hósdagur 21. januar 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. JANUAR 2016
SOSIALURIN 9
35
Komandi partur
Í komandi parti verður Mathilda gift við Petur
hjá Pansaranum.
Tveir eiðismenn komu ikki aftur í aftur. Teir
vóru Rasmus Joensen, í Skorini, og Theodor
Joensen. Eg og Theodor vóru systkinabørn.
Mamma hansara var Sigga, mostir mín. Hon
átti Theodor uttan hjúnalag, og hann var
hennara einasta barn. Theodor var giftur við
Mallu úr Leirvík, hon var systir politikaran og
fakfelagsmannin Frederik Hansen. Tey áttu
tveir synir Gunnar og Hans Andreas, kallaður
Dia. Gunnar var føddur í 1936. Hann var føddur
nærum blindur. Malla var sjúklig, tí kom
omman at taka sær serliga nógv av Gunnari.
Tá vóru ikki aðrir møguleikar hjá blindum enn
at fara til Danmarkar á blindaskúla, men vegna
kríggið kundi hann ikki fara fyrr enn hann var
9 ára gamal. Gunnar hevur mesta partin av
lívinum búð i Føroyum, men hann býr nú
uttanlanda. Tann yngri beiggin Dia, gjørdist
portørur. Hann giftist við Britt í Havn, mamma
hennara var Hildigunn, systir Sólrun Háberg.
Tey fingu fimm børn. Dia doyði í bestu árum.
Eg var á Eiði, tá ið tíðindini um hesa
vanlukku frættust. Eg sá menn tosa saman í
túninum, tá eg kom nærri skilti eg á prátinum,
hvat ið var hent. Hetta var sjálvsagt ógvuliga
skakandi.
Til Havnar
Eg kom til Havnar í 1945, beint tá kríggið end-
aði. Tá búði eg hjá hjá Ginnu og John.
Eg fór so at arbeiða hjá skraddaranum,
Tórálvi Sigurskjold, har eg lærdi at seyma.
Tórálvur var ættaður úr Hvalba og kom til
Havnar í 1932. Hann arbeiddi ymsa staðni í
Havn, men tá ið eg arbeiddi hjá honum var tað
í Dr. Jacobsens gøtu nærindis FK handlinum.
Beint við búði tann kendi skraddarin Hans
Marius Debes. Hann kom eg eisini at kenna
væl.
Eg skuldi bara vera har eina stutta tíð. Men
Sigurskjold spurdi meg, um eg ikki kundi
blíva verandi, so eg var har í eini trý ár. Hetta
var ein rættiliga stór fyritøka. Vit vóru sjey á
verkstaðnum, eisini lærlingar. Vit høvdu tað
so hugnaligt. Eg fekk døgurða frá teimum
hvønn dag, hetta kom væl við. Ein av teimum á
verkstaðnum var Gundur Schiller, sum í mong
ár hevði klædnahandil í Miðbýnum í Havn.
Gundur og Derhard Thomsen, ættaður
úr Syðrugøtu, fóru at arbeiða saman sum
skraddarar. Teir bóðu meg seyma fyri seg. Eg
fekk fast fyri buksurnar, sum eg seymaði, kr.
15,- fyri parið. Tað var nokk so nógv tá. Ein av
mínum uppgávum var at vera modell, tá ið
brúðarkjólar skuldi seymast, og brúðurin var
nakað til kropp sum eg sjálv!
Tá bílegði eg mær eina seymimaskinu. Tað
var eitt ára leveringstíð, maskinan kostaði kr.
290, sum var ein stór upphædd tá. Hon skuldi
gjaldast kontant. Eg hevði lítið av peningi, so
tá eg hevði goldið hevði eg ikki eitt oyra eftir.
Vanliga plagdi eg at kunna seyma einar
buksur um dagin. Men nú eg var púra lens,
mátti eg dríva á fyri at fáa pening millum
hendur. Ta vikuna seymaði eg 11 pør av buksum.
Annefía og Andreas i
Køkubúðini vóru fitt fólk
Eg fekk eitt kamar í einum fittum gomlum
húsum, har Køkubúðin var í gerð. So hvørt sum
grundin bleiv stoypt, bleiv húsið flutt upp eftir.
Til endan stóðu húsini á tunnum. Tað var ikki
lætt at koma inn og út í húsinum. Vit gingu
upp ígjøgnum stiga, fyri at koma til hús. Tað
einu náttina var ódnarveður, grannarnir vóru
bangnir fyri at húsið koppaði. Tíbetur hendi
einki hendi. Ta náttina var eg einsamøll heima.
Hini vóru øll farin heim í vikuskifti. Eg kundi
eisini verið farin til Beggu, vinkonu mína, hon
bjóðaði mær, tað helt eg ikki var neyðugt.
Hon var dóttir Fridu og Jóhan á Meiarínum,
eg hevði tað gott hjá teimum. Tey búðu har
sum Salong Madonna er nú.
So skuldi húsið takast niður. Andrias var
harmur um at siga okkum trý, sum búðu her,
upp. Vit sluppu at vera har, til vit høvdu funnið
okkurt annað. Andrias og Annefía vóru stak
fitt fólk.
So skuldi eg leita mær eftir einum nýggjum
kamari. Foreldrini hjá Beggu bjóðaðu mær at
búgva hjá teimum eina tíð. Eg fekk eitt nýtt
kamar uppi í Varðagøtu hjá Jóan Karl, ættaður
úr Leirvík, og Jovinupetru, ættað úr Ljósáum.
Eg fekk ofta døgurða frá foreldrunum hjá
Beggu sunnudag. So ein morgun kom Begga
grátandi til mín, og sigur at mamma er so sjúk,
hon er farin á sjúkrahúsið. Hon doyði bara
nakrar dagar seinni.
Tá kom alt aftur fram fyri meg, sum eg sjálv
hevði verið úti fyri. Alt bleiv so trist, sum tað
ger, tá man fær stóra sorg at bera. Begga og eg
vóru vinkonur alla tíð, eisini eftir, at hon giftist
til Klaksvíkar. Hon doyði knappliga á ungum
aldri, eg tosaði við hana kvøldið fyri hon doyði.
Aftur til Eiðis og til Havnar
Eitt skifti fór eg norður til systir mína á Eiði,
sum trongdi til hjálp. Elna var gift við Poul
Ejdesgaard, sum var eiðismaður. Tey fingu
tvær døtur Johanna og Hildegerð.
Elna skuldi flyta í hús, og Poul var til skips.
Eg helt, at við øllum, hon hevði gjørt fyri meg
og okkum, tá mamma doyði, so skuldi eg løna
henni tað aftur. Eg var har norðuri eina tíð.
Tá eg kom til Havnar aftur var ikki lætt at
fáa arbeiði. Eg bleiv so biðin at koma í kjøt-
og matvøruhandil hjá Tinu, sum tey kallaðu
handilin hjá Tinu Johansen. Hann var á
horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har handilin
hjá Kissa er nú. Tað var ikki so nógv at velja í
tá. Eg var ein kuldakráka, har var so kalt, eg
troystaði mær so illa at vera har. Men eg var har
kortini í umleið eitt ár. Ebba og Bogi Winther
stóðu fyri forrætningini, tey vóru fitt fólk. Mær
dámdi væl hjá teimum.
Malla og Theodor, systkinabarn Mathildu, sum doyði við Tór 2, einans 28 ára gamal
Seymimaskinan hjá Mathildu. Tá hon var goldin var Mathilda púra lens
Elna og Mathilda. Elna var sum ein mamma fyri tey, tá ið mamman doyði
Handilin hjá Tinu, har Mathilda arbeiddi.