikki nógvir aðrir møguleikar
hjá dreingjunum enn at fara til
skips og hjá gentunum at fara í húspláss.
Men húspláss var eisini ein góð fyrireiking
til framtíðar lívið sum húsmóður. Mathilda
heldur áfram við síni frásøgn.
Fyrsta plássið var hjá presti
Eg varð konfirmerað á Nesi av Buhl Nielsen.
Tá gingu vit til eina viku og búð var í bygdini.
Sjálv búði eg á Kvíggjarheyggi. Tey fólkini
minnist eg væl afturá, og eg havi framvegis
samband við tey.
Stutt aftaná kom Buhl til Eiðis í presta
ørindum. Hann spurdi meg, um eg ikki vildi
koma at vera í húsi hjá teimum. Eg fór og
mær dámdi so sera væl har. Vit vóru tvær
arbeiðsgentur. Hin var Magnhild, systir
Brynhild, konu prest. Presturin var so
óalmindiliga fittur.
Nógvur seyður hoyrdi til prestagarðin.
Hetta gav okkum nógv arbeiði. Eg plagdi
millum annað at reinsa vil. Eg bleiv so von við
hetta, at tað var ikki eitt tað einasta vil, sum
skrædnaði. Vilini vóru nokk so virðismikil tá,
tey vórðu nýtt í pylsuídnaðinum. Tað komu
menn úr bygdini at fletta.
Annars var nógv at gera. Klæðini skuldu
vaskast, og tað var við vaskibretti. Síðan
skuldu tey »rullast« á eini stórari rullu, har vit
báðar arbeiðsgenturnar máttu vera um hetta
arbeiðið.
Skuldu klæði strúkast var tað við tungum
strúkijørnum, sum skuldu hitast á kom-
fýrinum. Petroleumslampurnar skuldu puss-
ast og veikirnir skuldu skarast. Her var nógv
at fara um.
Prestur hevði sín egna bát til tænastu-
ørindini. Tá hann fór til Eiðis bjóðaði hann mær
við. Hann var so fittur, at hann legði at við Áir,
so eg kundi heilsa uppá pápa, sum arbeiddi á
hvalastøðini har.
So til Søldarfjarðar
Eg var eina tíð í Søldarfirði hjá Jørginu,
kallað Ginna, og seinna manninum, John
Johannesson. Eg og Ginna vóru systkinabørn.
Pápi hennara var Jørgen, mammubeiggi, men
hann og Sanna , mamma Ginnu, fingu ikki høvi
at giftast, tí hann fekk lungnabruna og doyði.
Ginna hevði verið gift við Óla Poulsen
úr Syðrugøtu, sum var gingin burtur við
Immanuel í 1932. Tey áttu børnini Sofus, John
og Óluvu. Ginna giftist uppaftur við John, sum
var hálvur íslendingur og hálvur skoti. Tey
búðu fyrstu tíðina í Søldarfirði. Seinni fluttu
tey til Havnar, síðan til Klaksvíkar og at enda
til Aberdeen.
Sofus flutti til Aberdeen beint eftir kríggið.
Hann giftist við Nessie. Sofus hevur í meira enn
50 ár arbeitt fyri føroyskum áhugamálum í
Bretlandi á føroysku umboðsstovuni. Tey
fyrstu árini var tað saman við Odmar Skarð-
hamar. Sofus var átta ára gamal, tá ið eg var
hjá teimum.
John giftist við Esther Tausen, tey búðu í
Runavík. Hann doyði fyri nøkrum árum síðani.
Óluva giftist til Canada. Eg plagi at tosa
við hana í telefon. Vit skiftast um at ringja til
hvørja aðra.
Í seinni giftu fekk Ginna børnini Marjun,
Gudmund og Ruth. Marjun við familju vitjaðu
meg seinasta vár. Børnini hjá Ginnu hava verið
sum ein familja hjá mær øll hesi árini.
Eg koma at kenna fleiri av ættini hjá Ginnu.
Ein teirra var systkinabarn hennara, Sólrun
Háberg. Vit vóru javngamlar. Mamma hennara
var Hanna, mostir Ginnu, sum flutti til Havnar.
Hana kendi eg eisini væl. Sólrun giftist við Niels
Juel Háberg. Tey áttu eitt barn, Lina, sum doyði
blaðung. Hetta var ógvuliga tungt hjá teimum.
Eg plagdi at vitja Sólrun, sum doyði í 2012, 92
ára gomul. Hon arbeiddi sum ung í skóbúðini
hjá Demmus. Sólrun var so lagalig. Eg minnist
eina ferð eg hevði keypt og goldið einar
skógvar. Tá síggi eg einar aðrar skógvar, sum eg
fekk so góðan hug á. Men eg hevði ikki pening
tøkan. Tá sigur Sólrun. »Tak teir, so rindar tú í
smáum seinni!«
Ferðing
Tá var ikki so lætt at ferðast sum nú. Skuldi
farast til Søldarfjarðar, mátti fyrst farast til
Oyrar at sleppa við mjólkarbátinum. Siglt var
so bygd av bygd til komið var til Havnar. Haðani
fór mjólkarbáturin inn á Skálafjørðin. Um farið
var av Eiði kl. 8 á morgni kundi komast til
Søldarfjarðar kl. 4 seinnapartin. Tað var heldur
ikki hvønn dag, at hetta lat seg gera.
Hoygging í Kvívík
Eitt summar var eg hoyggingarkona á Hellu
í Kvívík. Vit vóru tvær hoyggingarkonur
umframt ein húskallur. Har kom eg eisini at
kenna Dánjal J. Bærentsen, sum seinni varð
kendur landsdjóralækni.
Bóndakonan, Bina, var so sera røsk. Tann
eina dagin var so óalmindiliga góður terri. Bina
helt, at tað var eingin grund til at raka saman,
tað var nóg mikið at klúka. Veðrið var so gott,
at nú skuldi so lítið til afturat at fáa hoyggið
heilt turt.
Men so blivu vit vaktar um morgunin.
Klokkan var ikki meira enn fimm. Nú hótti
við regni, og hoyggið mátti fáast saman við
eini rúkandi ferð. Vit kláraðu tað akkurát, tá
fór regnið at stoyta niður. Hetta var ein ordans
umgangur. Komin til hús fóru vit til songar, og
eg lá og spýði fyri dagin.
Seinni var eg í tveimum umførum arbeiðs-
genta hjá Sigrid og Tummas Olsen í Vestmanna.
Misti systkinabarnið við Tór 2
Tað fóru fimm mans av Eiði undir krígnum.
Í 1941 fórust teir báðir Knud P. Jacobsen og
Eliesar Poulsen við Ekliptiku. Teir høvdu verið
í Aberdeen og selt, men teir komu ikki vegin
fram aftur til Føroya.
Knút Petur búði í grannalagnum hjá okkum,
og tað var sera væl millum húsini. Vit komu
nógv saman.
Í 1942 doyði Sigvar Poulsen, vanliga kallaður
Sivar, einans 25 ára gamal. Hann var við danska
skipinum Mariu Mærsk. Hann hevði eina ferð
bjargað einum skipsfelaga. Seinni doyði hann
í eini druknivanlukku.
Jógvan, beiggi mín, var vinmaður Martin,
beiggja Sigvar. Ein systir var Ella, sum giftist
til Vágs við Niklas Lassen. Hann gekk burtur
við Lauru í 1932. Ella og Niklas átti eina dóttir,
Nikolina. Hon var so fitt, og vit vóru so góðar,
tá hon var lítil. Vit hava ikki sæst síðan, men
hon ringdi til mín aftaná fyrstu greinina í hesi
røð. Tað var so hugnaligt.
Men tann vanlukkan, sum eg minnist best
til undir krígnum, er tann við Tór 2, sum í sep-
tember 1942 varð søktur av týskum kavbáti. 18
mans doyði, meðan tríggir vóru bjargaðir.
Siðsøga
Mathilda tænti í prestagarðinum á Nesi. Hann er nú bygdasavn
Eldru børnini hjá Ginnu, avmyndað í 1952. V.f. John, Óluva, Nessie, kona Sofus, og Sofus